Tíðindablaðið - 05.02.1975, Blaðsíða 6
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 5. februar 1975
Biður um pening
til hernaðarliga
Ihjálp til Saigon
Xuan Thuy biður amerikanarar
velja ímillum kríggj ella frið
Le Duc Tho og Kissinger
3íða 6
IB™"
Vænta stórt
undirskot
Gerald Ford forseti
hevur almannakunn-
gjørt fíggj arlógarupp-
skotið hjá amerikansku
stjórnini. Har er eitt
undirskot upp á 52 milj-
ardir dollars á fíggjar-
ætlanini, sum er upp á
349 miljardir. Forsetin
sigur, at undirskotið
kann koma upp á 70
miljardir dollars, um
tey sparitiltøk, sum
hann hevur skotið upp,
ikki verða sett í verk.
Hesi sparitiltøk raka
serstakliga tær sosialu
veitingamar.
Skulu metast
javnt
Á altjóða ráðstevnum
fer Svøríki at virka fyri
í framtíðini, at fyribils
kollveltingarstjómin í
Suðurvietnam og Sai-
gon-stjórnin verða
javnmettar, men Svør-
íki hevur tó onga ætlan
um at viðurkenna koll-
veltingarstjómina. Tað
var svenski uttanríkis-
ráðharrin, sum segði
hetta í einum svari til
fakfelagsmenn, sum
vendu sær til hansara
við kravi um, at Svøríki
viðurkennur kollvelt-
ingarstjórnina.
Færri um-
sóknir
1 tí uttanríkispolitiska
sovjettiska tíðarritin-
um Novoje Vremja
verður sagt, at talið av
jødum, sum søkja um
útferðarloyvi úr Sovjet-
samveldinum er nógv
minkað í seinastuni.
Sambært tíðarritið fóru
16.000 sovjettiskir jød-
ar í fjør úr Sovjetsam-
veldinum til ísrael.
Blaðið skrivar, at í
løtuni liggja 1.420 um-
sóknir um útferðarloy vi
hjá politinum.
Meira herfólk
Ein talsmaður fyri
Warzawa-samgonguna
sigur, at undir tinging-
unum um minking av
hermannatalinum í Eu-
ropa, roynir NATO at
vinna sær fyrimunir
uttan at bjóða nóg mik-
ið afturfyri. Hann sig-
ur, at NATO vil hava
Sovjetsamveldið til at
minka sítt hermannatal
í Europa við 69.000,
meðan amerikanararnir
skulu minka sítt tal við
29.000. Ein NATO-
talsmaður segði, at
grundin til hetta vest-
STUTT
UTTANEFTIR
urlendska ynski er, at
Sovjetsamveldið
frammanundan hevur
nógrv meira herfólk í
Europa enn vestanveld-
ini.
Vil hækka
oljuprísin
Kuwait hevur boðað
frá, at landið vil hava
teir stóru oljuframleið-
ararnar saman til fund-
ar beinanvegin fyri at
viðgera spurningin um
at hækka oljuprísirnar
aftur. Olju- og fíggjar-
málaráðharrin í Kuwait
segði, at grundin til
hetta er, at tað áhald-
andi fallið á virðinum á
dollaranum hevur gjørt
at keypikraftin minkar
á inntøkunum hjá teim-
um, sum selja olju.
Á einum fundi í Al-
gier fyri stuttum sam-
tyktu tey trettan lima-
londini í OPEC at halda
oljuprísin óbroyttan í
eitt ár, men olju- og
fíggjarmálaráðharrin í
Kuwait segði, at tá
henda avgerð var tikin
høvdu menn ikki tikið
fallið á dollaranum við í
metingina av støðuni.
Ófriður
■ Dehli
Minst átta fólk lótu lív
og eini hundrað fingu
skaða undir saman-
brestum millum indiskt
politi og mótmælis-
menn í Dehli. Ófriðurin
tók seg upp eftir at ein
muhammedanskur leið-
ari varð tikin. Mótmæl-
ismenninir settu eld á
eina politistøð og fleiri
handlar og bilar. Politi-
ið skjeyt ávaringarskot
og nýtti táragass. Um-
leið 200 fólk vórðu sett
føst, og forboð varð sett
fyri at ganga úti í bý-
arpartinum, har ófrið-
urin var. Ein stjórnar-
talsmaður segði, at
tann muhammedanski
leiðarin varð tikin av tí,
at hann saman við øð-
rum hevði roynt at fyri-
byrgja at ein fundur yar
hildin, sum stjómin
skipaði fyri.
Boðar frá
statskvetti
I Portugal hevur ein
vinstrasinnaður bólkur
sent út flogseðlar, har
sagt verður, at høgra-
sinnaðir menn fyrireika
eitt statskvett við am-
erikanskari hjálp. Tann
bólkur, sum boðar frá
hesum, hevur eisini á-
tikið sær ábyrgdina fyri
ófriðin í Oporto næst-
seinasta vikuskiftið.
m
1 síðstu viku kom Gerald
ij Ford forseti við eini áheit-
an á kongressina um at
játta meira pening til her-
; naðarliga hjálp til Suður-
| vietnam og Cambođja.
Hann bað um 300 milj-
ónir dollarar aftrat til Suð-
urvietnam og 200 miljónir
dollarar til Cambodja, og
hetta gjørdi hann, hóast
kongresslimir framman-
undan høvdu víst lítlan á-
huga til at játta henda
pening. Forsetin segði, at
tað var av avgerandi týd-
ningi, at hann fekk henda
pening, av tí at hemaðar-
liga støðan var nógv
broytt, síðani kongressin
góðkendi at veita eina her-
naðarliga hjálp til Indo-
kina uppá 700 miljónir
Idollarar. Hann segði í sín-
um boðum til kongressina,
at suðurvietnamesiski
stjómarhemrin hevði ov
litið av lóðuri, eykalutum,
brennievni og læknaútgerð
meðan stjómin í Hanoi
hevði bygt upp ein her upp
á næstan 300.000 mans í
Suðurvietnam, væl út-
gjørdir við striðsvognum
og øðmm.
Vigar ikki
ímóti tapinum
i Gerald Ford segði, at norð-
Iurvietnamesarar nú aftur
hava víst, at teir royna at
loysa suðurvietnamesiska
spumingin við makt. Frá-
greiðingar frá fregnartæn-
astuni benda á, at her-
naðarliga virkið í Suður-
vietnam fer at vinda meira
uppá seg teir komandi
mánarnar.
Hann segði, at USA
hevur ikki kunnað sent
Suðurvietnam ta neyðugu
nøgd av vápnum hetta
seinasta árið, av tí at kon-
gressin hevur samtykt at
skerja hemaðarligu hjálp-
ina. Hann segði, at sjálvt
um kongressin játtar hesa
umsókn, sum hann nú
hevur sent, um at fáa
meira pening til hemaðar-
íiga hjálp, so vigar hetta
ikki upp ímóti tí, sum suð-
urvietnamesarar hava mist
undir bardøgunum í sein-
astuni. Men hann segði, at
300 miljónir dollars er tað
minsta, sum skal til fyri at
fyribyrgja einum álvarslig-
um bakkasti fyri Saigon-
stjómina.
Mugu velja
Amerikanski forsetin helt
eisini, at játtar kongressin
meira hjálp til suðurviet-
namesisku stjómina, so
kann hetta gera sítt til, at
norðurvietnamesarar ikki
herða kríggið uppaftur
meira, men at teir møgu-
liga ganga samráðingar-
leiðina.
Men orð sum nýliga em
fallin í Hanoi frá norður-
vietnamesisku samráðing-
arleiðaranum í Paris, Le
Duc Tho og Xuan Thuy,
benda ikki á, at Norður-
vietnam ætlar at skunda
undir frælsisfylkingina
fyri at fáa hana aftur til
samráðingarborðið.
Xuan Thuy segði i eini
røðu í síðstu viku, at friður
kann ikki verða i Vietnam
fyrr enn van Thieu forseti í
Suðurvietnam er farin frá,
so at ein nýggj stjórn kann
taka við í Saigon. Hann
heitti á amerikanararnar
um at velja millum kríggj
ella frið i Suðurvietnam,
og hann segði, at ein høv-
uðstreyt fyri friði er, at øll
hernaðarlig amerikansk
hjálp til Suðurvietnam
heldur uppat, og at USA
gevst við at leggja seg út í
innanhýsisviðurskifti i
Suðurvietnam.
Mótstøðan
stór
Van Thieu forseti í Suður-
vietnam hevur sagt eins og
Hóast hesi bæði londini
hava ein sáttmála síná-
millum, har sagt verður, at
tey ikki skulu koma við al-
mennum atfinningum at
hvørjumøðram, so hevur
Anwar Sadat ikki lagt
fingrarnar ímillum í sein-
astuni og harðliga funnist
at sovjettiskum politikki.
Hann sigur, at tað er ó-
gjørligt hjá egyptum at fáa
tey vápn, sum teir vilja
hava úr Sovjetsamveldin-
um.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani var Sadat í Fraklandi,
har hann fekk lyfti um
vápnahjálp, m.a. stríðs-
flogfør. Um hesin sáttmáli
ikki í fyrstu syftu verður
avgerandi fyri maktjavnan
í Miðeystri, so ger hann
tað, at Egyptaland er
minni knýtt at Sovjetsam-
veldinum við tað at landið
Ford, at hann metir, at 300
miljónir dollarar er tann
minsta hjálpin, sum skal
til, um tað skal eydnast
stjórnarherinum at standa
ímóti. Verður henda hjálp-
in ikki játtað, segði hann,
so er støðan sera álvarslig.
Hann tók uppaftur, sum
hann fyrr hevur sagt, at
hann er til reiðar at tingast
við mótpartin, men hann
segði, at norðurvietnames-
arar høvdu nú sett sær fyri
at koyra stjórnina í Suður-
vietnam frá við makt.
Hann segði, at hóast amer-
ikanararnir høvdu minkað
hernaðarligu hjálpina til
Suðurvietnam, so høvdu
vápnasendingarnar úr
Sovjetsamveldinum og
Kina til Norðurvietnam
hildið á alla tíðina síðani
vápnahvíldin varð undir-
skrivað.
Sjálvt um tað era fleiri
kongresslimir, sum eins og
Ford meina, at støðan er
ógvuliga álvarslig í Viet-
nam og at meira hjálp
eigur at játtast, so er tað
kortini givið, at mótstøðan
er stór ímóti uppskoti for-
setans. Henry Kissinger
hevur sagt, at umsóknin
um meira pening til her-
naðarliga hjálp eigur ikki
at føra til orðaskifti um tað
av fyrstan tíð var rætt ella
skeivt av USA at leggja
upp í i Vietnam.
hevur møguleika at fáa
vápn aðrastaðni.
Undir vitjanini í Paris
varð eisini gjørdur ein pol-
itiskur sáttmáli, sum sig-
urv at Egyptaland og
Frakland skulu arbeiða
meira saman undir roynd-
unum at fáa frið í Mið-
eystri. Egyptaland skuldi
gera eina roynd at fáa
Frakland við á Geneve-
ráðstevnuna umboðandi ta
europeisku røddina.
Tað hevur kanska ikki í
fyrstu atløgu tann stóra
týdning, at Egyptaland vil
hava at Frakland skal
koma meira við í friðar-
royndirnar, men á Geneve-
ráðstevnuni kann tað vera,
at Sovjetsamveldið stend-
ur veikari, um Frakland er
við sum umboð fyri Europ-
a.
Til reiðar
at tingast
við ísrael
Fyri stuttum avlýsti sovjettiski aðal-
skrivarin Leonid Brezjnev eina vitjan til
Egyptaland, men í hesi vikuni hevur sov-
jettiski uttanríkisráðharrin, Andrei Gro-
myko, verið í Kairo og vitjað.