Tíðindablaðið - 05.02.1975, Side 12
Síða 12
MÍN MEINING
Heuur tað nakran týd-
ning fyri Føroyar at
hava umboð í Norður-
landa-ráðnum?
Jóhan Hendrik W. Poul-
sen, magistari:
Vit áttu at verið bein-
leiðis umboðaðir og ikki
umvegis, sum nú er.
Fyri mín part hevur tað
áhuga, at vit fáa umboð í
eini samnorðurlendskari
málnevnd, sum vænt-
andi verður skipað undir
ráðnum. Eg var á fundi í
Álborg í heyst í sam-
bandi við tað og nýtti
høvið til at lurta eftir ti,
sum annars var til um-
røðu. Tað vóru nógv orð
um smámál.
Knút Wang, blaðstjóri:
Sjálvsagt hevur tað
stóran týđning, men
okkara støða var, at tað
skuldi vera løgtingið
beinleiðis, sum var um-
boðað. Núverandi støða
er ein neyðsemja. Eitt
gott úrslit av limaskap-
inum er, at vit fáa norð-
urlanda hús í Føroyum.
TIDINDABLAOIO mikudagin 5. februar 1975
"■ ' ' 'W'
Lagnustund
Bretland skal hava fólkaatkvøðu um landið skal verða
verandi í felagsmarknaðinum.
- Man hann fara at kvetta endan?
SPEGILS-
MYNDIN
Sølan hjá Happadráttinum
er størri enn vanligt
Leygardagin var sein-
asta frest at keypa sær
seðil til happadráttin
fyri fyrru helvt av árin-
um, og eftirspumingurin
eftir seðlum hevur verið
størri enn vant.
Tilsamans hevur
happadrátturin 8.200
seðlar, og leygarkvøldið
var útselt í Havn. Tá vit
frættu høvdu tey ikki
fingið allar seðlamar aft-
ur frá bygd, men tað er
ikki vanligt, at so nógv
verður selt i Havn sum
hesa ferð. í Havn er selt
fyri eini 170.000 krónur
hesa ferð. Ein heilur seð-
il kostar 100 krónur.
Ein gmnd til ta øktu
søluna er uttan iva, at
vinningarnir eru størri
enn fyrr. í samband við
at happadrátturin er 25
ár kemur vinningurin í
ár heilt upp í 100.000
krónur.
Ein onnur gmnd kann
kanska vera teir mongu
døpm spádómamir um royndir, at spælihugurin
ringar tíðir. Aðrastaðni hjá fólki veksur, tá tíð-
hava menn gjørt tær irnar gerast ringari.
Fyrilestrar
geva 1 miljón
Fyrrverandi ráðgevarin
hjá Nixon, John Dean,
sum fyri stuttum varð
latin leysur úr fongsli
eftir at hava sitið helvt-
ina av revsingini uppá 4
ár, fer um stutta tið at
byrja eina fyrilestrar-
ferð til amerikansk un-
iversitet. Henda fyri-
lestrarferðin fer at vara
í umleið níggju mánar,
og Dean kemur at fáa
umleið eina miljón
krónur fyri hana. Mað-
urin, sum hevur lagt
ferðina til rættis, sigur,
at hann hevur ongantið
havt nakran fyrilestrar-
haldara, ið hevur verið
so nógv eftirspurdur
sum John Dean.
Menninir koma
ov seint heim
Nakrar konur til
bretskar politikarar
hava sett sær fyri at fáa
arbeiðstíðina í undir-
húsinum broytta, so at
menn teirra kunnu
koma heim í hampulig-
ari tíð. Tann kvinnan,
sum fyrst kom við hes-
um kravi, skrivaði til
fleiri aðrar konur til
parlamentslimir og bað
tær skriva brøv til parl-
amentið við kravi um,
at arbeiðstíðin verður
broytt, so at menninir
eru lidnir í undirhúsin-
um ' klokkan 8 um
kvøldið. Kvinnurnar
vilja hava menninar
heim fyrr um kvøldið og
edrúar.
í kravinum er eisini
ført fram, at hjúnar-
skilnaður er ógvuliga
vanligur, har menninir
eru tinglimir og somu-
leiðis fyri blaðmenn,
sum arbeiða í parla-
mentinum.
Sat longri
enn neyðugt
Ein fangi í einum amer-
ikanskum fongsli hevur
verið so væl nøgdur við
LEYST
OG
FAST
fongsulslivið, at hann
hevur sitið i 38 ár longri
enn neyðugt. Hann
varð i 1921 dømdur til
livlangt fongsul fyri
luttøku í einum banka-
ráni, har tveir banka-
menn vórðu skotnir til
deyðis. Tá hesin fangin
hevði sitið í 15 ár varð
avgjørt, at hann skuldi
sleppa leysur, men
hann vildi ikki úr
fongslinum. Fleiriferðir
seinni stóð tað honum í
boðið at sleppa leysur,
men hann tók ikki av.
Nú hevur hann umsíðir
— 38 ár eftir at hann
fyrstu ferð fekk tilboðið
— sagt fongslinum far-
væl. Hann er 75 ára
gamal.
Stórt ur
Tað er eftir øllum at
døma heimsins størsta
ur, sum nú verður sett
upp í Dominikanska
lýðveldinum. Urskivan,
sum er gjørd i Milano,
er 16 metrar í diametur.
Stóripinnur er 9 metrar
og lítlipinnur á urinum
7 metrar.
Ódnarveður av
bilkoyring
Nakrir amerikanskir
granskarar skriva, at
hevði landið havt
vinstrakoyring, so
høvdu tað ikki verið so
nógvar ódnir í USA.
Tey seinastu fjøruti ár-
ini hava ódnimar verið
nógv títtari, og teir
halda at grundin kann
vera tann, at tá bilar
møtast á norðaru helvt
á jørðini, so skapast ein
hvirla, ið melur sama
veg sum teir stóru
hvirlustormarnir. Bil-
ferðslan kann soleiðis
gera hvirlustormamar
sterkari, meðan vinstr-
akoyring hevði gjørt
teir veikari. Granskar-
arnir siga, at hvirlu-
stormarnir em færri um
vikuskiftini, tá teir
stóm lastbilarnir ikki
koyra.
Óli Jacobsen, magistari:
Limaskapurin hevur
óivað sama týdning fyri
Føroyar sum fyri hini
norðurlondini, og eg
haldi tað er neyðugt at
eisini føroyingar em við í
hesum samarbeiði. Tó
kundu teir i Norðurlanda
ráðnum minkað um
pappírsrúgvuna og gjørt
eitt sindur meir. Skriv-
stovuveldið er líka um-
fatandi har, sum í EF.