Tíðindablaðið - 05.02.1975, Síða 8
Síða 8
Ovfisking av
brislingi
Norskir fiskifrøðingar
siga, at tað er mangt,
sum bendir á, at tað
verður ov nógv fiskað av
brislingi í Norðsjónum.
Fiskifrøðingar vita ikki
nógv um henda fiskin í
Norðsjónum. men teir
hava roknað við, at hann
tolir eina roynd uppá eini
100.000 tons árliga.
Hetta var eisini tann
nøgdin, sum varð fiskað
í 1972, men árið eftir
vórðu 230.000 tons
veidd, og fiskifrøðingar
bera ótta fyri, at verður
veiðan ikki skerd, er
vandi á ferð.
Kunnu veiða
500.000 tons
Ein kvota er ásett fyri
lodnuveiðuna í Norður-
vestur-Atlantshavin-
um. Tað eru mest russ-
ar, norðmenn og kanad-
iarar, sum veiða lodnu
her. Henda leiðin er und-
ir samráðingunum býtt í
tveir partar, og tað er
mest á syðru leiðini, at
fiskifrøðingar hava gjørt
kanningar. Teir hava ar-
beitt so mikið stutt við
hesum kanningum, at
teir hava ov lítið av
vitan at byggja á fyri at
kunna siga, hvussu
nógva roynd hesin fiskur
tolir, men á syðru leiðini
hava teir í ár hækka
kvotuna frá 148.000 til
200.000 tons. Sovjet-
samveldið hevði í fjør
eina kvotu uppá 86.000
tons, og hon er í ár
hækkað til 90.000 tons.
Norska kvotan er hækk-
að frá 48.000 til 60.000.
Kanada hevur fingið ein-
a kvotu uppá 30.000
tons og onnur lond
20.000 (hvørt av hesum
londum hevur ikki loyvi
at fiska meira enn 5.000
tons).
Kvotan er ikki enda-
liga ásett fyri ta norðaru
leiðina, men hon er fyri-
bils sett til 300.000 tons
tilsamans, og har hevur
Sovjetsamveldið fingið
loyvi at veiða 160.000
tons.
Leitar eftir
olju
V erksmiðj utrolarin
Longva II skal leita eftir
olju. Skipið er fyribils
leigað einum felag í eitt
ár. Frammanundan er
eisini Longva I leigaður
til oljuleiting, og av
verksmiðjutrolarunum
hjá reiðarínum er tað nú
bert Longva III, sum
framvegis fiskar. Men
eigarin av skipunum sig-
ur í samrøðu við eitt
norskt blað, at tað er ó-
vist, hvussu leingi Long-
vá III fer at halda fram
við fiskiveiðu, tí verk-
smiðjuskip fáa ov lítlan
stuðul frá tí almenna í
mun til restina av fiski-
vinnuni.
Norðsjógvin
uttanfyri
Tann nýggi formaðurin í
Danmarks havfiskerifor-
ening, Laurits Tørnæs,
sigur, at tað er púra
greitt, at ein dag verður
fiskimarkið flutt nakað
nógv út, t.d. á 200 fjórð-
ingar. - Men um hetta
hendir, so mugu vit ansa
eftir, at henda útflyting
ikki verður galdandi fyri
Norðsjógvin, sigur
hann.
Útbyggja
fiskivinnuna
Hóast Indonesia er eitt
oyggjaríki hevur fiski-
vinnan ikki so stóran
týdning fyri landsins bú-
skap. Tað eru umleið
800.000 fólk, sum ar-
beiða innan fiskivinn-
una, og umleið 2 prosent
av útflutninginum er
fiskur og fiskaúrdráttur.
Landið hevur 126 milj-
ónir íbúgvar.
í 1972 var indonesiska
fiskiveiðan 1,3 miljónir
tons, men kanningar vís-
a, at nógv meira kann
veiðast — meira enn 8
miljónir tons árliga. I
dag verður veitt umleið
15 prosent av tí, sum
kann veiðast.
í seinastuni hevur
nakað verið gjørt fyri at
nýmótansgera fiskivinn-
una. Nógvir av teimum
bátunum, sum brúktir
vera, hava ikki motor og
onga tekniska útgerð og
kunnu ti ikki fara langt
frá landi. í eini fimm-ára
ætlan (1974-79) hevur
stjómin ætlanir um at
brúka umleið 350 milj-
ónir krónur til fiskivinn-
una.
Vøksturin
minkaður
Eitt yvirlit vísir, at skip-
aflotin í heiminum vaks í
fjør við 12 prosentum frá
440 miljónum tonsum
deyðvekt til 492 miljón-
ir. Vøksturin í verðins-
handlinum var ikki stór-
ur í fjør, og oljuflutning-
urin eftir havinum vaks
bert við 1,5 prosentum
móti 13 prosentum árið
fyri. Flutningurin av øð-
rum farmi vaks við 8
prosentum móti 12 pro-
sentum árið fyri. Tað
verður ikki hildið, at út-
litið er serliga gott fyri
skipaflotan í heiminum.
ÚTLENDSK
SJOVINNA
Árgangurin
størri
Vestureuropeiskir fiski-
frøðingar eru komnir til
tað úrslit, at 1970-ár-
gangurin av norsk-ark-
tiska toskinum er størri
enn teir fyrr hava hildið.
Teir hava fyrr skotið
upp, at tað ikki bleiv
fiskað meira enn 625.000
tons av hesum toskinum
í ár, men nú hava teir
broytt hetta talið til
675.000 tons. Á NEAFC.
fundinum í fama mána
samdust limalondini um
eina kvotu upp á 800.000
tons.
Sovjettiskir fiskifrøð-
ingar hava fyrr sagt, at
1970-árgangurin av hes-
um toskinum var nógv
størri enn tað, sum vest-
urlendingar hava sagt.
Fyrr hava vesturlend-
ingar sagt, at veiðast
kunnu í mesta lagi
500.000 tons, meðan
russar hava mælt til, at
kvotan varð sett til eina
miljón tons.
Høgguslokka-
veiða
Eitt suðurafrikanskt
skip hevur útgjørt seg til
høgguslokkaveiðu. Um-
framt tað at høgguslokk-
urin verður brúktur til
agn, hevur eitt felag í
Suðurafrika funnið
marknað fyri høggu-
slokkinum í fjareystri.
Tað verður eisini roknað
við, at tað er av stórum
týdningi at fiska nakað
av høgguslokkinum fyri
at fáa hummaran at nør-
ast meira.
Utgerðin, sum høggu-
slokkurin verður veiddur
við, er japansk. Tað eru
snellur, sum verða driv-
nar við elektromotori.
Fiskað verður á nátt við
ljósi fyri at ala fiskin til
skipið. Fiskurin dettur
av sær sjálvum av húk-
inum, tá hann kemur inn
um lúnningina, og tá øll
dorgin er komin inn, fer
hon automatiskt útaft-
ur, uttan at nakar nýtist
at nerta við motorin.
Snellan er púra automat-
isk, og tað er bert um
dorgin fløkist, at tað er
neýðugt at taka hondina
í.
Gott ár
011 trolarareiðaríini og
fiskavirkini í Norður-
Noreg høvdu eitt gott ár
í fjør, bæði av tí at ^jis-
irnir vóru betri og meira
var át fiska. Hóast av-
markingar eru settar í
gildi fiskaðu teir meira
enn vant.
TIDINDABLAÐIP mikudagln 5. februar 1975
Tað kunnu fáast
fleiri fiskasløg
á Føroyaleiðini
Útróðurin undir Føroyum hevur mest
verið grundaður á toska- og hýsuveiðu.
Upsin hevur havt sín týdning, og onnur
fiskasløg hava verið uppií — mong í tali,
men ikki stór í nøgd. Tað er gjørligt at
fara undir fjølbroyttari fiskiskap, sigur
Kjartan Hoydal í frágreiðing síni um
veiðu okkara.
Eitt av tí, sum hevur gjørt
fiskiskap okkara fjøl-
broyttari tey seinastu ár-
ini, er tann nógv umstridd-
a trolingin á landleiðini.
Trolingin var fyrst og
fremst ætlað til at gera
nýtslu av tí flatfiski, sum
finst á okkara leið, og sum
ikki hevur verið veiddur av
føroyingum fyrr, men hag-
tølini fyri seinasta ár vísa,
at bátarnir fóru at fiska
meira av rundum enn av
fløtum. Ein av orsøkunum
til hetta var kanska tann
høgi toskaprísurin.
Onnur sløg
Útlendingar veiða fiska-
sløg, sum vit lítið og onki
hava veitt av. Veiðan av
kongafiski og blálongu
hevur verið vaksandi tey
seinastu árini, og hildið
verður, at meira kann veið-
ast. Norðmenn hava givið
upp, at teir í 1973 veiddu
4.000 tons av kongafiski
og blálongu, og týskarar
veiddu 3.000 tons av blá-
longu og 4.000 tons av
kongafiski.
Langasporl er eisini eitt
fiskaslag, sum finst á okk-
ara leið. Russar siga seg
hava fingið langasporl
sunnan fyri Føroya Banka.
Á djúpri
vatni
Møguleikar okkara fyri
øktari og fjølbroyttari
veiðu undir Føroyum ligg-
ur í, at vit flyta út á djúpri
vatn. Vit vita, at tað finst
hvítingsbróður, svart-
kjaftur og gulllaksur undir
Føroyum. Tað er serliga í
ein útsynning og ein land-
synning úr Føroyum, hesi
fiskasløg fáast.
Fyribils metingar siga,
at 50.000 til 100.000 tons
kunnu fiskast árliga av íd-
naðarfiski her á leið. Har-
aftrat kunnu vit so veiða
langasporl og blálongu úti
á hellingini.
At enda kann nevnast,
at kanningar av fiskamaga
og yngli vísa, at nebbasild
er vanligur fiskur undir
Føroyum. Tað verður veitt
væl av nebbasild aðra-
staðni, men enn hevur ikki
verið gjørligt at vísa á
møguleikar fyri at veiða
henda fisk her.
Fiskiflotin
Áhugi tykist nú vera fyri
at nýta pening til bygging
av skipum, sum fyrst og
fremst skulu veiða undir
Føroyum, meðan menn og
feløg fyrr serliga hava havt
áhuga fyri skipum til fjar-
fiskiskap. Marknaðarrøkt
hevur bílagt 10 bátar í 100
tons støddini á einari pol-
skari skipasmiðju, og vest-
menningar hava fingið
trolararnar Norðfinn og
Vestfinn, ið mestsum bert
hava roynt undir Føróy-
um.
Tað hevur annars verið
so, at útróðurin hevur
verið rikin við smærri
deksførum og opnum bát-
um. Teir opnu bátarnir
gera ikki so stóran mun í tí
samlaðu veiðunøgdini. Ein
kanning, gjørd í 1972,
visti, at í tiðarskeiðinum
frá mei til august landaðu
teir opnu bátarnir 10,3%
av ti samlaðu nøgdini, bát-
ar millum 5 og 20 tons av-
reiddu 25,2%, og bátar
millum 20 og 100 tons
landaðu 64,5% av tí fiski,
ið var fingin her heima.
Talið á bátum millum 5
og 20 tons liggur um 125,
millum 20 og 60 tons um
65 og millum 60 og 100
tons um 20.
Tað verður fiskað undir
Føroyum við ymiskum
reiðskapi — línu, snøri,
snellu, troli og gørnum.
Tey komandi árini verður
uttan iva størri đentur
lagdur á at veiða meira á
nærleiðunum.
Við hesum enda vit
greinarøðina um ta frá-
greiðing, sum fiskifrøðing-
urin Kjartan Hoydal hevur
gjørt.
LLÍJ-Jj-±J-U
* * s S * *
MAKREIL.
HYSIA
BR0SM
g
upsQ
SILD
HVITINGSBROEj
T0SKUR
Hesar nøgdir veiddu føroysk skip og bátar tilsamans á
øllum leiðum í 1973
%
m
*
♦