Tíðindablaðið - 05.02.1975, Page 3
* TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 5. februar 1975
Síða 3
♦
*
0
LESARIN SKRIVAR
Bert lesarabrøv við navni undir koma í blaðið.
Val av marknaðarnevnd
á løgtingi
Tá ið marknaðarnevndin í
seinastu tingsetu varð
vald til at taka sær av
marknaðarmálum, við øð-
rum orðum ein nevnd til at
taka sær av uttanríkis-
málum, vóru allir flokkar á
tingi á einum máli um, at
flokksformenninir i hvørj-
um flokki skuldu verða
umboðaðir. Tjóðveldis-
flokkurin við Erlendi mutl-
aði ímóti, einamest fyri at
útihýsa framburðsflokkin-
um, men nú tók fólka-
flokkurin til orða og kravdi
framburðsflokkin uppí, og
so var. Ikki tí framburðs-
flokkurin hevur verið stuð-
ulin hjá fólkaflokkinum
gjøgnum árini til nevnd-
arlimir fyri umboðan í
norrøna ráðnum, ið er utt-
anríkisnevnd, og til næst-
formann í tinginum og að-
rar heimligar løgtings-
nevndir.
Nú skuldi so í hesi ting-
setuni Veljast marknaðar-
nevnd av nýggjum, og var
eg vísur í, at mannagongd-
in var tann sama, at allir
flokkar vórðu umboðaðir í
hesi fyri allar føroyingar so
álvarsomu nevnd, uttan
mun til flokspolitikk.
Tá ið marknaðarnevndin
saman við øðrum nevnđum
kom til tingið hesa ferð,
vóru umboð fyri teir ym-
isku flokkarnar valdir til
tær vanligu tingnevndir-
nar, men tá ið tað kom til
val av marknaðarnevnd,
ivaðist eg ikki í, at fram-
burðsflokkurin fekk um-
boð eins og í fyrru tingset-
uni. Eftir at løgtingsfor-
maðurin fekk protest frá
sambandsflokkinum,
sjálvstýrisflokkinum og
framburðsflokkinum, um
mannagongdina at útihýsa
framburðsflokkinum um-
boð, og tá eg legði skriv til
protokollina sum mótmæli
kveistraði løgtingsformað-
urin Øregaard hesar pro-
testir burtur og valdi sum
vant 7 mannanevnd og úti-
hýsti sostatt framburðs-
flokkinum, sum nú einasti
flokkur, ið ikki er umboð-
aður fiskivinnuni viðvíkj-
andi i fyrstu syftu. Av
mannagongdini í sam-
gonguni frættist, at Er-
lendur og Hákun hava
gjørt rossahandil um um-
boðini, so at Erlendur
bleiv formaður í nevndini,
móti at fólkaflokkurin fekk
2 mans, og setti Hákun
Jógvan Sundstein í tann
sessin, ið framburðsflokk-
urin átti. Hetta er teimum
so líkt.
Hvat siga eysturoyingar
um umboðsmenn teirra,
ella hvat siga fólkaflokks-
veljarar kring landið um
slíkar menn, ið hava svikið
sínar veljarar.
Jógvan Sundstein og eg
høvdu avtalu um, at hann
til eina og hvørja tíð skuldi
lata meg vita, hvussu sam-
ráðingarnar fóru fram,
men hvør ið ikki hoyrdi frá
Jógvan Sundstein fyrr enn
bumban brast, hvar fólka-
flokkurin leyp yvir í
vinstra bólkin, var eg,
kosta hvat tað vildi.
So roynast álitismenn.
Vónandi t£ika vit hetta
til eftirtektar.
Kjartan Mohr
Ungdómshús í Havn
Nú hevur aftur talan verið
um ungdómshús her i
Havn, og eru menn so ym-
iskir á máli, at bert ein
vøkkult semja fekst um
málið og mong eru illa
nøgd við úrslitið.
Seinast eg skriVaði um
hetta mál var i oktober i
74, har vísti eg á væl
gongda leið til at loysa
hetta mál soleiðis, at øll
skuldu taka undir og eing-
in kenna seg gingnan ov
nær.
Mælt var til at tala við
Kjartan Mohr skipasmiðj-
ustjóra um at yvirtaka
leigumál hansara av gamla
sjómansskúlanum, hetta
leigumál er galdandi í
tjúgu ár. Valla haldi eg, at
Kjartan Mohr hevði borið
seg undan samráðing, um
honum varð boðin eitt
sindur av samsýning. Tí
øll vita vit, hvussu nógv
hann hugsar um ungdómin
og um hvussu samfelags-
virðini skulu umsitast.
Gamla sjómansskúlan,
hugsi eg mær, at hann
leigar bert til at hann skal
ikki fara í órøkt, ti er leig-
an so rímulig, bert 70 —
sjeyti — krónur um mán-
an. At tað, sum skipa-
smiðjan leigar út sjálvt,
kostar eitt sindur meira, er
ikki annað enn rímuligt, tá
ein hugsar um, at teir
kanska kundu nýtt rúmini
sjálvir, men av berari væl-
vild lata teir tey frá sær.
Eg skal endurtaka upp-
skot mítt og mæla so stáð-
iliga til at tit nýta hesa
eyðgongdu leið, og ikki
bara drepa úr munni sum
seinast. Býráðið eigur
gamla sjómansskúlan,
men hevur — helst í brá-
ræsni — leigað hann út til
Kjartan Mohr løgtings-
mann og býráðslim í Havn
— talið við hann um at
lata leigumálið frá sær til
hetta samfundsgagnliga
endamál! Somikið skuldu
vit kent henda mann, hann
fer ikki at siga nei, tí
stavnhald hansara her á
landi kenna vit øll og eisini
vita vit, at hann er mætur
samfelagsidealistur.
Fraser Eysturoy
G.H.M.
hevur gamlar dansir í Sjónleikarhús-
inum føstulávintsleygarkvøld 8.
februar kl. 22.
Tekningarlisti liggur hjá Børge
Jørgensen instrumentmakara í Dr.
Jacobsensgøtu til og við f ríggjadeg-
num.
G.H.M.
Føstutíð-grýlutíð
og sjálvandi finst sum vanligt
størsta úrvalið av skortum,
maskum, hattum, serpentinum
og m.a. til skemt
í ítróttarbúðini
tlf. 12753
Bygdaordrar avgreiðast
Til sølu
hin Opel Cadet Caravan til sølu. Hevur koyrt
19.000 km.
Selist vegna keyp av størri bili.
Kaj Petersen, heilsøla
tlf. 1. .'l'idf)
Føðingar
Tann 19. januar fingu
Brynhild og Niclas Jo-
ensen i Havn ein son.
Tann 20. januar fing-
u Maud og Oscar Poul-
sen á Skipanesi ein son.
Tann 21. januar fing-
u Finngerð og Jóhannes
Hansen, Rasmusargøtu
10 í Havn ein son.
Tann 22. januar fing-
u Emi Egholm og Elias
Mikkelsen i Havn ein
son.
Tann 23. januar fing-
u Friðgerð og Andras
Poulsen, Vaktarhús-
brekka 6 í Havn eina
dóttur.
Tann 23. januar fing-
u Magdalena og Svenn-
ing Johannesen í Funn-
ingi eina dóttur.
Tann 24. januar fing-
u Sigrid og Olaf Hansen
í Havn ein son.
Tann 25. januar fing-
u Sonja og Harald
Hammer í Gøtu eina
đóttur.
Tann 26. januar fing-
u Ansa og Jákup Elia-
sen í Fuglafirði eina
dóttur.
Tann 27. januar fing-
u Vígdis og Hjørleif
Christiansen i Sørvági
eina dóttur.
Tann 29. januar fing-
u Anna og Óli Erlings-
son, Heiðastubbi 6 í
Havn eina dóttur.
Tann 29. januar fing-
u Sigrid og Eyðbjørn
Mørkøre á Eiði eina
dóttur.
Tann 3. februar fingu
Andrea og Arnbjørn R.
Thomsen, Varðagøtu í
Havn ein son.
Andlát
Hans Jákup Heinesen
av Sandi, vanliga nevn-
dur Hans Jakki í Topp-
igarðinum, andaðist
mikudagin 29. januar,
80 ára gamal.
Anna Kathrina Poul-
sen, ættað úr Hvalba,
andaðist hósdagin 30.
januar, 78 ára gomul.
Elisabeth Mikkelsen í
Árnafirði andaðist hós-
dagin 30. januar 69 ára
gomul.
Marius Berg, Gøtu-
gjógv, andaðist 2. feb-
ruar, 80 ára gamal.
Anna Margretha Dahl,
Tórshavn, ættað úr
Dali, andaðist mána-
dagin 3. februar, 87 ára
gomul.
NÝTT
m NØVN
80 ár
í dag fyllir Hans Jákup
Magnussen, Saltangará
80 ár. Hann var í fleiri
ár havnarfúti í Runa-
vík, til hann legði frá
sær fyri aldur fyri eini
10 árum siðani. Á ung-
um árum fordi Hans
Jákup skip. Hann er
ættaður úr Lorvik og
tók skiparaprógv hjá
Djurholm í 1915. Hann
fekk Karina at føra í
1917, men hevði ikki
aldurin, og tí mátti
hann Jiava flaggskipar-
a.
75 ár
í morgin 6. januar verð-
ur Hanus Hans> n,
lróndi i Hattarvík, 75
ár. Kona hansara, Jó-
hanna Maria, er lærar-
inda. Hon er ættað frá
Gjógv. Tey eiga børnini
Hanus og Elspu Mariu.
Silvurbrúdleyp
1 dag kunnu hjúnini
Aðalbjørg og Sigurd
Joensen í Oyndarfirði
halda silvurbrúdleýp.
1 dag kunnu Frida og
Leivur Zachariasen í
Klaksvík halda silvur-
brúdleyp, tey eru burt-
urstødd.
Fysioterapeutur
I Keypmannahavn hev-
ur Hanna Heinesen úr
Klaksvík lokið prógv
sum fysioterapeutur.
*
*
*
*
*
*
Nýtt um nøvn — føð-
ingardagar, brúdleyp,
starvsdagar o.a. —
kunnu sendast til Tið-
indablaðið, Klokkara-
gøtu 19, 3500 Tórshavn
ella ringjast inn á tlf. I
4S'I9.