Tíðindablaðið - 15.01.1975, Blaðsíða 6
Síða 6
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975
Datt niður í
Atlantshavið
Amerikanska rúmdar-
leiðslan sigur, at meg-
inparturin av restunum
av eini stórari amerik-
anskari Saturn-rakett
er dottið niður í At-
lantshavið, einar 1.000
fjórðingar vestanfyri
Gibraltar. Sagt var, at
okkurt petti kann vera
dottið niður á landjørð-
ina, men onki varð
nevnt um, at nakar
skaði er hendur av tí.
Hetta vóru restir av tí
rakettini, sum førdi
Skylab-rúmdarstøðina
út í rúmdina í 1973.
Samráðingar um
sjálvstýri
Portugisiski uttanríkis-
ráðharrin, Mario
Soares, sigur, at týð-
andi framstig eru hend
undir samráðingunum
um sjálvstýri í Angola.
Eisini frælsisfylkingar-
nar í Angola siga, at
tað hevur gingist væl
við samráðingunum.
Báðir partar siga, at
tað er greitt, at tað eru
nógvir torførir spurn-
ingar at loysa viðvíkj-
andi sjálvstýri fyri An-
gola, og í fleiri spum-
ingum eru partarnir ó-
samdir.
Síðani Portugal boð-
aði frá, at afrikansku
hjálondini skulu hava
sjálvstýri, hevur ofta
verið ófriður í Angola,
og tíðindamenn siga, at
miseydnast samráðing-
amar um sjálvstýri, er
ongin ivi um, at ófriður
aftur tekur seg upp, og
møguliga verður borg-
arakríggj.
Má loysast við
samarbeiði
Anwar Sadat forseti i
Egyptalandi og shahur-
in i Iran siga, at tað er
sera umráðandi, at ein
loysn verður funnin í
viðurskiftunum millum
oljuframleiðarar og olj-
ukeyparar. Ein kunn-
gerð, sum er send út
eftir tingingar í Kairo
millum teir báðar
menninar, sigur, at hes-
in spumingur eigur at
loysast við samarbeiði
millum partarnar, utt-
an hóttanir um at brúka
makt. Teir siga, at tað
er neyðugt at eitt sam-
band verður millum
prísirnar á rávømm og
prísirnar á liðugt gjørd-
um ídnaðarvørum.
Shahurin, sum hevur
vitjað Egyptaland, fór
haðani til Eysturríki á
privata vitjan.
stuh
UTTANEFTIR
Saudi-arabia
fær flogfør
USA hevur gjørt ein
stóran sáttmála um søl-
u av hernaðarligari út-
gerð. í sáttmálanum er
avgjørt, at Saudiarabia
skal hava jagaraflogfør
frá USA fyri 1,7 milj-
ardir dollars. Fyri ein-
um mána síðani varð
ein uppaftur størri sátt-
máli um vápnasølu
gjørdur millum Frak-
land og Saudi-arabia.
Á trimum
hermótum
Egyptiski forsetin, An-
war Sadat, hevur sagt,
at ísrael má taka seg
aftur á trimum hermót-
um — Sinai, Golan og
vestanfyri Jordan-ánna
— áðrenn Geneve-fund-
urin kann koma saman-
aftur. ísraelski forsæt-
isráðharrin, Yitzhak
Rabin, hevur sagt, at
ísrael er til reiðar at
taka seg lutvíst aftur á
Sinai, men bert treytað
av, at Egyptaland
gongur við til, at ongin
krígsstøða er millum
tey bæði londini.
Treytir fyri
ráðstevnuni
Tjóðskaparliga afrikan-
ska ráðið í Rhodesia
hevur sett fram treytir-
nar fyri at luttaka í eini
grundlóggevandi ráð-
stevnu um framtíð
Rhodesia. Ráðið sigur,
at ein slík ráðstevna
skal ikki haldast í
Rhodesia, og ráðið vil
bert luttaka, um tað er
bretska stjómin, ið
kallar ráðstevnuna
saman og bretski uttan-
ríkisráðharrin, James
Callaghan, er formaður
fyri henni. Millum onn-
ur krøv, sum ráðið
setur fram er, at allir
politiskir fangar í
Rhodesia verða latnir
leysir, at forboðið ímóti
afrikansku flokkunum í
landinum fer úr gildi,
og at tað verður frítt at
seta fram sínar politisk-
u hugsanir. Útvarpið í
Salisbury hevur sent út
eina kunngerð um fram-
tíð landsins. Útvarpið
sigur, at tann afrikan-
ski meirilutin í landin-
um fer ikki at sleppa at
yvirtaka valdið, sjálvt
um afrikanarar skulJ-
vera við til at samráð-
ast um framtíð lands-
ins. Sagt verður, at nú-
verandi stjómin ætlar
ikki at lata nakran utt-
anfyri Rhodesia sleppa
at avgera, hvussu
spurningarnir um fram-
tíð landsins skulu loys-
ast.
Er ein politisk
broyting farin
fram í Moskva?
Tíðindi hava Ijóðað í vesturheiminum og
avsanningar eru komnar úr Moskva, at
sovjettiski aðalskrivarin, Leonid Brezj-
nev, er álvarsliga sjúkur.
Tað tykist í hvussu er at
vera litil ivi um, at sovjett-
iski leiðarin hevur nýliga
verið sjúkur. Hann er
møguliga framvegis sjúk-
ur, og er sjúkan álvarslig,
so kann stríðið um makt-
ina í landinum koma at á-
virka landsins politikk
bæði innan- og uttanlend-
is.
Møguligt er tað, at
stjørna Brezjnevs er farin
at dala. Brezjnev er ein
maður, sum hevur havt
somu mál sum undanmað-
ur hansara Nikita Khrus-
jov, men hann hevur ansað
eftir ikki at gera somu mis-
tøk. Tá hann eftir at hava
sitið við valdið í nøkur ár
skapti ein linna í viður-
skiftunum við USA og
vesturheimin, var hann
ógvuliga varin. Hann hev-
ur alla tíðina borið so í
bandi, at hann ikki var
bundin og kundi taka seg
aftur, um farið var ov
langt.
Krevja nakað
afturfyri
Tað kann vera, at menn í
Moskva nú halda, at teir
hava ikki fingið nóg mikið
burturúr hesum politikki.
Vestanveldini bíða eftir at
fáa nakað afturfyri, at tey
hava slakað, og russar
halda møguliga, at teir
hava ikki fingið teir bú-
skaparligu fyrimunirnar,
sum teir høvdu væntað.
í Miðeystri stríðast am-
erikansk og sovjettisk á-
hugamál ímóti hvørjum-
øðrum. Ein marxistisk-
leninistisk analysa av við-
urskiftunum kann møgu-
liga geva tað úrslit, at
undir eini búskaparligari
kreppu fara tey kapitalist-
isku londini at herða støðu
sína, og tí eigur Sovjet-
samveldið at gera tað
sama.
Grundir til
linna
Koma teir leiðandi menn-
inir í Moskva til tað úrslit,
at tað er rættast at broyta
sín politikk mótvegis vest-
urheiminum, so er tað eis-
ini møguligt, at Brezjnev
má frá, serstakliga um
hann ikki livir væl. Brezj-
nev stendur sum maðurin,
ið hevur staðið aftanfyri
politikkin, sum miðar í-
móti størri linna. Men um
Brezjnev heldur fram ella
ikki, er neyvan ein so av-
gerandi spurningur fyri
vesturheimin, sum spurn-
ingurin um linna millum
eystur og vestur. Og tað
eru nógvar grundir til, at
hildið kann verða fram við
hesum politikki. Báðir
partar hava alla grund til
at virka fyri, at sleppast
kann undan einum kjarn-
orkubardaga og at minka
um kappdubbingina, sum
setir stór búskaparlig
krøv.
Vestanveldini hava vón-
að at fáa fríari samband
millum londini og at tað
skuldi bera betri til at tala
seg til rættis um ymsar
stríðsspurningar í heimin-
um, t.d. í Miðeystri og
Suðureystur-asia. Sovjet-
samveldið hevur m.a. vón-
að at kunna fáa teknolog-
iska vitan vestaneftir.
Brezjnev hevur ført ein politikk, ið miðar ímóti linna við vestan-
veldini. Her heilsast Brezjnev og Ford í Vladivostok
Møguliga
nýggjar
tingingar
Hóast egyptar hava sagt,
at teir ikki eru nøgdir við
tað seinasta ísraelska upp-
skotið um at ísraelsmenn
taka seg nakað aftur á
Sinai-hálvoynni, tykjast
møguleikar at vera fyri
nýggjum samráðingum
millum ísrael og Egypta-
land.
ísraelska uppskotið
varð sett fram av Yigal
Allon uttanríkisráðharra,
tá hann í síðstu viku ting-
aðist við Henry Kissinger í
Washington um støðuna í
Miðeystri, og aftur í hesi
vikuni er Allon í Washing-
ton og tingast við Kissing-
er um møguleikarnar at fáa
gongd aftur á samráðing-
arnar millum teir striðandi
partarnar.
Útihýsa ongum
møguleikum
Hóast egyptar hava sagt,
at ísraelska tilboðið kann
ikki góðkennast, tí tað er
ikki nóg víttgangandi, so
hava menn hongt seg
meira í, at ísraelski tíðind-
aráðharrin herfyri segði, at
Egyptaland vil ikki úti-
hýsa nøkrum møguleika.
Allon hevur eisini ting-
ast við Kissinger fyri at
hoyra hansara meting av
viðurskiftunum millum
Egyptaland og Sovjetsam-
veldið um tað maktstríð,
sum menn halda fer fram í
Moskva, og aðrar týðandi
spumingar.
Allon segði, at hann
hevði onki nýtt uppskot
við sær til Washington,
men hann helt, at tað vóru
hendar so nógvar broyt-
ingar síðani hann var í
Washington í desember, at
tað var neyðugt hjá sær at
hitta amerikanska uttan-
ríkisráðharran aftur nú.
♦
#
0