Tíðindablaðið - 15.01.1975, Síða 9

Tíðindablaðið - 15.01.1975, Síða 9
TIDINDABLADIÐ mikudagin 15. januar 1975 Síða 9 9 Nýtt grundarlag fyri prístalinum í hesum árinum í samgonguskjalinum binda teir tríggir flokkarnir seg ikki heilt fast í so mongum málum, men eitt undantak er tó í prístalinum. Hesin spurningur hevur verið til viðgerðar í mong harrans ár, men grundarlagið er ongantíð broytt síðani 1939. Raktu skeivt flogfar Eitt jugoslaviskt flog- far, sum stóð í Orly- floghavnini í Paris var mikudagin rakt av eini granat, sum møguliga ætlanin var skuldi raka eitt ísraelskt flogfar, sum júst tá var um at fara á flog við meira enn 100 fólkum umborð. Jugoslaviska flogfarið, sum ikki hevði fingið ferðafólk umborð, fekk rættuliga stóran skaða, og tvey fólk fingu skað- a. Skotini komu frá ein- um bili ikki langt frá, og teir báðir menninir i bilinum skundaðu sær burtur, áðrenn løgregl- an fekk hendur á teim- um. Annað skotið rakti ein bygning í floghavn- ini, men gjørdi ikki stóran skaða. Ein israelskur tals- maður sigur, at tá flog- skiparin á ísraelska flogfarinum hoyrdi tað fyrra skotið, koyrdi hann meira ferð á fyri at sleppa av stað. Franska tíðindastov- an hevur fingið eini boð í Beirut frá felagsskap- inum Svarta Septem- ber, sum hevur átikið sær ábyrgdina fyri at- sóknina. Ein annar partisanfelagsskapur hevur eisini átikið sær ábyrgdina. Ongin tíð út at geva Hussein kongur i Jor- dan sigur, at tað er bráðneyðugt at fáa gjørt ein friðarsáttmála í Miðeystri, av tí at hann metir støðuna har at vera sera álvarsliga. Hussein sigur, at burt- ursæð frá teimum fyrst- u stigunum, sum vórðu tikin eftir oktober- kríggið í 1973, er lítið hent í royndunum at skapa frið. Hann helt, at USA er í eini slikari støðu, at landið kann gera eitt munagott ar- beiði fyri at fáa ein frið- arsáttmála í lag, men tað er ikki nógv tíð út at geva, segði jordanski kongurin. Kanningar yvir Norðurvietnam I Washington hava um- boðsmenn fyri verju- málaráðið sagt, at a- merikansk flogfør hava gjørt regluligar kann- ingarferðir yvir Norður- vietnam i eina tíð. Norðurvietnamesarar hava fleiri ferðir mót- STUTT UTTANEFTIR mælt slíkum flogferð- um. Embætismenninir siga, at hesar flogferðir eru gjørdar av tí, at norðurvietnamesarar og vietcong hava hert bardagarnar og at Norðurvietnam hevur sent herfólk suðurum. Ein almennur tals- maður fyri amerikanska verjumálaráðið hevur sýtt fyri at gera við- merkingar til tíðindini. Hann segði, at kann- ingarferðir hava verið gjørdar yvir Suðurviet- nam. Heroin Politiið í Onglandi hev- ur funnið heroin fyri meira enn eina miljón pund. Hetta er størsta nøgd av heroin, sum politiið har í landinum nakrantíð er komið fram á. Sjey kinesarar eru settir fastir i sam- band við hetta mál. Eisini politiið í Eyst- urríki og Belgia hevur funnið stórar nøgdir av heroin. Talan er um eitt virðið uppá eini 14 miljónir krónur. Hetta var funnið í viðførinum hjá 20 malaysarum, sum komu við flogfari úr Kualalumpur. Poli- tiið í Wien tók fyrst tíggju fólk, tá tey komu úr einum belgiskum flogfari, sum millum- lendi har. Boð um hetta vórðu send gjøgnum Interpol, og tá flogfarið lendi í Bruxelles, fann politiið har meira hero- in, og 10 fólk aftrat vórðu tikin. Somu reglur fyri onglendingar Ein tinglimur fyri skotska tjóðskapar- flokkin sigur, at fær Skotland 50-fjórðinga fiskimark, skulu somu reglur verða galdandi fyri enskar fiskimenn sum fyri aðrar útlend- ingar, og teir skulu ikki hava nakað serloyvi. Hann segði, at hetta er eitt av teimum mongu dømuíum um, at stríð verður millum ensk og skotsk áhugamál. Hesin tinglimurin, Douglas Henderson, sigur, at trolarar úr Hull og Grimsby eru ein hóttan ímóti skotska sildaídn- aðinum, sum gevur arbeiði til eini 60.000 fólk. Henderson segði eisini, at teir skotsku fiskimenninir skilja væl norðmenn, sum royna at fáa eitt 50 fjórðinga fisk- imark. Samgongan sigur, at ar- beiðið við at fullfíggjað arbeiðið við tí nýggja prís- talsgrundarlagnum skal gerast liðugt, og at broyt- ingin skal koma í gildi í hesum árinum. Samstundis skal grund- talið setast til 100. Prísjavning Endurgjaldið, sum løn- móttakarar fáa fyri prís- talshækkingar, er ójavnt. Arbeiðsmaðurin fekk — við lóg — hækkað endur- gjald frá 1. januar, men tað er tó munandi minni enn hvat t.d. tænastu- menn fáa. Samgongan sig- ur í skjalinum, at lønar- stættirnir skulu hava sam- a endurgjald í krónum, tá prísurin hækkar. Tað skal eisini arbeiðast fyri at samskipa tey ym- isku lønarløgini (føroyskt, danskt og føroyskt- danskt), og fólk, sum hava almenna løn í Føroyum, skulu bert fáa sína løn við- gjørda í samráðingum millum tað almenna og før- oysk yrkisfeløg. Hetta skal ivaleyst skiljast so- leiðis, at donsk yrkisfeløg ikki í framtíðini kunnu seta krøv fyri fólk, sum fáa løn í Føroyum. Avskrivingar og skattur Eitt annað enn prístals- grundarlagið, sum sam- gongan bindur seg til at gera, er at lækka skattin hjá lág- og miðalinntøk- um, og øll skatta- og toll- lóggávan skal endurskoð- ast og nýskipast. Avskrivingarlógin, sum so nógv hevur verið tosað og skrivað um, skal broyt- ast. Eftir tí núgaldandi lógini kunnu nógv fólk, sum t.d. eru í føstum starvi, seta nakað av pen- ingi i eitt skip og so draga væl frá í sjálvuppgávuni. Um henda spurning verður sagt, at avskriving- ar skulu koma vinnuni heldur enn einstaklingum til góðar. Nýggj skatta- skipan fyri partafeløg skal eisini gerast. Sethúsini Orðingin í samgonguskjal- inum um íbúðarmálið er eisini rættuliga bindandi. Umstøðurnar skulu lagast so, at eisini fólk við lágum inntøkum fáa høvi til at fáa sær hús og at sita við teimum. Lánini til húsa- og íbúðarbygging skulu gerast langfreistað og bí- lig, m.a. við at Húsaláns- grunnurin fær størri stud- ning. Samtíðis skulu serlig tiltøk gerast, sum elva fólki at spara upp til húsa- bygging. Fyri at fáa grundstykkj- aprísin i eina rímuliga legu skal tað almenna virka fyri øktum útboði av byggi- lendi og reka miðvísan byggibúningarpolitikk og bý arplánlegging. Samferðsla og mentan Eftir fastari ætlan skulu strandferðslan og sam- ferðslan eftir landi út- byggjast og samskipast, og tænastan (ella service) hjá telefonverkinum og strandferðsluni skulu sam- arbeiðast við postverkið, Framhald. av bls. 2 arliga byrðu. Hvør før- oyskur skattgjaldari skal næsta ár gjalda millum 500 og 1000 kr. fyri, at postverkið er vorðið før- oyskt. í hesi upphæddini, sum óivað er ov lágt sett, er ikki íroknað útreiðslur til íløgur — nýtt pakka- posthús í Tórshavn og í- løgur annars runt landið — sum sjálvandi fevna um stórar upphæddir fyri tey árini, tær verða framdar. Sjálvur havi eg lítlan hug til at gjalda hesar útreiðsl- ur. Tó skal mín lutur, havi eg liv og heilsu, av teimum ymisku yvirtøkuútreiðsl- unum ikki liggja eftir. Hetta seinasta tori eg at siga er galdandi fyri allar sambandsmenn. tá tað verður yvirtikið. Tað skal arbeiðast fyri at fáa innanoyggjaflúgving, og tað skal tryggjast, at føroyingar kunnu fara undir at reka millumlanda- flúgving. Møguleikarnir fyri flutningi av ferðafólki sjóvegis millum lond skulu betrast. Skúlaskapurin skal út- byggjast, so at bestu og fjølbroyttastu útbúgving- armøguleikar fáast heima, og dentur skal leggjast á at laga skúlaskapin eftir føroyskum viðurskiftum. Somuleiðis skal skundast undir arbeiðið við útgávu av føroyskum skúlabók- um. '''' Um aðrar mentunar- tættir sigur samgongu- skjalið m.a., at útvarpið skal útbyggjast og møgu- leikar skapast fyri fjøl- broyttum innihaldi og longdari senditíð, og at arbeitt verður framvegis fyri stovnseting av sjón- varpi. Tað, sum er skrivað her og á síðu 4 og 5 er í høvuðsheitum innihaldið í tí skjali, sum tann nýggja landsstýrissamgongan grundar sín politikk á. Hetta vóru bert nakrar heilt fáar viðmerkingar til samgonguskjalið, og vilja vit gera nógv fleiri, sum tíðin líður. At enda skal eg vátta, at Sambandsflokkurin vil fremja eitt positivt and- støðuarbeiði við tí fyri eyga at fáa sum best burt- urúr fyri land og fólk okk- ara. Umframt at viðgera tey einstøku málini, sum koma frá samgonguni og at royna at ávirka til bestu loysn av teimum, vil Sam- bandsflokkurin leggja fram sini egnu lógarupp- skot og í øllum lutum royna at tryggja ein áhald- andi konstruktivan liberal- an sambandspolitikk. Pauli Ellefsen R Æ D U R Tann dagin, tá tann gamli Ebenezer Balfour og David vitj- aðu skiparan Hoseason umborð á skipi hansara, skuldu teir eis- ini havt vitjað sakførarin Rankeillor. Nú avtalaðu Alan og Daviđ, at Alan fyribils skuldi krógva seg, til David hevði tos- að við Rankeillor. Teir avtalaðu eisini, hvat David skuldi gera, tá hann vildi hava Alan at koma fram. David spákaði nú inn í býin, haðani hann náðileyst var blivin «shanghajaður» og rendur um- borð á skipið. Við trimum shill- ingum í lummanum og í klodi utum klæðum snikti hann se fram við húsaveggjunum c tordi ikki so frægt sum at spyr fólk, hvønn veg hann skul ganga.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.