Tíðindablaðið - 05.02.1975, Síða 9
TÍÐINPABLAÐIÐ mikudagin 5. februar 1975
Síða 9
#
#
STUTT
UTTANEFTIR
Vóru ov illa
fyrireikaðir
Ein sivil nevnd, sum
varð sett í ísrael at
kanna oktober-kríggið
nærri, er komin við eini
frágreiðing. Meginpart-
urin av frágreiðingini er
loyniligur, men nevndin
hevur kunngjørt ein
samandrátt av inni-
haldinum. Har verður
sagt, at á egyptiska
hermótinum kom krigg-
ið heilt óvart á ísraels-
menn, og teir vóru als
ikki fyrireikaðir.
Nevndin sigur, at álop-
ið á sýrialendska her-
mótinum kom ikki so ó-
vart, og ísraelsmenn
høvdu styrkt seg við
sýrialendska markið
beint frammanundan,
men teir høvdu tó ikki
sent nóg mikið av her-
fólki til markið. í frá-
greiðingini verður eisini
funnist at hernaðar-
leiðaranum við egypt-
iska markið, tí hann
ikki helt seg nóg gjølla
il ta stríðsætlan, sum
var gjørd frammanund-
an.
Beinleiðis
tingingar
Fyrrverandi turkiski
forsætisráðharrin, Ece-
vit, hevur sagt, at áð-
renn altjóða dómstólur-
in í Haag verður biðin
um at døma í trætuni
millum Turkaland og
Grikkaland um rættin
til olju í Egearahavin-
um, átti ein roynd at
verið gjørd at loyst
málið við beinleiðis
tingingum millum part-
arnar.
Brúk fyri
peninginum
Shahurin av Iran sigur
um vitjanina, sum
Kissinger skjótt skal
gera til Miðeystur, at
um amerikanski uttan-
ríkisráðharrin ikki hev-
ur vónir um at tað fer at
eydnast at fáa ein sátt-
mála, eigur hann at
gevast við at royna
semju millum tvey lond
í senn, og í staðin seta
álit sítt á Geneve-fund-
in. Snahurin segði, at
Iran fer ikki at steðga
oljusøluni til Vestur-
heimin, tí landið hevur
brúk fyri øllum tí pen-
ingi, sum tað kann fáa
fyri olju.
Semingsroyndin
miseydnaðist
Ferdinand Marcos for-
seti á Filipsoyggjunum
hevur boðað frá, at ein
semingsroynd er mis-
eydnað millum stjórn
hansara og leiðarar fyri
teimum muhammedan-
sku uppreistrarmonn-
unum. Tingingamar
vóru hildnar í Saudi-
arabia. Tað frættist aft-
ur frá ófriði har suðuri i
landinum. Marcos segði
at uppreistrarmenninir
fingu vápn og pening
frá einum fremmandum
landi, men hann segði
ikki, hvat land hann
hugsaði um.
Steðga bløðum
Stjórnin í Suðurviet-
nam hevur staðgað
fimm andstøðubløðum.
Fleiri blaðmenn á hes-
um bløðum eru settir
fastir, skuldsettir fyri
at hava samarbeitt við
kommunistarnar.
Sovjettiskt
met
Teir báðir sovjettisku
rúmdarmenninirx um-
borð á rúmdarstøðini
Saljud 4 hava nú verið
úti í rúmdini í longri tíð
enn nakar mssari hevur
verið fyrr. Teir russar-
arnir, sum fyrr høvdu
verið longst úti í rúmd-
ini, vóru úti í næstan 24
samdøgur, tað var í
1971, tá tríggir mans
vóru úti i rúmdini við
Sojuz 11, men teir
doyðu av einum óhappi,
tá teir komu niður aftur
á jørðina. Tað er onki
frætt um, hvussu leingi
teir báðir menninir,
sum nú em umborð á
rúmdarstøðini, skulu
vera úti í rúmdini, men
tað verður ikki hildið,
at teir fara at vinna á tí
amerikanska metinum,
sum er 84 dagar.
Bardagar í
Eritrea
1 Etiopia vórðu harðir
bardagar um vikuskift-
ið millum stjórnarher-
menn og partisanar í
landslutinum Eritrea.
Mánadagin frættist at
bardagarnir vóm brost-
nir á aftur, eftir at ein
linni hevði verið í síðani
sunnudagin. Stjórnar-
hermenn søgdu, at teir
høvdu valdið í landslut-
ahøvuðsstaðnum As-
mara, men bardagamir
kyknaðu uppaftur norð-
anfyri býin. Undir bar-
døgunum í býnum um
vikuskiftið lótu minst
100 fólk lív, siga tíðind-
Umráðandi at
tuberkla-
sjúklingar
koma aftur
til eftirlit
Kanningin av sjómonnum
eigur at vera lagaligari
- Tuberklasjúkan hevur
verið í stórari minking í
Føroyum tey seinastu ár-
ini, sigur landslæknin.
Síðani 1960 eru ár farin í-
millum uttan at nakar er
deyður við hesi sjúkuni, og
onnur ár hevur talið av
sjúklingum, sum eru deyð-
ir við tuberklasjúkuni, lig-
ið um eitt ella tvey fólk.
Iletta eru ikki ung fólk,
men harímóti eldri fólk,
sum hava havt tuberklar
fyrr, og sum em deyð av
øðrum sjúkum, og ein hev-
ur tá verið varur við, at
tuberklarnir hava brotið
seg fram, stutt áðrenn tey
eru deyð.
- Síðani 1953 hevur talið
av nýggjum tilburðum lig-
ið millum tvey og fimm um
árið. Seinasta árið og hig-
artil í ár hava verið triggir
tilburðir.
- Tað hendir eisini við-
hvørt, at fólk, sum fyrr
hava havt tuberklar, verða
innløgd aftur við sjúkuni,
av tí at tey ikki eru komin
til kanningar, sum tey
hava fingið álagt, sigur
landslæknin. Tað er um-
ráðandi at slík fólk koma
til eftirlit, so at tað kann
fyribyrgjast, at sjúkan aft-
ur kemur fyri seg. Ofta
hendir hetta í samband við
aðrar sjúkur, t.d. um hesi
fólk fáa influenzu, so
kunnu tuberklarnir aftur
taka dik á seg.
Eiga at fara
til lækna
- Um fólk ganga leingi og
hosta og ikki kenna seg
væl, eiga tey at koma til
lækna at lata seg gjøgn-
umlýsa, sigur landslækn-
in.
- Síðani Villy Magnus-
sen fór frá sum yvirlækni í
fjør, hevur ongin yvir-
lækni verið á tuberkla-
deildini. Tað er ein hjálp-
arlækni á medisinsku deild
sum starvast á tuberkla-
deildini, og tað er ætlanin
at leggja tuberkladeildina
undir tað medisinsku
deildina.
í Danmark er talan um
at minka talið av árligum
tuberklakanningum við
umleið 70 prosentum. Ein
nevnd;' sum hevur arbeitt
við málinum, sigur, at
talið talið av tuberkla-
kanningum í Danmark
kann minkast frá 937.000
til 269.000, og við hesum
verður roknað við, at um-
leið 21 miljónir krónur
kunnu sparast.
- Hanus Debes Joensen
landslækni sigur, at hann
heldur ikki, at tað hevði
verið rætt her í Føroyum
at tikið t.a tvungnu tu-
berklakanningina av sjó-
monnum úr gildi, tí tað er
ikki minst henni fyri at
takka, at sjúkan hevur
verið so nógv í afturgongd,
men hann hevur sent
landsstýrinum eitt upp-
skot um at gera kanning-
ina lagaligari.
Tað er umleið eitt ár
síðani at hann sendi lands-
stýrinum eitt upplskot um,
at sjómenninir fáa eina
kanning gjørda á sjúkra-
húsunum, har ein rønt-
genmynd verður tikin av
teimum við einum serlig-
um tóli. Menninir kunnu
so sleppa at mynstra og
myndin verður send til
Ilavnar. Um nakað óvan-
ligt er at síggja á myndini,
so kann eitt fjarrit sendast
skiparanum um at tann
sjúki maðurin verður send-
ur í land.
Tað verður eisini hildið
fram við koppseting fyri
tuberklar, og tilsamans
eru 33.000 fólk koppsett,
síðani koppsetingin byrj-
aði.
—i Q
TLF. 14849
Framhald av bls. 2
so vitt uttan áhuga fyri
okkuni. Fyri okkum er
spurningurin, um vit
kunnu leita til ein markn-
að, har tilboð eru soleiðis
treytað, at tað er skil í at
taka av. Lángevarin vil
seta sínar treytir, ið vit
skulu lúka, men undir øll-
um umstøðum verða rent-
u- og afturgjaldstreytirnar
betri enn tær, ið føroyskir
ella danskir peningastovn-
ar bjóða.
Kristoffur Thomasen
røRcm
røRcm
BANKI
Útsøla
av hattum og húgvum.
Nógv góð tilboð.
Mina M. Vilhelm
tlf. 1.1673
Kranførari
Til at koyra hydrauliskan 25-tons .Coles-krana
søkja vit eftir einum álítanđi manni.
Tórshavnar Skipasmiðja
R
Æ
N
D
U
R
Tá Alan hevði bankað á hurðina,
gekst tað eins og fyrru ferðina.
Tað gekk ein løta, so vísti Eben-
ezer seg í vindeyganum oman-
fýri hurðina við byrsuni løddari.
Alan kravdi at sleppa at tala við
hann um eitt týðandi mál, men
, ikki fyrr enn hann nevndi David
við navni byrjaði hin gamli at
lurta og kom stetlandi niður
gjøgnum trappumar fyri at lata
hurðina upp.
Alan vildi ikki koma inn, so
Ebenezer mátti koma út um at
tala við hann, og her fekk hann
stutt og greitt at vita, at David
var bjargaður, men var fangi.
Hann gav Ebenezer tilboð um,
at David kundi verða sitandi
fangi, ella móti einum hóskandi
endurgjaldi kundi hann syrgja
fyri, at David varð fyribeindur,
so at pápabeiggin ikki nýttist at
bera nakran ótta fyri, at hann
liakrantíð fór at vísa seg aftur.