Tíðindablaðið - 15.01.1975, Side 6

Tíðindablaðið - 15.01.1975, Side 6
Síða 6 TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975 Datt niður í Atlantshavið Amerikanska rúmdar- leiðslan sigur, at meg- inparturin av restunum av eini stórari amerik- anskari Saturn-rakett er dottið niður í At- lantshavið, einar 1.000 fjórðingar vestanfyri Gibraltar. Sagt var, at okkurt petti kann vera dottið niður á landjørð- ina, men onki varð nevnt um, at nakar skaði er hendur av tí. Hetta vóru restir av tí rakettini, sum førdi Skylab-rúmdarstøðina út í rúmdina í 1973. Samráðingar um sjálvstýri Portugisiski uttanríkis- ráðharrin, Mario Soares, sigur, at týð- andi framstig eru hend undir samráðingunum um sjálvstýri í Angola. Eisini frælsisfylkingar- nar í Angola siga, at tað hevur gingist væl við samráðingunum. Báðir partar siga, at tað er greitt, at tað eru nógvir torførir spurn- ingar at loysa viðvíkj- andi sjálvstýri fyri An- gola, og í fleiri spum- ingum eru partarnir ó- samdir. Síðani Portugal boð- aði frá, at afrikansku hjálondini skulu hava sjálvstýri, hevur ofta verið ófriður í Angola, og tíðindamenn siga, at miseydnast samráðing- amar um sjálvstýri, er ongin ivi um, at ófriður aftur tekur seg upp, og møguliga verður borg- arakríggj. Má loysast við samarbeiði Anwar Sadat forseti i Egyptalandi og shahur- in i Iran siga, at tað er sera umráðandi, at ein loysn verður funnin í viðurskiftunum millum oljuframleiðarar og olj- ukeyparar. Ein kunn- gerð, sum er send út eftir tingingar í Kairo millum teir báðar menninar, sigur, at hes- in spumingur eigur at loysast við samarbeiði millum partarnar, utt- an hóttanir um at brúka makt. Teir siga, at tað er neyðugt at eitt sam- band verður millum prísirnar á rávømm og prísirnar á liðugt gjørd- um ídnaðarvørum. Shahurin, sum hevur vitjað Egyptaland, fór haðani til Eysturríki á privata vitjan. stuh UTTANEFTIR Saudi-arabia fær flogfør USA hevur gjørt ein stóran sáttmála um søl- u av hernaðarligari út- gerð. í sáttmálanum er avgjørt, at Saudiarabia skal hava jagaraflogfør frá USA fyri 1,7 milj- ardir dollars. Fyri ein- um mána síðani varð ein uppaftur størri sátt- máli um vápnasølu gjørdur millum Frak- land og Saudi-arabia. Á trimum hermótum Egyptiski forsetin, An- war Sadat, hevur sagt, at ísrael má taka seg aftur á trimum hermót- um — Sinai, Golan og vestanfyri Jordan-ánna — áðrenn Geneve-fund- urin kann koma saman- aftur. ísraelski forsæt- isráðharrin, Yitzhak Rabin, hevur sagt, at ísrael er til reiðar at taka seg lutvíst aftur á Sinai, men bert treytað av, at Egyptaland gongur við til, at ongin krígsstøða er millum tey bæði londini. Treytir fyri ráðstevnuni Tjóðskaparliga afrikan- ska ráðið í Rhodesia hevur sett fram treytir- nar fyri at luttaka í eini grundlóggevandi ráð- stevnu um framtíð Rhodesia. Ráðið sigur, at ein slík ráðstevna skal ikki haldast í Rhodesia, og ráðið vil bert luttaka, um tað er bretska stjómin, ið kallar ráðstevnuna saman og bretski uttan- ríkisráðharrin, James Callaghan, er formaður fyri henni. Millum onn- ur krøv, sum ráðið setur fram er, at allir politiskir fangar í Rhodesia verða latnir leysir, at forboðið ímóti afrikansku flokkunum í landinum fer úr gildi, og at tað verður frítt at seta fram sínar politisk- u hugsanir. Útvarpið í Salisbury hevur sent út eina kunngerð um fram- tíð landsins. Útvarpið sigur, at tann afrikan- ski meirilutin í landin- um fer ikki at sleppa at yvirtaka valdið, sjálvt um afrikanarar skulJ- vera við til at samráð- ast um framtíð lands- ins. Sagt verður, at nú- verandi stjómin ætlar ikki at lata nakran utt- anfyri Rhodesia sleppa at avgera, hvussu spurningarnir um fram- tíð landsins skulu loys- ast. Er ein politisk broyting farin fram í Moskva? Tíðindi hava Ijóðað í vesturheiminum og avsanningar eru komnar úr Moskva, at sovjettiski aðalskrivarin, Leonid Brezj- nev, er álvarsliga sjúkur. Tað tykist í hvussu er at vera litil ivi um, at sovjett- iski leiðarin hevur nýliga verið sjúkur. Hann er møguliga framvegis sjúk- ur, og er sjúkan álvarslig, so kann stríðið um makt- ina í landinum koma at á- virka landsins politikk bæði innan- og uttanlend- is. Møguligt er tað, at stjørna Brezjnevs er farin at dala. Brezjnev er ein maður, sum hevur havt somu mál sum undanmað- ur hansara Nikita Khrus- jov, men hann hevur ansað eftir ikki at gera somu mis- tøk. Tá hann eftir at hava sitið við valdið í nøkur ár skapti ein linna í viður- skiftunum við USA og vesturheimin, var hann ógvuliga varin. Hann hev- ur alla tíðina borið so í bandi, at hann ikki var bundin og kundi taka seg aftur, um farið var ov langt. Krevja nakað afturfyri Tað kann vera, at menn í Moskva nú halda, at teir hava ikki fingið nóg mikið burturúr hesum politikki. Vestanveldini bíða eftir at fáa nakað afturfyri, at tey hava slakað, og russar halda møguliga, at teir hava ikki fingið teir bú- skaparligu fyrimunirnar, sum teir høvdu væntað. í Miðeystri stríðast am- erikansk og sovjettisk á- hugamál ímóti hvørjum- øðrum. Ein marxistisk- leninistisk analysa av við- urskiftunum kann møgu- liga geva tað úrslit, at undir eini búskaparligari kreppu fara tey kapitalist- isku londini at herða støðu sína, og tí eigur Sovjet- samveldið at gera tað sama. Grundir til linna Koma teir leiðandi menn- inir í Moskva til tað úrslit, at tað er rættast at broyta sín politikk mótvegis vest- urheiminum, so er tað eis- ini møguligt, at Brezjnev má frá, serstakliga um hann ikki livir væl. Brezj- nev stendur sum maðurin, ið hevur staðið aftanfyri politikkin, sum miðar í- móti størri linna. Men um Brezjnev heldur fram ella ikki, er neyvan ein so av- gerandi spurningur fyri vesturheimin, sum spurn- ingurin um linna millum eystur og vestur. Og tað eru nógvar grundir til, at hildið kann verða fram við hesum politikki. Báðir partar hava alla grund til at virka fyri, at sleppast kann undan einum kjarn- orkubardaga og at minka um kappdubbingina, sum setir stór búskaparlig krøv. Vestanveldini hava vón- að at fáa fríari samband millum londini og at tað skuldi bera betri til at tala seg til rættis um ymsar stríðsspurningar í heimin- um, t.d. í Miðeystri og Suðureystur-asia. Sovjet- samveldið hevur m.a. vón- að at kunna fáa teknolog- iska vitan vestaneftir. Brezjnev hevur ført ein politikk, ið miðar ímóti linna við vestan- veldini. Her heilsast Brezjnev og Ford í Vladivostok Møguliga nýggjar tingingar Hóast egyptar hava sagt, at teir ikki eru nøgdir við tað seinasta ísraelska upp- skotið um at ísraelsmenn taka seg nakað aftur á Sinai-hálvoynni, tykjast møguleikar at vera fyri nýggjum samráðingum millum ísrael og Egypta- land. ísraelska uppskotið varð sett fram av Yigal Allon uttanríkisráðharra, tá hann í síðstu viku ting- aðist við Henry Kissinger í Washington um støðuna í Miðeystri, og aftur í hesi vikuni er Allon í Washing- ton og tingast við Kissing- er um møguleikarnar at fáa gongd aftur á samráðing- arnar millum teir striðandi partarnar. Útihýsa ongum møguleikum Hóast egyptar hava sagt, at ísraelska tilboðið kann ikki góðkennast, tí tað er ikki nóg víttgangandi, so hava menn hongt seg meira í, at ísraelski tíðind- aráðharrin herfyri segði, at Egyptaland vil ikki úti- hýsa nøkrum møguleika. Allon hevur eisini ting- ast við Kissinger fyri at hoyra hansara meting av viðurskiftunum millum Egyptaland og Sovjetsam- veldið um tað maktstríð, sum menn halda fer fram í Moskva, og aðrar týðandi spumingar. Allon segði, at hann hevði onki nýtt uppskot við sær til Washington, men hann helt, at tað vóru hendar so nógvar broyt- ingar síðani hann var í Washington í desember, at tað var neyðugt hjá sær at hitta amerikanska uttan- ríkisráðharran aftur nú. ♦ # 0

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.