Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 8

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 8
Síða 8 Ovfisking av brislingi Norskir fiskifrøðingar siga, at tað er mangt, sum bendir á, at tað verður ov nógv fiskað av brislingi í Norðsjónum. Fiskifrøðingar vita ikki nógv um henda fiskin í Norðsjónum. men teir hava roknað við, at hann tolir eina roynd uppá eini 100.000 tons árliga. Hetta var eisini tann nøgdin, sum varð fiskað í 1972, men árið eftir vórðu 230.000 tons veidd, og fiskifrøðingar bera ótta fyri, at verður veiðan ikki skerd, er vandi á ferð. Kunnu veiða 500.000 tons Ein kvota er ásett fyri lodnuveiðuna í Norður- vestur-Atlantshavin- um. Tað eru mest russ- ar, norðmenn og kanad- iarar, sum veiða lodnu her. Henda leiðin er und- ir samráðingunum býtt í tveir partar, og tað er mest á syðru leiðini, at fiskifrøðingar hava gjørt kanningar. Teir hava ar- beitt so mikið stutt við hesum kanningum, at teir hava ov lítið av vitan at byggja á fyri at kunna siga, hvussu nógva roynd hesin fiskur tolir, men á syðru leiðini hava teir í ár hækka kvotuna frá 148.000 til 200.000 tons. Sovjet- samveldið hevði í fjør eina kvotu uppá 86.000 tons, og hon er í ár hækkað til 90.000 tons. Norska kvotan er hækk- að frá 48.000 til 60.000. Kanada hevur fingið ein- a kvotu uppá 30.000 tons og onnur lond 20.000 (hvørt av hesum londum hevur ikki loyvi at fiska meira enn 5.000 tons). Kvotan er ikki enda- liga ásett fyri ta norðaru leiðina, men hon er fyri- bils sett til 300.000 tons tilsamans, og har hevur Sovjetsamveldið fingið loyvi at veiða 160.000 tons. Leitar eftir olju V erksmiðj utrolarin Longva II skal leita eftir olju. Skipið er fyribils leigað einum felag í eitt ár. Frammanundan er eisini Longva I leigaður til oljuleiting, og av verksmiðjutrolarunum hjá reiðarínum er tað nú bert Longva III, sum framvegis fiskar. Men eigarin av skipunum sig- ur í samrøðu við eitt norskt blað, at tað er ó- vist, hvussu leingi Long- vá III fer at halda fram við fiskiveiðu, tí verk- smiðjuskip fáa ov lítlan stuðul frá tí almenna í mun til restina av fiski- vinnuni. Norðsjógvin uttanfyri Tann nýggi formaðurin í Danmarks havfiskerifor- ening, Laurits Tørnæs, sigur, at tað er púra greitt, at ein dag verður fiskimarkið flutt nakað nógv út, t.d. á 200 fjórð- ingar. - Men um hetta hendir, so mugu vit ansa eftir, at henda útflyting ikki verður galdandi fyri Norðsjógvin, sigur hann. Útbyggja fiskivinnuna Hóast Indonesia er eitt oyggjaríki hevur fiski- vinnan ikki so stóran týdning fyri landsins bú- skap. Tað eru umleið 800.000 fólk, sum ar- beiða innan fiskivinn- una, og umleið 2 prosent av útflutninginum er fiskur og fiskaúrdráttur. Landið hevur 126 milj- ónir íbúgvar. í 1972 var indonesiska fiskiveiðan 1,3 miljónir tons, men kanningar vís- a, at nógv meira kann veiðast — meira enn 8 miljónir tons árliga. I dag verður veitt umleið 15 prosent av tí, sum kann veiðast. í seinastuni hevur nakað verið gjørt fyri at nýmótansgera fiskivinn- una. Nógvir av teimum bátunum, sum brúktir vera, hava ikki motor og onga tekniska útgerð og kunnu ti ikki fara langt frá landi. í eini fimm-ára ætlan (1974-79) hevur stjómin ætlanir um at brúka umleið 350 milj- ónir krónur til fiskivinn- una. Vøksturin minkaður Eitt yvirlit vísir, at skip- aflotin í heiminum vaks í fjør við 12 prosentum frá 440 miljónum tonsum deyðvekt til 492 miljón- ir. Vøksturin í verðins- handlinum var ikki stór- ur í fjør, og oljuflutning- urin eftir havinum vaks bert við 1,5 prosentum móti 13 prosentum árið fyri. Flutningurin av øð- rum farmi vaks við 8 prosentum móti 12 pro- sentum árið fyri. Tað verður ikki hildið, at út- litið er serliga gott fyri skipaflotan í heiminum. ÚTLENDSK SJOVINNA Árgangurin størri Vestureuropeiskir fiski- frøðingar eru komnir til tað úrslit, at 1970-ár- gangurin av norsk-ark- tiska toskinum er størri enn teir fyrr hava hildið. Teir hava fyrr skotið upp, at tað ikki bleiv fiskað meira enn 625.000 tons av hesum toskinum í ár, men nú hava teir broytt hetta talið til 675.000 tons. Á NEAFC. fundinum í fama mána samdust limalondini um eina kvotu upp á 800.000 tons. Sovjettiskir fiskifrøð- ingar hava fyrr sagt, at 1970-árgangurin av hes- um toskinum var nógv størri enn tað, sum vest- urlendingar hava sagt. Fyrr hava vesturlend- ingar sagt, at veiðast kunnu í mesta lagi 500.000 tons, meðan russar hava mælt til, at kvotan varð sett til eina miljón tons. Høgguslokka- veiða Eitt suðurafrikanskt skip hevur útgjørt seg til høgguslokkaveiðu. Um- framt tað at høgguslokk- urin verður brúktur til agn, hevur eitt felag í Suðurafrika funnið marknað fyri høggu- slokkinum í fjareystri. Tað verður eisini roknað við, at tað er av stórum týdningi at fiska nakað av høgguslokkinum fyri at fáa hummaran at nør- ast meira. Utgerðin, sum høggu- slokkurin verður veiddur við, er japansk. Tað eru snellur, sum verða driv- nar við elektromotori. Fiskað verður á nátt við ljósi fyri at ala fiskin til skipið. Fiskurin dettur av sær sjálvum av húk- inum, tá hann kemur inn um lúnningina, og tá øll dorgin er komin inn, fer hon automatiskt útaft- ur, uttan at nakar nýtist at nerta við motorin. Snellan er púra automat- isk, og tað er bert um dorgin fløkist, at tað er neýðugt at taka hondina í. Gott ár 011 trolarareiðaríini og fiskavirkini í Norður- Noreg høvdu eitt gott ár í fjør, bæði av tí at ^jis- irnir vóru betri og meira var át fiska. Hóast av- markingar eru settar í gildi fiskaðu teir meira enn vant. TIDINDABLAÐIP mikudagln 5. februar 1975 Tað kunnu fáast fleiri fiskasløg á Føroyaleiðini Útróðurin undir Føroyum hevur mest verið grundaður á toska- og hýsuveiðu. Upsin hevur havt sín týdning, og onnur fiskasløg hava verið uppií — mong í tali, men ikki stór í nøgd. Tað er gjørligt at fara undir fjølbroyttari fiskiskap, sigur Kjartan Hoydal í frágreiðing síni um veiðu okkara. Eitt av tí, sum hevur gjørt fiskiskap okkara fjøl- broyttari tey seinastu ár- ini, er tann nógv umstridd- a trolingin á landleiðini. Trolingin var fyrst og fremst ætlað til at gera nýtslu av tí flatfiski, sum finst á okkara leið, og sum ikki hevur verið veiddur av føroyingum fyrr, men hag- tølini fyri seinasta ár vísa, at bátarnir fóru at fiska meira av rundum enn av fløtum. Ein av orsøkunum til hetta var kanska tann høgi toskaprísurin. Onnur sløg Útlendingar veiða fiska- sløg, sum vit lítið og onki hava veitt av. Veiðan av kongafiski og blálongu hevur verið vaksandi tey seinastu árini, og hildið verður, at meira kann veið- ast. Norðmenn hava givið upp, at teir í 1973 veiddu 4.000 tons av kongafiski og blálongu, og týskarar veiddu 3.000 tons av blá- longu og 4.000 tons av kongafiski. Langasporl er eisini eitt fiskaslag, sum finst á okk- ara leið. Russar siga seg hava fingið langasporl sunnan fyri Føroya Banka. Á djúpri vatni Møguleikar okkara fyri øktari og fjølbroyttari veiðu undir Føroyum ligg- ur í, at vit flyta út á djúpri vatn. Vit vita, at tað finst hvítingsbróður, svart- kjaftur og gulllaksur undir Føroyum. Tað er serliga í ein útsynning og ein land- synning úr Føroyum, hesi fiskasløg fáast. Fyribils metingar siga, at 50.000 til 100.000 tons kunnu fiskast árliga av íd- naðarfiski her á leið. Har- aftrat kunnu vit so veiða langasporl og blálongu úti á hellingini. At enda kann nevnast, at kanningar av fiskamaga og yngli vísa, at nebbasild er vanligur fiskur undir Føroyum. Tað verður veitt væl av nebbasild aðra- staðni, men enn hevur ikki verið gjørligt at vísa á møguleikar fyri at veiða henda fisk her. Fiskiflotin Áhugi tykist nú vera fyri at nýta pening til bygging av skipum, sum fyrst og fremst skulu veiða undir Føroyum, meðan menn og feløg fyrr serliga hava havt áhuga fyri skipum til fjar- fiskiskap. Marknaðarrøkt hevur bílagt 10 bátar í 100 tons støddini á einari pol- skari skipasmiðju, og vest- menningar hava fingið trolararnar Norðfinn og Vestfinn, ið mestsum bert hava roynt undir Føróy- um. Tað hevur annars verið so, at útróðurin hevur verið rikin við smærri deksførum og opnum bát- um. Teir opnu bátarnir gera ikki so stóran mun í tí samlaðu veiðunøgdini. Ein kanning, gjørd í 1972, visti, at í tiðarskeiðinum frá mei til august landaðu teir opnu bátarnir 10,3% av ti samlaðu nøgdini, bát- ar millum 5 og 20 tons av- reiddu 25,2%, og bátar millum 20 og 100 tons landaðu 64,5% av tí fiski, ið var fingin her heima. Talið á bátum millum 5 og 20 tons liggur um 125, millum 20 og 60 tons um 65 og millum 60 og 100 tons um 20. Tað verður fiskað undir Føroyum við ymiskum reiðskapi — línu, snøri, snellu, troli og gørnum. Tey komandi árini verður uttan iva størri đentur lagdur á at veiða meira á nærleiðunum. Við hesum enda vit greinarøðina um ta frá- greiðing, sum fiskifrøðing- urin Kjartan Hoydal hevur gjørt. LLÍJ-Jj-±J-U * * s S * * MAKREIL. HYSIA BR0SM g upsQ SILD HVITINGSBROEj T0SKUR Hesar nøgdir veiddu føroysk skip og bátar tilsamans á øllum leiðum í 1973 % m * ♦

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.