Tíðindablaðið - 15.01.1975, Page 9
TIDINDABLADIÐ mikudagin 15. januar 1975
Síða 9
9
Nýtt grundarlag
fyri prístalinum
í hesum árinum
í samgonguskjalinum binda teir tríggir
flokkarnir seg ikki heilt fast í so
mongum málum, men eitt undantak er
tó í prístalinum. Hesin spurningur hevur
verið til viðgerðar í mong harrans ár,
men grundarlagið er ongantíð broytt
síðani 1939.
Raktu skeivt
flogfar
Eitt jugoslaviskt flog-
far, sum stóð í Orly-
floghavnini í Paris var
mikudagin rakt av eini
granat, sum møguliga
ætlanin var skuldi raka
eitt ísraelskt flogfar,
sum júst tá var um at
fara á flog við meira enn
100 fólkum umborð.
Jugoslaviska flogfarið,
sum ikki hevði fingið
ferðafólk umborð, fekk
rættuliga stóran skaða,
og tvey fólk fingu skað-
a. Skotini komu frá ein-
um bili ikki langt frá,
og teir báðir menninir i
bilinum skundaðu sær
burtur, áðrenn løgregl-
an fekk hendur á teim-
um. Annað skotið rakti
ein bygning í floghavn-
ini, men gjørdi ikki
stóran skaða.
Ein israelskur tals-
maður sigur, at tá flog-
skiparin á ísraelska
flogfarinum hoyrdi tað
fyrra skotið, koyrdi
hann meira ferð á fyri at
sleppa av stað.
Franska tíðindastov-
an hevur fingið eini boð
í Beirut frá felagsskap-
inum Svarta Septem-
ber, sum hevur átikið
sær ábyrgdina fyri at-
sóknina. Ein annar
partisanfelagsskapur
hevur eisini átikið sær
ábyrgdina.
Ongin tíð
út at geva
Hussein kongur i Jor-
dan sigur, at tað er
bráðneyðugt at fáa
gjørt ein friðarsáttmála
í Miðeystri, av tí at
hann metir støðuna har
at vera sera álvarsliga.
Hussein sigur, at burt-
ursæð frá teimum fyrst-
u stigunum, sum vórðu
tikin eftir oktober-
kríggið í 1973, er lítið
hent í royndunum at
skapa frið. Hann helt,
at USA er í eini slikari
støðu, at landið kann
gera eitt munagott ar-
beiði fyri at fáa ein frið-
arsáttmála í lag, men
tað er ikki nógv tíð út
at geva, segði jordanski
kongurin.
Kanningar yvir
Norðurvietnam
I Washington hava um-
boðsmenn fyri verju-
málaráðið sagt, at a-
merikansk flogfør hava
gjørt regluligar kann-
ingarferðir yvir Norður-
vietnam i eina tíð.
Norðurvietnamesarar
hava fleiri ferðir mót-
STUTT
UTTANEFTIR
mælt slíkum flogferð-
um. Embætismenninir
siga, at hesar flogferðir
eru gjørdar av tí, at
norðurvietnamesarar
og vietcong hava hert
bardagarnar og at
Norðurvietnam hevur
sent herfólk suðurum.
Ein almennur tals-
maður fyri amerikanska
verjumálaráðið hevur
sýtt fyri at gera við-
merkingar til tíðindini.
Hann segði, at kann-
ingarferðir hava verið
gjørdar yvir Suðurviet-
nam.
Heroin
Politiið í Onglandi hev-
ur funnið heroin fyri
meira enn eina miljón
pund. Hetta er størsta
nøgd av heroin, sum
politiið har í landinum
nakrantíð er komið
fram á. Sjey kinesarar
eru settir fastir i sam-
band við hetta mál.
Eisini politiið í Eyst-
urríki og Belgia hevur
funnið stórar nøgdir av
heroin. Talan er um eitt
virðið uppá eini 14
miljónir krónur. Hetta
var funnið í viðførinum
hjá 20 malaysarum,
sum komu við flogfari
úr Kualalumpur. Poli-
tiið í Wien tók fyrst
tíggju fólk, tá tey komu
úr einum belgiskum
flogfari, sum millum-
lendi har. Boð um hetta
vórðu send gjøgnum
Interpol, og tá flogfarið
lendi í Bruxelles, fann
politiið har meira hero-
in, og 10 fólk aftrat
vórðu tikin.
Somu reglur fyri
onglendingar
Ein tinglimur fyri
skotska tjóðskapar-
flokkin sigur, at fær
Skotland 50-fjórðinga
fiskimark, skulu somu
reglur verða galdandi
fyri enskar fiskimenn
sum fyri aðrar útlend-
ingar, og teir skulu ikki
hava nakað serloyvi.
Hann segði, at hetta er
eitt av teimum mongu
dømuíum um, at stríð
verður millum ensk og
skotsk áhugamál. Hesin
tinglimurin, Douglas
Henderson, sigur, at
trolarar úr Hull og
Grimsby eru ein hóttan
ímóti skotska sildaídn-
aðinum, sum gevur
arbeiði til eini 60.000
fólk. Henderson segði
eisini, at teir skotsku
fiskimenninir skilja væl
norðmenn, sum royna at
fáa eitt 50 fjórðinga fisk-
imark.
Samgongan sigur, at ar-
beiðið við at fullfíggjað
arbeiðið við tí nýggja prís-
talsgrundarlagnum skal
gerast liðugt, og at broyt-
ingin skal koma í gildi í
hesum árinum.
Samstundis skal grund-
talið setast til 100.
Prísjavning
Endurgjaldið, sum løn-
móttakarar fáa fyri prís-
talshækkingar, er ójavnt.
Arbeiðsmaðurin fekk —
við lóg — hækkað endur-
gjald frá 1. januar, men
tað er tó munandi minni
enn hvat t.d. tænastu-
menn fáa. Samgongan sig-
ur í skjalinum, at lønar-
stættirnir skulu hava sam-
a endurgjald í krónum, tá
prísurin hækkar.
Tað skal eisini arbeiðast
fyri at samskipa tey ym-
isku lønarløgini (føroyskt,
danskt og føroyskt-
danskt), og fólk, sum hava
almenna løn í Føroyum,
skulu bert fáa sína løn við-
gjørda í samráðingum
millum tað almenna og før-
oysk yrkisfeløg. Hetta
skal ivaleyst skiljast so-
leiðis, at donsk yrkisfeløg
ikki í framtíðini kunnu
seta krøv fyri fólk, sum fáa
løn í Føroyum.
Avskrivingar
og skattur
Eitt annað enn prístals-
grundarlagið, sum sam-
gongan bindur seg til at
gera, er at lækka skattin
hjá lág- og miðalinntøk-
um, og øll skatta- og toll-
lóggávan skal endurskoð-
ast og nýskipast.
Avskrivingarlógin, sum
so nógv hevur verið tosað
og skrivað um, skal broyt-
ast. Eftir tí núgaldandi
lógini kunnu nógv fólk,
sum t.d. eru í føstum
starvi, seta nakað av pen-
ingi i eitt skip og so draga
væl frá í sjálvuppgávuni.
Um henda spurning
verður sagt, at avskriving-
ar skulu koma vinnuni
heldur enn einstaklingum
til góðar. Nýggj skatta-
skipan fyri partafeløg skal
eisini gerast.
Sethúsini
Orðingin í samgonguskjal-
inum um íbúðarmálið er
eisini rættuliga bindandi.
Umstøðurnar skulu lagast
so, at eisini fólk við lágum
inntøkum fáa høvi til at
fáa sær hús og at sita við
teimum. Lánini til húsa-
og íbúðarbygging skulu
gerast langfreistað og bí-
lig, m.a. við at Húsaláns-
grunnurin fær størri stud-
ning. Samtíðis skulu serlig
tiltøk gerast, sum elva
fólki at spara upp til húsa-
bygging.
Fyri at fáa grundstykkj-
aprísin i eina rímuliga legu
skal tað almenna virka fyri
øktum útboði av byggi-
lendi og reka miðvísan
byggibúningarpolitikk og
bý arplánlegging.
Samferðsla
og mentan
Eftir fastari ætlan skulu
strandferðslan og sam-
ferðslan eftir landi út-
byggjast og samskipast,
og tænastan (ella service)
hjá telefonverkinum og
strandferðsluni skulu sam-
arbeiðast við postverkið,
Framhald. av bls. 2
arliga byrðu. Hvør før-
oyskur skattgjaldari skal
næsta ár gjalda millum
500 og 1000 kr. fyri, at
postverkið er vorðið før-
oyskt. í hesi upphæddini,
sum óivað er ov lágt sett,
er ikki íroknað útreiðslur
til íløgur — nýtt pakka-
posthús í Tórshavn og í-
løgur annars runt landið —
sum sjálvandi fevna um
stórar upphæddir fyri tey
árini, tær verða framdar.
Sjálvur havi eg lítlan hug
til at gjalda hesar útreiðsl-
ur. Tó skal mín lutur, havi
eg liv og heilsu, av teimum
ymisku yvirtøkuútreiðsl-
unum ikki liggja eftir.
Hetta seinasta tori eg at
siga er galdandi fyri allar
sambandsmenn.
tá tað verður yvirtikið.
Tað skal arbeiðast fyri at
fáa innanoyggjaflúgving,
og tað skal tryggjast, at
føroyingar kunnu fara
undir at reka millumlanda-
flúgving. Møguleikarnir
fyri flutningi av ferðafólki
sjóvegis millum lond skulu
betrast.
Skúlaskapurin skal út-
byggjast, so at bestu og
fjølbroyttastu útbúgving-
armøguleikar fáast heima,
og dentur skal leggjast á
at laga skúlaskapin eftir
føroyskum viðurskiftum.
Somuleiðis skal skundast
undir arbeiðið við útgávu
av føroyskum skúlabók-
um. ''''
Um aðrar mentunar-
tættir sigur samgongu-
skjalið m.a., at útvarpið
skal útbyggjast og møgu-
leikar skapast fyri fjøl-
broyttum innihaldi og
longdari senditíð, og at
arbeitt verður framvegis
fyri stovnseting av sjón-
varpi.
Tað, sum er skrivað her
og á síðu 4 og 5 er í
høvuðsheitum innihaldið í
tí skjali, sum tann nýggja
landsstýrissamgongan
grundar sín politikk á.
Hetta vóru bert nakrar
heilt fáar viðmerkingar til
samgonguskjalið, og vilja
vit gera nógv fleiri, sum
tíðin líður.
At enda skal eg vátta, at
Sambandsflokkurin vil
fremja eitt positivt and-
støðuarbeiði við tí fyri
eyga at fáa sum best burt-
urúr fyri land og fólk okk-
ara.
Umframt at viðgera tey
einstøku málini, sum koma
frá samgonguni og at
royna at ávirka til bestu
loysn av teimum, vil Sam-
bandsflokkurin leggja
fram sini egnu lógarupp-
skot og í øllum lutum
royna at tryggja ein áhald-
andi konstruktivan liberal-
an sambandspolitikk.
Pauli Ellefsen
R
Æ
D
U
R
Tann dagin, tá tann gamli
Ebenezer Balfour og David vitj-
aðu skiparan Hoseason umborð
á skipi hansara, skuldu teir eis-
ini havt vitjað sakførarin
Rankeillor. Nú avtalaðu Alan og
Daviđ, at Alan fyribils skuldi
krógva seg, til David hevði tos-
að við Rankeillor. Teir avtalaðu
eisini, hvat David skuldi gera, tá
hann vildi hava Alan at koma
fram.
David spákaði nú inn í býin,
haðani hann náðileyst var blivin
«shanghajaður» og rendur um-
borð á skipið. Við trimum shill-
ingum í lummanum og í klodi
utum klæðum snikti hann se
fram við húsaveggjunum c
tordi ikki so frægt sum at spyr
fólk, hvønn veg hann skul
ganga.