Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 9

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 9
TÍÐINPABLAÐIÐ mikudagin 5. februar 1975 Síða 9 # # STUTT UTTANEFTIR Vóru ov illa fyrireikaðir Ein sivil nevnd, sum varð sett í ísrael at kanna oktober-kríggið nærri, er komin við eini frágreiðing. Meginpart- urin av frágreiðingini er loyniligur, men nevndin hevur kunngjørt ein samandrátt av inni- haldinum. Har verður sagt, at á egyptiska hermótinum kom krigg- ið heilt óvart á ísraels- menn, og teir vóru als ikki fyrireikaðir. Nevndin sigur, at álop- ið á sýrialendska her- mótinum kom ikki so ó- vart, og ísraelsmenn høvdu styrkt seg við sýrialendska markið beint frammanundan, men teir høvdu tó ikki sent nóg mikið av her- fólki til markið. í frá- greiðingini verður eisini funnist at hernaðar- leiðaranum við egypt- iska markið, tí hann ikki helt seg nóg gjølla il ta stríðsætlan, sum var gjørd frammanund- an. Beinleiðis tingingar Fyrrverandi turkiski forsætisráðharrin, Ece- vit, hevur sagt, at áð- renn altjóða dómstólur- in í Haag verður biðin um at døma í trætuni millum Turkaland og Grikkaland um rættin til olju í Egearahavin- um, átti ein roynd at verið gjørd at loyst málið við beinleiðis tingingum millum part- arnar. Brúk fyri peninginum Shahurin av Iran sigur um vitjanina, sum Kissinger skjótt skal gera til Miðeystur, at um amerikanski uttan- ríkisráðharrin ikki hev- ur vónir um at tað fer at eydnast at fáa ein sátt- mála, eigur hann at gevast við at royna semju millum tvey lond í senn, og í staðin seta álit sítt á Geneve-fund- in. Snahurin segði, at Iran fer ikki at steðga oljusøluni til Vestur- heimin, tí landið hevur brúk fyri øllum tí pen- ingi, sum tað kann fáa fyri olju. Semingsroyndin miseydnaðist Ferdinand Marcos for- seti á Filipsoyggjunum hevur boðað frá, at ein semingsroynd er mis- eydnað millum stjórn hansara og leiðarar fyri teimum muhammedan- sku uppreistrarmonn- unum. Tingingamar vóru hildnar í Saudi- arabia. Tað frættist aft- ur frá ófriði har suðuri i landinum. Marcos segði at uppreistrarmenninir fingu vápn og pening frá einum fremmandum landi, men hann segði ikki, hvat land hann hugsaði um. Steðga bløðum Stjórnin í Suðurviet- nam hevur staðgað fimm andstøðubløðum. Fleiri blaðmenn á hes- um bløðum eru settir fastir, skuldsettir fyri at hava samarbeitt við kommunistarnar. Sovjettiskt met Teir báðir sovjettisku rúmdarmenninirx um- borð á rúmdarstøðini Saljud 4 hava nú verið úti í rúmdini í longri tíð enn nakar mssari hevur verið fyrr. Teir russar- arnir, sum fyrr høvdu verið longst úti í rúmd- ini, vóru úti í næstan 24 samdøgur, tað var í 1971, tá tríggir mans vóru úti i rúmdini við Sojuz 11, men teir doyðu av einum óhappi, tá teir komu niður aftur á jørðina. Tað er onki frætt um, hvussu leingi teir báðir menninir, sum nú em umborð á rúmdarstøðini, skulu vera úti í rúmdini, men tað verður ikki hildið, at teir fara at vinna á tí amerikanska metinum, sum er 84 dagar. Bardagar í Eritrea 1 Etiopia vórðu harðir bardagar um vikuskift- ið millum stjórnarher- menn og partisanar í landslutinum Eritrea. Mánadagin frættist at bardagarnir vóm brost- nir á aftur, eftir at ein linni hevði verið í síðani sunnudagin. Stjórnar- hermenn søgdu, at teir høvdu valdið í landslut- ahøvuðsstaðnum As- mara, men bardagamir kyknaðu uppaftur norð- anfyri býin. Undir bar- døgunum í býnum um vikuskiftið lótu minst 100 fólk lív, siga tíðind- Umráðandi at tuberkla- sjúklingar koma aftur til eftirlit Kanningin av sjómonnum eigur at vera lagaligari - Tuberklasjúkan hevur verið í stórari minking í Føroyum tey seinastu ár- ini, sigur landslæknin. Síðani 1960 eru ár farin í- millum uttan at nakar er deyður við hesi sjúkuni, og onnur ár hevur talið av sjúklingum, sum eru deyð- ir við tuberklasjúkuni, lig- ið um eitt ella tvey fólk. Iletta eru ikki ung fólk, men harímóti eldri fólk, sum hava havt tuberklar fyrr, og sum em deyð av øðrum sjúkum, og ein hev- ur tá verið varur við, at tuberklarnir hava brotið seg fram, stutt áðrenn tey eru deyð. - Síðani 1953 hevur talið av nýggjum tilburðum lig- ið millum tvey og fimm um árið. Seinasta árið og hig- artil í ár hava verið triggir tilburðir. - Tað hendir eisini við- hvørt, at fólk, sum fyrr hava havt tuberklar, verða innløgd aftur við sjúkuni, av tí at tey ikki eru komin til kanningar, sum tey hava fingið álagt, sigur landslæknin. Tað er um- ráðandi at slík fólk koma til eftirlit, so at tað kann fyribyrgjast, at sjúkan aft- ur kemur fyri seg. Ofta hendir hetta í samband við aðrar sjúkur, t.d. um hesi fólk fáa influenzu, so kunnu tuberklarnir aftur taka dik á seg. Eiga at fara til lækna - Um fólk ganga leingi og hosta og ikki kenna seg væl, eiga tey at koma til lækna at lata seg gjøgn- umlýsa, sigur landslækn- in. - Síðani Villy Magnus- sen fór frá sum yvirlækni í fjør, hevur ongin yvir- lækni verið á tuberkla- deildini. Tað er ein hjálp- arlækni á medisinsku deild sum starvast á tuberkla- deildini, og tað er ætlanin at leggja tuberkladeildina undir tað medisinsku deildina. í Danmark er talan um at minka talið av árligum tuberklakanningum við umleið 70 prosentum. Ein nevnd;' sum hevur arbeitt við málinum, sigur, at talið talið av tuberkla- kanningum í Danmark kann minkast frá 937.000 til 269.000, og við hesum verður roknað við, at um- leið 21 miljónir krónur kunnu sparast. - Hanus Debes Joensen landslækni sigur, at hann heldur ikki, at tað hevði verið rætt her í Føroyum at tikið t.a tvungnu tu- berklakanningina av sjó- monnum úr gildi, tí tað er ikki minst henni fyri at takka, at sjúkan hevur verið so nógv í afturgongd, men hann hevur sent landsstýrinum eitt upp- skot um at gera kanning- ina lagaligari. Tað er umleið eitt ár síðani at hann sendi lands- stýrinum eitt upplskot um, at sjómenninir fáa eina kanning gjørda á sjúkra- húsunum, har ein rønt- genmynd verður tikin av teimum við einum serlig- um tóli. Menninir kunnu so sleppa at mynstra og myndin verður send til Ilavnar. Um nakað óvan- ligt er at síggja á myndini, so kann eitt fjarrit sendast skiparanum um at tann sjúki maðurin verður send- ur í land. Tað verður eisini hildið fram við koppseting fyri tuberklar, og tilsamans eru 33.000 fólk koppsett, síðani koppsetingin byrj- aði. —i Q TLF. 14849 Framhald av bls. 2 so vitt uttan áhuga fyri okkuni. Fyri okkum er spurningurin, um vit kunnu leita til ein markn- að, har tilboð eru soleiðis treytað, at tað er skil í at taka av. Lángevarin vil seta sínar treytir, ið vit skulu lúka, men undir øll- um umstøðum verða rent- u- og afturgjaldstreytirnar betri enn tær, ið føroyskir ella danskir peningastovn- ar bjóða. Kristoffur Thomasen røRcm røRcm BANKI Útsøla av hattum og húgvum. Nógv góð tilboð. Mina M. Vilhelm tlf. 1.1673 Kranførari Til at koyra hydrauliskan 25-tons .Coles-krana søkja vit eftir einum álítanđi manni. Tórshavnar Skipasmiðja R Æ N D U R Tá Alan hevði bankað á hurðina, gekst tað eins og fyrru ferðina. Tað gekk ein løta, so vísti Eben- ezer seg í vindeyganum oman- fýri hurðina við byrsuni løddari. Alan kravdi at sleppa at tala við hann um eitt týðandi mál, men , ikki fyrr enn hann nevndi David við navni byrjaði hin gamli at lurta og kom stetlandi niður gjøgnum trappumar fyri at lata hurðina upp. Alan vildi ikki koma inn, so Ebenezer mátti koma út um at tala við hann, og her fekk hann stutt og greitt at vita, at David var bjargaður, men var fangi. Hann gav Ebenezer tilboð um, at David kundi verða sitandi fangi, ella móti einum hóskandi endurgjaldi kundi hann syrgja fyri, at David varð fyribeindur, so at pápabeiggin ikki nýttist at bera nakran ótta fyri, at hann liakrantíð fór at vísa seg aftur.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.