Tíðindablaðið - 15.01.1975, Qupperneq 5
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975
Síða 5
at halda fram við rakstrin-
um, í hvussu so er meðan
málið verður kannað.
Landið ella stovnur undir
landinum kann gera sátt-
mála við føroyskar skipa-
smiðjur, um teimum tørv-
ar sáttmálar og um tørvur
er á ávisum skipasløgum.
Tað almenna skal eisini
kunna lata stuðul ella veð-
hald til kooperativ sam-
tøk, sum skulu innflyta
byggitilfar og skipaútgerð.
Men ein treyt fyri hesum
er, at vørurnar skulu
kunna fáast brúkarunum
bíligari. í serligum førum
kann tað almenna keypa
størri vørunøgdir. Før-
oyskar handilsfyritøkur
skulu annars styðjast, so
at tað mest møguligt
slepst undan útlendskum
millumhandlarum.
Tann almenna ávirkanin
— sum helst javnaðar-
flokkurin og tjóðveldis-
flokkurin hava ynskt størri
— ger seg eisini galdandi í
oljuspurninginum. Landið
skal luttaka í fíggjanini av
einari oljugoymslu, sum
skal kunna hava nóg nógv-
a olju til nýtsluna í Føroy-
um í eina tíð. Hetta er
skilliga eitt tiltak, sum
miðjar ímóti at verja seg,
um ein nýggj oljukreppa
skuldi tikið seg upp.
Landsbankin
Tann nýggja samgongan
er eisini fyri at fáa stovnað
landsbanka. Hesin spurn-
ingur hevur mangan verið
fyri í tinginum, og seinast,
hann var frammi, varð ein
nevnd sett at kanna spurn-
ingin, men ongin frágreið-
ing er komin frá henni. Nú
skal skundast undir
nevndararbeiðið.
Landsbankin skal røkja
allar vanligar tjóðbanka-
uppgávur, men hann skal
ikki geva út peningaseðlar,
og krónuvirðið skal fram-
vegis vera tað sama sum
tað đanska. Bankin skal í
ein vissan mun umsita al-
menn lán, og hann skal
taka imóti innskoti frá tí
føroyska postverkinum.
Løgmaður bjóðaði ting-
monnum og øðrum út í
Tinganes, tá landsstýrið
var valt. Her síggjast
(vinstrumegin frá) Erlend-
ur Patursson, Kári D.
Petersen, Hákun Djur-
huus, Leif Groth og Atli
Dam.
Fyri aðru ferð varð Atli
Dam valdur til løgmann,
hesaferð við 18 atkvøðum
—- og tað er ein meira, enn
landsstýrismenninir fingu
Seinast varð samgongu-
skjalið ikki almannakunn-
gjørt, hesaferð las løgmað-
ur tað upp í tinginum.
Samráðingarfundirnir í
Tinganesi um skipan av
landsstýri vóru mangan
drúgvir. Øregaard plagdi
at bjóða monnum reyð
bomm (tó uttan politiskt
innihald), og sodavatn
fekst eisini av og á. Á
myndini her niðanfyri sita
(vinstrumegin frá) Dánjal
Pauli Danielsen, Jógvan
Durhuus, Jákup Linden-
skov, Atli Dam og Øre-
gaard.
Framvegis
10 flokkar
Valið í Danmark førdi
Lil stóra framgongd fyri
vinstra og javnaðar-
flokkin. Eina lit'la fram-
gongd høvdu kommun-
istarnir, kristiligi fólka-
flokkurin og vinstra-
sosialistarnir, meðan
allir hinir flokkarnir
høvdu afturgongd. Tað
vera framvegis 10
flokkar í fólkatinginum
sum frammanundan,
rættarsamgongan fór
úr fólkatinginum, með-
an vinstrasosialistar-
nir, sum ikki vóru um-
boðaðir í tí fráfarna
fólkatinginum, fingu
umboð hesa ferð.
J avnaðarflokkurin
fekk 53 mans (fram-
gongd uppá 7), vinstra
fekk 42 (framgongd upp
á 20), framburðsflokk-
urin fekk 24 (aftur-
gongd uppá 4), radikali
flokkurin fekk 13 mans,
konservativi 10, sosial-
istiski fólkaflokkurin 9,
kommunistarnir 9,
kristiligi fólkaflokkurin
9, centrumsdemokrat-
arnir 4 og vinstrasosial-
istarnir 4 mans.
Atkvøðutølini í Dan-
mark vóru hesi:
J avnaðarflokkurin
914.484 (30%), radikali
flokkurin 216.230
(7,1%), konservativi
flokkurin 168.026
(5,5%), rættarsam-
gongan 54.062 (1,8%),
SF 150.985 (4,9%),
kommunistarnir 127.952
(4,2%), centrumsdemo-
kratarnir 66.165
(23,3%), vinstrasosial-
istarnir 62.806 (2,1%),
framburðsflokkurin
414.591 (13,9%).
Rættarsamgongan
fekk ikki nakað umboð i
fólkatinginum, av tí at
flokkurin ikki kláraði at
lúka kravið at fáa minst
2 prosent av atkvøðun-
um. Flokkurin hevði
onki umboð á tingi í 13
ár líka frá 1960 til 1973.
í eitt ár var flokkurin
umboðaður á tingi og
gleið nú útaftur í myrk-
ri. Hetta var tann ein-
asti av teimum borgar-
ligu flokkunum, sum
hevur verið ímóti lima-
skapi i felagsmarknaði-
num, og flokkurin
royndi at gera hetta
valið til eitt val um EF,
men úr Danmark verð-
ur sagt, at valið var eitt
vónbrot fyri mótstøðu-
menninar av EF.
Hesa ferð sluppu
vinstrasosialistarnir
aftur í fólkatingið eftir
at hava verið uttanfyri í
nøkur ár. Við valið í
1973 fekk flokkurin 1,5
prosent av atkvøðunum
og kundi ti ikki fáa
uniboð, men hesa ferð
eydnaðist at koma upp-
um markið. Hervið eru
nú fýra sosialistiskir
flokkar í fólkatinginum.
Somu menn
á fólkating
Tann einasti flokkur,
sum hevði framgongd
við fólkatingsvalið, var
sambandsflokkurin, ið
enntá hevði eina rættu-
liga fitta framgongd
uppá 2,6 prosent.
Flestar atkvøður
fekk javnaðarflokkurin:
4.109; hetta var ein
afturgongd uppá 0,9
prosent. Síðani kom
tjóðveldisflokkurin, ið
fekk 3571 atkvøður (ein
afturgongd uppá 1,2
prosent). Nr. 3 var
sambandsflokkurin við
3213 atkvøðum, og at
enda fólkaflokkurin við
2958 atkvøðum og eini
afturgongd uppá 0,5
prosent.
Valluttøkan var sløk
56 prosent. 13.821 fólk
vóru á vali, og atkvøðu-
rætt høvdu 24.866.
Hjá teimum báðum,
sum vórðu valdir, Er-
lendur Patursson og
Jóhan Nielsen, var lítil
munur í atkvøðutali, og
tað var ongin, sum kom
i nánd av teimum í at-
kvøðutali. Fler prenta
vit tey persónligu at-
kvøðutølini, tó eru tær
persónligu atkvøðurnar
úr Kunoy ikki við her.
Javnaðarflokkurin:
Listin 162, Atli Dam
1008, Haldor Hansen
91, Jona Henriksen 107
Heini Johansen 54,
Sverri Midjord 210,
Petur Eli Mikkelsen 67,
Birgir Mohr 34, Jóhan
Nielsen 2371.
Tjóðveldisflokkurin:
Listin 119, Niels P.
Danielsen 281, Finn-
bogi Isaksen 308, Syl-
van Jacobsen 52,
Hemming Jespersen 47
Ólavur Michelsen 55,
Ove Mikkelsen 135, Er-
lendur Patursson 2474,
Petur Reinert 81.
Sambandsflokkurin:
Listin 453, Pauli Ell-
efsen 1237, Leon Joen-
sen 332, Agnar Nielsen
164, Eli Nolsøe 414,
Johs M. Olsen 439,
'"'homas P. Olsen 54,
Ingier Petersen 120.
Fólkaflokkurin:
Listin 160, Demmus
Hentze 546, Hans A.
Jacobsen 432, Øssur D.
Jacobsen 82, Levi Nicl-
asen 76, Vilhelm Niel-
sen 101, Jógvan Sund-
stein 1244, Knút Wang
311.