Tíðindablaðið - 15.01.1975, Side 5

Tíðindablaðið - 15.01.1975, Side 5
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975 Síða 5 at halda fram við rakstrin- um, í hvussu so er meðan málið verður kannað. Landið ella stovnur undir landinum kann gera sátt- mála við føroyskar skipa- smiðjur, um teimum tørv- ar sáttmálar og um tørvur er á ávisum skipasløgum. Tað almenna skal eisini kunna lata stuðul ella veð- hald til kooperativ sam- tøk, sum skulu innflyta byggitilfar og skipaútgerð. Men ein treyt fyri hesum er, at vørurnar skulu kunna fáast brúkarunum bíligari. í serligum førum kann tað almenna keypa størri vørunøgdir. Før- oyskar handilsfyritøkur skulu annars styðjast, so at tað mest møguligt slepst undan útlendskum millumhandlarum. Tann almenna ávirkanin — sum helst javnaðar- flokkurin og tjóðveldis- flokkurin hava ynskt størri — ger seg eisini galdandi í oljuspurninginum. Landið skal luttaka í fíggjanini av einari oljugoymslu, sum skal kunna hava nóg nógv- a olju til nýtsluna í Føroy- um í eina tíð. Hetta er skilliga eitt tiltak, sum miðjar ímóti at verja seg, um ein nýggj oljukreppa skuldi tikið seg upp. Landsbankin Tann nýggja samgongan er eisini fyri at fáa stovnað landsbanka. Hesin spurn- ingur hevur mangan verið fyri í tinginum, og seinast, hann var frammi, varð ein nevnd sett at kanna spurn- ingin, men ongin frágreið- ing er komin frá henni. Nú skal skundast undir nevndararbeiðið. Landsbankin skal røkja allar vanligar tjóðbanka- uppgávur, men hann skal ikki geva út peningaseðlar, og krónuvirðið skal fram- vegis vera tað sama sum tað đanska. Bankin skal í ein vissan mun umsita al- menn lán, og hann skal taka imóti innskoti frá tí føroyska postverkinum. Løgmaður bjóðaði ting- monnum og øðrum út í Tinganes, tá landsstýrið var valt. Her síggjast (vinstrumegin frá) Erlend- ur Patursson, Kári D. Petersen, Hákun Djur- huus, Leif Groth og Atli Dam. Fyri aðru ferð varð Atli Dam valdur til løgmann, hesaferð við 18 atkvøðum —- og tað er ein meira, enn landsstýrismenninir fingu Seinast varð samgongu- skjalið ikki almannakunn- gjørt, hesaferð las løgmað- ur tað upp í tinginum. Samráðingarfundirnir í Tinganesi um skipan av landsstýri vóru mangan drúgvir. Øregaard plagdi at bjóða monnum reyð bomm (tó uttan politiskt innihald), og sodavatn fekst eisini av og á. Á myndini her niðanfyri sita (vinstrumegin frá) Dánjal Pauli Danielsen, Jógvan Durhuus, Jákup Linden- skov, Atli Dam og Øre- gaard. Framvegis 10 flokkar Valið í Danmark førdi Lil stóra framgongd fyri vinstra og javnaðar- flokkin. Eina lit'la fram- gongd høvdu kommun- istarnir, kristiligi fólka- flokkurin og vinstra- sosialistarnir, meðan allir hinir flokkarnir høvdu afturgongd. Tað vera framvegis 10 flokkar í fólkatinginum sum frammanundan, rættarsamgongan fór úr fólkatinginum, með- an vinstrasosialistar- nir, sum ikki vóru um- boðaðir í tí fráfarna fólkatinginum, fingu umboð hesa ferð. J avnaðarflokkurin fekk 53 mans (fram- gongd uppá 7), vinstra fekk 42 (framgongd upp á 20), framburðsflokk- urin fekk 24 (aftur- gongd uppá 4), radikali flokkurin fekk 13 mans, konservativi 10, sosial- istiski fólkaflokkurin 9, kommunistarnir 9, kristiligi fólkaflokkurin 9, centrumsdemokrat- arnir 4 og vinstrasosial- istarnir 4 mans. Atkvøðutølini í Dan- mark vóru hesi: J avnaðarflokkurin 914.484 (30%), radikali flokkurin 216.230 (7,1%), konservativi flokkurin 168.026 (5,5%), rættarsam- gongan 54.062 (1,8%), SF 150.985 (4,9%), kommunistarnir 127.952 (4,2%), centrumsdemo- kratarnir 66.165 (23,3%), vinstrasosial- istarnir 62.806 (2,1%), framburðsflokkurin 414.591 (13,9%). Rættarsamgongan fekk ikki nakað umboð i fólkatinginum, av tí at flokkurin ikki kláraði at lúka kravið at fáa minst 2 prosent av atkvøðun- um. Flokkurin hevði onki umboð á tingi í 13 ár líka frá 1960 til 1973. í eitt ár var flokkurin umboðaður á tingi og gleið nú útaftur í myrk- ri. Hetta var tann ein- asti av teimum borgar- ligu flokkunum, sum hevur verið ímóti lima- skapi i felagsmarknaði- num, og flokkurin royndi at gera hetta valið til eitt val um EF, men úr Danmark verð- ur sagt, at valið var eitt vónbrot fyri mótstøðu- menninar av EF. Hesa ferð sluppu vinstrasosialistarnir aftur í fólkatingið eftir at hava verið uttanfyri í nøkur ár. Við valið í 1973 fekk flokkurin 1,5 prosent av atkvøðunum og kundi ti ikki fáa uniboð, men hesa ferð eydnaðist at koma upp- um markið. Hervið eru nú fýra sosialistiskir flokkar í fólkatinginum. Somu menn á fólkating Tann einasti flokkur, sum hevði framgongd við fólkatingsvalið, var sambandsflokkurin, ið enntá hevði eina rættu- liga fitta framgongd uppá 2,6 prosent. Flestar atkvøður fekk javnaðarflokkurin: 4.109; hetta var ein afturgongd uppá 0,9 prosent. Síðani kom tjóðveldisflokkurin, ið fekk 3571 atkvøður (ein afturgongd uppá 1,2 prosent). Nr. 3 var sambandsflokkurin við 3213 atkvøðum, og at enda fólkaflokkurin við 2958 atkvøðum og eini afturgongd uppá 0,5 prosent. Valluttøkan var sløk 56 prosent. 13.821 fólk vóru á vali, og atkvøðu- rætt høvdu 24.866. Hjá teimum báðum, sum vórðu valdir, Er- lendur Patursson og Jóhan Nielsen, var lítil munur í atkvøðutali, og tað var ongin, sum kom i nánd av teimum í at- kvøðutali. Fler prenta vit tey persónligu at- kvøðutølini, tó eru tær persónligu atkvøðurnar úr Kunoy ikki við her. Javnaðarflokkurin: Listin 162, Atli Dam 1008, Haldor Hansen 91, Jona Henriksen 107 Heini Johansen 54, Sverri Midjord 210, Petur Eli Mikkelsen 67, Birgir Mohr 34, Jóhan Nielsen 2371. Tjóðveldisflokkurin: Listin 119, Niels P. Danielsen 281, Finn- bogi Isaksen 308, Syl- van Jacobsen 52, Hemming Jespersen 47 Ólavur Michelsen 55, Ove Mikkelsen 135, Er- lendur Patursson 2474, Petur Reinert 81. Sambandsflokkurin: Listin 453, Pauli Ell- efsen 1237, Leon Joen- sen 332, Agnar Nielsen 164, Eli Nolsøe 414, Johs M. Olsen 439, '"'homas P. Olsen 54, Ingier Petersen 120. Fólkaflokkurin: Listin 160, Demmus Hentze 546, Hans A. Jacobsen 432, Øssur D. Jacobsen 82, Levi Nicl- asen 76, Vilhelm Niel- sen 101, Jógvan Sund- stein 1244, Knút Wang 311.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.