Tíðindablaðið - 05.02.1975, Síða 12

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Síða 12
Síða 12 MÍN MEINING Heuur tað nakran týd- ning fyri Føroyar at hava umboð í Norður- landa-ráðnum? Jóhan Hendrik W. Poul- sen, magistari: Vit áttu at verið bein- leiðis umboðaðir og ikki umvegis, sum nú er. Fyri mín part hevur tað áhuga, at vit fáa umboð í eini samnorðurlendskari málnevnd, sum vænt- andi verður skipað undir ráðnum. Eg var á fundi í Álborg í heyst í sam- bandi við tað og nýtti høvið til at lurta eftir ti, sum annars var til um- røðu. Tað vóru nógv orð um smámál. Knút Wang, blaðstjóri: Sjálvsagt hevur tað stóran týđning, men okkara støða var, at tað skuldi vera løgtingið beinleiðis, sum var um- boðað. Núverandi støða er ein neyðsemja. Eitt gott úrslit av limaskap- inum er, at vit fáa norð- urlanda hús í Føroyum. TIDINDABLAOIO mikudagin 5. februar 1975 "■ ' ' 'W' Lagnustund Bretland skal hava fólkaatkvøðu um landið skal verða verandi í felagsmarknaðinum. - Man hann fara at kvetta endan? SPEGILS- MYNDIN Sølan hjá Happadráttinum er størri enn vanligt Leygardagin var sein- asta frest at keypa sær seðil til happadráttin fyri fyrru helvt av árin- um, og eftirspumingurin eftir seðlum hevur verið størri enn vant. Tilsamans hevur happadrátturin 8.200 seðlar, og leygarkvøldið var útselt í Havn. Tá vit frættu høvdu tey ikki fingið allar seðlamar aft- ur frá bygd, men tað er ikki vanligt, at so nógv verður selt i Havn sum hesa ferð. í Havn er selt fyri eini 170.000 krónur hesa ferð. Ein heilur seð- il kostar 100 krónur. Ein gmnd til ta øktu søluna er uttan iva, at vinningarnir eru størri enn fyrr. í samband við at happadrátturin er 25 ár kemur vinningurin í ár heilt upp í 100.000 krónur. Ein onnur gmnd kann kanska vera teir mongu døpm spádómamir um royndir, at spælihugurin ringar tíðir. Aðrastaðni hjá fólki veksur, tá tíð- hava menn gjørt tær irnar gerast ringari. Fyrilestrar geva 1 miljón Fyrrverandi ráðgevarin hjá Nixon, John Dean, sum fyri stuttum varð latin leysur úr fongsli eftir at hava sitið helvt- ina av revsingini uppá 4 ár, fer um stutta tið at byrja eina fyrilestrar- ferð til amerikansk un- iversitet. Henda fyri- lestrarferðin fer at vara í umleið níggju mánar, og Dean kemur at fáa umleið eina miljón krónur fyri hana. Mað- urin, sum hevur lagt ferðina til rættis, sigur, at hann hevur ongantið havt nakran fyrilestrar- haldara, ið hevur verið so nógv eftirspurdur sum John Dean. Menninir koma ov seint heim Nakrar konur til bretskar politikarar hava sett sær fyri at fáa arbeiðstíðina í undir- húsinum broytta, so at menn teirra kunnu koma heim í hampulig- ari tíð. Tann kvinnan, sum fyrst kom við hes- um kravi, skrivaði til fleiri aðrar konur til parlamentslimir og bað tær skriva brøv til parl- amentið við kravi um, at arbeiðstíðin verður broytt, so at menninir eru lidnir í undirhúsin- um ' klokkan 8 um kvøldið. Kvinnurnar vilja hava menninar heim fyrr um kvøldið og edrúar. í kravinum er eisini ført fram, at hjúnar- skilnaður er ógvuliga vanligur, har menninir eru tinglimir og somu- leiðis fyri blaðmenn, sum arbeiða í parla- mentinum. Sat longri enn neyðugt Ein fangi í einum amer- ikanskum fongsli hevur verið so væl nøgdur við LEYST OG FAST fongsulslivið, at hann hevur sitið i 38 ár longri enn neyðugt. Hann varð i 1921 dømdur til livlangt fongsul fyri luttøku í einum banka- ráni, har tveir banka- menn vórðu skotnir til deyðis. Tá hesin fangin hevði sitið í 15 ár varð avgjørt, at hann skuldi sleppa leysur, men hann vildi ikki úr fongslinum. Fleiriferðir seinni stóð tað honum í boðið at sleppa leysur, men hann tók ikki av. Nú hevur hann umsíðir — 38 ár eftir at hann fyrstu ferð fekk tilboðið — sagt fongslinum far- væl. Hann er 75 ára gamal. Stórt ur Tað er eftir øllum at døma heimsins størsta ur, sum nú verður sett upp í Dominikanska lýðveldinum. Urskivan, sum er gjørd i Milano, er 16 metrar í diametur. Stóripinnur er 9 metrar og lítlipinnur á urinum 7 metrar. Ódnarveður av bilkoyring Nakrir amerikanskir granskarar skriva, at hevði landið havt vinstrakoyring, so høvdu tað ikki verið so nógvar ódnir í USA. Tey seinastu fjøruti ár- ini hava ódnimar verið nógv títtari, og teir halda at grundin kann vera tann, at tá bilar møtast á norðaru helvt á jørðini, so skapast ein hvirla, ið melur sama veg sum teir stóru hvirlustormarnir. Bil- ferðslan kann soleiðis gera hvirlustormamar sterkari, meðan vinstr- akoyring hevði gjørt teir veikari. Granskar- arnir siga, at hvirlu- stormarnir em færri um vikuskiftini, tá teir stóm lastbilarnir ikki koyra. Óli Jacobsen, magistari: Limaskapurin hevur óivað sama týdning fyri Føroyar sum fyri hini norðurlondini, og eg haldi tað er neyðugt at eisini føroyingar em við í hesum samarbeiði. Tó kundu teir i Norðurlanda ráðnum minkað um pappírsrúgvuna og gjørt eitt sindur meir. Skriv- stovuveldið er líka um- fatandi har, sum í EF.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.