Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 6

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 6
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 5. februar 1975 Biður um pening til hernaðarliga Ihjálp til Saigon Xuan Thuy biður amerikanarar velja ímillum kríggj ella frið Le Duc Tho og Kissinger 3íða 6 IB™" Vænta stórt undirskot Gerald Ford forseti hevur almannakunn- gjørt fíggj arlógarupp- skotið hjá amerikansku stjórnini. Har er eitt undirskot upp á 52 milj- ardir dollars á fíggjar- ætlanini, sum er upp á 349 miljardir. Forsetin sigur, at undirskotið kann koma upp á 70 miljardir dollars, um tey sparitiltøk, sum hann hevur skotið upp, ikki verða sett í verk. Hesi sparitiltøk raka serstakliga tær sosialu veitingamar. Skulu metast javnt Á altjóða ráðstevnum fer Svøríki at virka fyri í framtíðini, at fyribils kollveltingarstjómin í Suðurvietnam og Sai- gon-stjórnin verða javnmettar, men Svør- íki hevur tó onga ætlan um at viðurkenna koll- veltingarstjómina. Tað var svenski uttanríkis- ráðharrin, sum segði hetta í einum svari til fakfelagsmenn, sum vendu sær til hansara við kravi um, at Svøríki viðurkennur kollvelt- ingarstjórnina. Færri um- sóknir 1 tí uttanríkispolitiska sovjettiska tíðarritin- um Novoje Vremja verður sagt, at talið av jødum, sum søkja um útferðarloyvi úr Sovjet- samveldinum er nógv minkað í seinastuni. Sambært tíðarritið fóru 16.000 sovjettiskir jød- ar í fjør úr Sovjetsam- veldinum til ísrael. Blaðið skrivar, at í løtuni liggja 1.420 um- sóknir um útferðarloy vi hjá politinum. Meira herfólk Ein talsmaður fyri Warzawa-samgonguna sigur, at undir tinging- unum um minking av hermannatalinum í Eu- ropa, roynir NATO at vinna sær fyrimunir uttan at bjóða nóg mik- ið afturfyri. Hann sig- ur, at NATO vil hava Sovjetsamveldið til at minka sítt hermannatal í Europa við 69.000, meðan amerikanararnir skulu minka sítt tal við 29.000. Ein NATO- talsmaður segði, at grundin til hetta vest- STUTT UTTANEFTIR urlendska ynski er, at Sovjetsamveldið frammanundan hevur nógrv meira herfólk í Europa enn vestanveld- ini. Vil hækka oljuprísin Kuwait hevur boðað frá, at landið vil hava teir stóru oljuframleið- ararnar saman til fund- ar beinanvegin fyri at viðgera spurningin um at hækka oljuprísirnar aftur. Olju- og fíggjar- málaráðharrin í Kuwait segði, at grundin til hetta er, at tað áhald- andi fallið á virðinum á dollaranum hevur gjørt at keypikraftin minkar á inntøkunum hjá teim- um, sum selja olju. Á einum fundi í Al- gier fyri stuttum sam- tyktu tey trettan lima- londini í OPEC at halda oljuprísin óbroyttan í eitt ár, men olju- og fíggjarmálaráðharrin í Kuwait segði, at tá henda avgerð var tikin høvdu menn ikki tikið fallið á dollaranum við í metingina av støðuni. Ófriður ■ Dehli Minst átta fólk lótu lív og eini hundrað fingu skaða undir saman- brestum millum indiskt politi og mótmælis- menn í Dehli. Ófriðurin tók seg upp eftir at ein muhammedanskur leið- ari varð tikin. Mótmæl- ismenninir settu eld á eina politistøð og fleiri handlar og bilar. Politi- ið skjeyt ávaringarskot og nýtti táragass. Um- leið 200 fólk vórðu sett føst, og forboð varð sett fyri at ganga úti í bý- arpartinum, har ófrið- urin var. Ein stjórnar- talsmaður segði, at tann muhammedanski leiðarin varð tikin av tí, at hann saman við øð- rum hevði roynt at fyri- byrgja at ein fundur yar hildin, sum stjómin skipaði fyri. Boðar frá statskvetti I Portugal hevur ein vinstrasinnaður bólkur sent út flogseðlar, har sagt verður, at høgra- sinnaðir menn fyrireika eitt statskvett við am- erikanskari hjálp. Tann bólkur, sum boðar frá hesum, hevur eisini á- tikið sær ábyrgdina fyri ófriðin í Oporto næst- seinasta vikuskiftið. m 1 síðstu viku kom Gerald ij Ford forseti við eini áheit- an á kongressina um at játta meira pening til her- ; naðarliga hjálp til Suður- | vietnam og Cambođja. Hann bað um 300 milj- ónir dollarar aftrat til Suð- urvietnam og 200 miljónir dollarar til Cambodja, og hetta gjørdi hann, hóast kongresslimir framman- undan høvdu víst lítlan á- huga til at játta henda pening. Forsetin segði, at tað var av avgerandi týd- ningi, at hann fekk henda pening, av tí at hemaðar- liga støðan var nógv broytt, síðani kongressin góðkendi at veita eina her- naðarliga hjálp til Indo- kina uppá 700 miljónir Idollarar. Hann segði í sín- um boðum til kongressina, at suðurvietnamesiski stjómarhemrin hevði ov litið av lóðuri, eykalutum, brennievni og læknaútgerð meðan stjómin í Hanoi hevði bygt upp ein her upp á næstan 300.000 mans í Suðurvietnam, væl út- gjørdir við striðsvognum og øðmm. Vigar ikki ímóti tapinum i Gerald Ford segði, at norð- Iurvietnamesarar nú aftur hava víst, at teir royna at loysa suðurvietnamesiska spumingin við makt. Frá- greiðingar frá fregnartæn- astuni benda á, at her- naðarliga virkið í Suður- vietnam fer at vinda meira uppá seg teir komandi mánarnar. Hann segði, at USA hevur ikki kunnað sent Suðurvietnam ta neyðugu nøgd av vápnum hetta seinasta árið, av tí at kon- gressin hevur samtykt at skerja hemaðarligu hjálp- ina. Hann segði, at sjálvt um kongressin játtar hesa umsókn, sum hann nú hevur sent, um at fáa meira pening til hemaðar- íiga hjálp, so vigar hetta ikki upp ímóti tí, sum suð- urvietnamesarar hava mist undir bardøgunum í sein- astuni. Men hann segði, at 300 miljónir dollars er tað minsta, sum skal til fyri at fyribyrgja einum álvarslig- um bakkasti fyri Saigon- stjómina. Mugu velja Amerikanski forsetin helt eisini, at játtar kongressin meira hjálp til suðurviet- namesisku stjómina, so kann hetta gera sítt til, at norðurvietnamesarar ikki herða kríggið uppaftur meira, men at teir møgu- liga ganga samráðingar- leiðina. Men orð sum nýliga em fallin í Hanoi frá norður- vietnamesisku samráðing- arleiðaranum í Paris, Le Duc Tho og Xuan Thuy, benda ikki á, at Norður- vietnam ætlar at skunda undir frælsisfylkingina fyri at fáa hana aftur til samráðingarborðið. Xuan Thuy segði i eini røðu í síðstu viku, at friður kann ikki verða i Vietnam fyrr enn van Thieu forseti í Suðurvietnam er farin frá, so at ein nýggj stjórn kann taka við í Saigon. Hann heitti á amerikanararnar um at velja millum kríggj ella frið i Suðurvietnam, og hann segði, at ein høv- uðstreyt fyri friði er, at øll hernaðarlig amerikansk hjálp til Suðurvietnam heldur uppat, og at USA gevst við at leggja seg út í innanhýsisviðurskifti i Suðurvietnam. Mótstøðan stór Van Thieu forseti í Suður- vietnam hevur sagt eins og Hóast hesi bæði londini hava ein sáttmála síná- millum, har sagt verður, at tey ikki skulu koma við al- mennum atfinningum at hvørjumøðram, so hevur Anwar Sadat ikki lagt fingrarnar ímillum í sein- astuni og harðliga funnist at sovjettiskum politikki. Hann sigur, at tað er ó- gjørligt hjá egyptum at fáa tey vápn, sum teir vilja hava úr Sovjetsamveldin- um. Fyri nøkrum døgum síð- ani var Sadat í Fraklandi, har hann fekk lyfti um vápnahjálp, m.a. stríðs- flogfør. Um hesin sáttmáli ikki í fyrstu syftu verður avgerandi fyri maktjavnan í Miðeystri, so ger hann tað, at Egyptaland er minni knýtt at Sovjetsam- veldinum við tað at landið Ford, at hann metir, at 300 miljónir dollarar er tann minsta hjálpin, sum skal til, um tað skal eydnast stjórnarherinum at standa ímóti. Verður henda hjálp- in ikki játtað, segði hann, so er støðan sera álvarslig. Hann tók uppaftur, sum hann fyrr hevur sagt, at hann er til reiðar at tingast við mótpartin, men hann segði, at norðurvietnames- arar høvdu nú sett sær fyri at koyra stjórnina í Suður- vietnam frá við makt. Hann segði, at hóast amer- ikanararnir høvdu minkað hernaðarligu hjálpina til Suðurvietnam, so høvdu vápnasendingarnar úr Sovjetsamveldinum og Kina til Norðurvietnam hildið á alla tíðina síðani vápnahvíldin varð undir- skrivað. Sjálvt um tað era fleiri kongresslimir, sum eins og Ford meina, at støðan er ógvuliga álvarslig í Viet- nam og at meira hjálp eigur at játtast, so er tað kortini givið, at mótstøðan er stór ímóti uppskoti for- setans. Henry Kissinger hevur sagt, at umsóknin um meira pening til her- naðarliga hjálp eigur ikki at føra til orðaskifti um tað av fyrstan tíð var rætt ella skeivt av USA at leggja upp í i Vietnam. hevur møguleika at fáa vápn aðrastaðni. Undir vitjanini í Paris varð eisini gjørdur ein pol- itiskur sáttmáli, sum sig- urv at Egyptaland og Frakland skulu arbeiða meira saman undir roynd- unum at fáa frið í Mið- eystri. Egyptaland skuldi gera eina roynd at fáa Frakland við á Geneve- ráðstevnuna umboðandi ta europeisku røddina. Tað hevur kanska ikki í fyrstu atløgu tann stóra týdning, at Egyptaland vil hava at Frakland skal koma meira við í friðar- royndirnar, men á Geneve- ráðstevnuni kann tað vera, at Sovjetsamveldið stend- ur veikari, um Frakland er við sum umboð fyri Europ- a. Til reiðar at tingast við ísrael Fyri stuttum avlýsti sovjettiski aðal- skrivarin Leonid Brezjnev eina vitjan til Egyptaland, men í hesi vikuni hevur sov- jettiski uttanríkisráðharrin, Andrei Gro- myko, verið í Kairo og vitjað.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.