Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 3

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 3
* TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 5. februar 1975 Síða 3 ♦ * 0 LESARIN SKRIVAR Bert lesarabrøv við navni undir koma í blaðið. Val av marknaðarnevnd á løgtingi Tá ið marknaðarnevndin í seinastu tingsetu varð vald til at taka sær av marknaðarmálum, við øð- rum orðum ein nevnd til at taka sær av uttanríkis- málum, vóru allir flokkar á tingi á einum máli um, at flokksformenninir i hvørj- um flokki skuldu verða umboðaðir. Tjóðveldis- flokkurin við Erlendi mutl- aði ímóti, einamest fyri at útihýsa framburðsflokkin- um, men nú tók fólka- flokkurin til orða og kravdi framburðsflokkin uppí, og so var. Ikki tí framburðs- flokkurin hevur verið stuð- ulin hjá fólkaflokkinum gjøgnum árini til nevnd- arlimir fyri umboðan í norrøna ráðnum, ið er utt- anríkisnevnd, og til næst- formann í tinginum og að- rar heimligar løgtings- nevndir. Nú skuldi so í hesi ting- setuni Veljast marknaðar- nevnd av nýggjum, og var eg vísur í, at mannagongd- in var tann sama, at allir flokkar vórðu umboðaðir í hesi fyri allar føroyingar so álvarsomu nevnd, uttan mun til flokspolitikk. Tá ið marknaðarnevndin saman við øðrum nevnđum kom til tingið hesa ferð, vóru umboð fyri teir ym- isku flokkarnar valdir til tær vanligu tingnevndir- nar, men tá ið tað kom til val av marknaðarnevnd, ivaðist eg ikki í, at fram- burðsflokkurin fekk um- boð eins og í fyrru tingset- uni. Eftir at løgtingsfor- maðurin fekk protest frá sambandsflokkinum, sjálvstýrisflokkinum og framburðsflokkinum, um mannagongdina at útihýsa framburðsflokkinum um- boð, og tá eg legði skriv til protokollina sum mótmæli kveistraði løgtingsformað- urin Øregaard hesar pro- testir burtur og valdi sum vant 7 mannanevnd og úti- hýsti sostatt framburðs- flokkinum, sum nú einasti flokkur, ið ikki er umboð- aður fiskivinnuni viðvíkj- andi i fyrstu syftu. Av mannagongdini í sam- gonguni frættist, at Er- lendur og Hákun hava gjørt rossahandil um um- boðini, so at Erlendur bleiv formaður í nevndini, móti at fólkaflokkurin fekk 2 mans, og setti Hákun Jógvan Sundstein í tann sessin, ið framburðsflokk- urin átti. Hetta er teimum so líkt. Hvat siga eysturoyingar um umboðsmenn teirra, ella hvat siga fólkaflokks- veljarar kring landið um slíkar menn, ið hava svikið sínar veljarar. Jógvan Sundstein og eg høvdu avtalu um, at hann til eina og hvørja tíð skuldi lata meg vita, hvussu sam- ráðingarnar fóru fram, men hvør ið ikki hoyrdi frá Jógvan Sundstein fyrr enn bumban brast, hvar fólka- flokkurin leyp yvir í vinstra bólkin, var eg, kosta hvat tað vildi. So roynast álitismenn. Vónandi t£ika vit hetta til eftirtektar. Kjartan Mohr Ungdómshús í Havn Nú hevur aftur talan verið um ungdómshús her i Havn, og eru menn so ym- iskir á máli, at bert ein vøkkult semja fekst um málið og mong eru illa nøgd við úrslitið. Seinast eg skriVaði um hetta mál var i oktober i 74, har vísti eg á væl gongda leið til at loysa hetta mál soleiðis, at øll skuldu taka undir og eing- in kenna seg gingnan ov nær. Mælt var til at tala við Kjartan Mohr skipasmiðj- ustjóra um at yvirtaka leigumál hansara av gamla sjómansskúlanum, hetta leigumál er galdandi í tjúgu ár. Valla haldi eg, at Kjartan Mohr hevði borið seg undan samráðing, um honum varð boðin eitt sindur av samsýning. Tí øll vita vit, hvussu nógv hann hugsar um ungdómin og um hvussu samfelags- virðini skulu umsitast. Gamla sjómansskúlan, hugsi eg mær, at hann leigar bert til at hann skal ikki fara í órøkt, ti er leig- an so rímulig, bert 70 — sjeyti — krónur um mán- an. At tað, sum skipa- smiðjan leigar út sjálvt, kostar eitt sindur meira, er ikki annað enn rímuligt, tá ein hugsar um, at teir kanska kundu nýtt rúmini sjálvir, men av berari væl- vild lata teir tey frá sær. Eg skal endurtaka upp- skot mítt og mæla so stáð- iliga til at tit nýta hesa eyðgongdu leið, og ikki bara drepa úr munni sum seinast. Býráðið eigur gamla sjómansskúlan, men hevur — helst í brá- ræsni — leigað hann út til Kjartan Mohr løgtings- mann og býráðslim í Havn — talið við hann um at lata leigumálið frá sær til hetta samfundsgagnliga endamál! Somikið skuldu vit kent henda mann, hann fer ikki at siga nei, tí stavnhald hansara her á landi kenna vit øll og eisini vita vit, at hann er mætur samfelagsidealistur. Fraser Eysturoy G.H.M. hevur gamlar dansir í Sjónleikarhús- inum føstulávintsleygarkvøld 8. februar kl. 22. Tekningarlisti liggur hjá Børge Jørgensen instrumentmakara í Dr. Jacobsensgøtu til og við f ríggjadeg- num. G.H.M. Føstutíð-grýlutíð og sjálvandi finst sum vanligt størsta úrvalið av skortum, maskum, hattum, serpentinum og m.a. til skemt í ítróttarbúðini tlf. 12753 Bygdaordrar avgreiðast Til sølu hin Opel Cadet Caravan til sølu. Hevur koyrt 19.000 km. Selist vegna keyp av størri bili. Kaj Petersen, heilsøla tlf. 1. .'l'idf) Føðingar Tann 19. januar fingu Brynhild og Niclas Jo- ensen i Havn ein son. Tann 20. januar fing- u Maud og Oscar Poul- sen á Skipanesi ein son. Tann 21. januar fing- u Finngerð og Jóhannes Hansen, Rasmusargøtu 10 í Havn ein son. Tann 22. januar fing- u Emi Egholm og Elias Mikkelsen i Havn ein son. Tann 23. januar fing- u Friðgerð og Andras Poulsen, Vaktarhús- brekka 6 í Havn eina dóttur. Tann 23. januar fing- u Magdalena og Svenn- ing Johannesen í Funn- ingi eina dóttur. Tann 24. januar fing- u Sigrid og Olaf Hansen í Havn ein son. Tann 25. januar fing- u Sonja og Harald Hammer í Gøtu eina đóttur. Tann 26. januar fing- u Ansa og Jákup Elia- sen í Fuglafirði eina dóttur. Tann 27. januar fing- u Vígdis og Hjørleif Christiansen i Sørvági eina dóttur. Tann 29. januar fing- u Anna og Óli Erlings- son, Heiðastubbi 6 í Havn eina dóttur. Tann 29. januar fing- u Sigrid og Eyðbjørn Mørkøre á Eiði eina dóttur. Tann 3. februar fingu Andrea og Arnbjørn R. Thomsen, Varðagøtu í Havn ein son. Andlát Hans Jákup Heinesen av Sandi, vanliga nevn- dur Hans Jakki í Topp- igarðinum, andaðist mikudagin 29. januar, 80 ára gamal. Anna Kathrina Poul- sen, ættað úr Hvalba, andaðist hósdagin 30. januar, 78 ára gomul. Elisabeth Mikkelsen í Árnafirði andaðist hós- dagin 30. januar 69 ára gomul. Marius Berg, Gøtu- gjógv, andaðist 2. feb- ruar, 80 ára gamal. Anna Margretha Dahl, Tórshavn, ættað úr Dali, andaðist mána- dagin 3. februar, 87 ára gomul. NÝTT m NØVN 80 ár í dag fyllir Hans Jákup Magnussen, Saltangará 80 ár. Hann var í fleiri ár havnarfúti í Runa- vík, til hann legði frá sær fyri aldur fyri eini 10 árum siðani. Á ung- um árum fordi Hans Jákup skip. Hann er ættaður úr Lorvik og tók skiparaprógv hjá Djurholm í 1915. Hann fekk Karina at føra í 1917, men hevði ikki aldurin, og tí mátti hann Jiava flaggskipar- a. 75 ár í morgin 6. januar verð- ur Hanus Hans> n, lróndi i Hattarvík, 75 ár. Kona hansara, Jó- hanna Maria, er lærar- inda. Hon er ættað frá Gjógv. Tey eiga børnini Hanus og Elspu Mariu. Silvurbrúdleyp 1 dag kunnu hjúnini Aðalbjørg og Sigurd Joensen í Oyndarfirði halda silvurbrúdleýp. 1 dag kunnu Frida og Leivur Zachariasen í Klaksvík halda silvur- brúdleyp, tey eru burt- urstødd. Fysioterapeutur I Keypmannahavn hev- ur Hanna Heinesen úr Klaksvík lokið prógv sum fysioterapeutur. * * * * * * Nýtt um nøvn — føð- ingardagar, brúdleyp, starvsdagar o.a. — kunnu sendast til Tið- indablaðið, Klokkara- gøtu 19, 3500 Tórshavn ella ringjast inn á tlf. I 4S'I9.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.