Tíðindablaðið - 07.02.1975, Blaðsíða 8
Síða 8
TÍÐINDABLAÐID fríggjadagin 7. februar 197b
Bløðingar
Kunnu tygum gera so
væl at geva mær greitt
svar uppá hetta: Eg eri
48 ár og havi havt míni
ting normalt til nú fyri
kortum, men so blivu
tað 5 vikur ímillum og
so 3 vikur og 14 dagar
og 10 dagar. Tað er so
upp og niður, og eg
havi hesa ferð bløtt eitt
lítið sindur viðhvørt og
so einki viðhvørt og
aftur meira viðhvørt í
næstan 14 dagar.
Er tað normalt? Eru
tað yvirgangsárini?
Kann man bløða so
leingi minni og meira í
14 dagar?
Eg havi ikki ilt, men
føli meg ússaliga. Hvat
ráð hava tygum til min?
Halda tygum, at tað
heldur uppat nú av sær
sjálvum? Er nakað
medisin fyri tað? Skal
eg taka jarntablettir?
Halda tygum, at tað er
nakað óndartað? Eg eri
so bangin, og tað vísir
seg, sum at eg bløði
meira tá, men eg kann
ikki siga, at tað er
nógv.
Eg haldi sjálv, at eg
eri fyri fleiri árum síð-
ani komin í yvirgangs-
aldurin.
A.K.
Sovorðnar óregluligar
bløðingar, sum tygum
hava, eru vanlig fyri-
brigdi í tygara aldri, og
hevur hetta samband
við yvirgangsaldurin.
Tá tygum eru so
bangin fyri, at tað kann
vera okkurt galið, so vil
eg ráða tygum til at
fara til lceknan, tí møg-
uliga skal hetta verða
kannað nærri, fyri at
tygum ikki skulu halda
fram at vera bangin.
Um alt er í lagi, so
kunnu tygum fáa við-
gerð fyri yvirgangsald-
urin, men í øllum førum
skulu tygum taka jarn
— og tað skulu allar
kvinnur gera, serstak-
liga tá tcer bløða nógv.
At tygum føla tygum
ússaligan er sjálvsagt,
tá tygum bløða so ofta
og nógv, og stendst tað
helst av, at tygum
vantar jarn í blóðinum.
MS
Magapína
í meira enn eitt ár havi
eg havt pínu í magan-
um, men ongatíð so
ringa, at eg havi av-
gjørt at fara til læknan.
Pinan situr í vinstru
síðu, nakað niðan fyri
rivjabeinini. Kann hett-
a vera álvarsligt?
Eg eri 42 ára gamal.
K.J.
Fyri at kunna svara
hesum spurningi er tað
av alstórum týdningi at
fáa at vita, hvussu opn-
ingurin er. Um hann
hevur broytt seg hetta
seinasta árið, eigur
tjúkktarmurin at verða
røntgenkannaður. 0-
vanligt er tað ikki, at
pína undir vinstru síðu
stendst av hørðum og
trekum opningi.
MS
Annað bróstið
er størri
Eg eri 16 ára gomul og
føli meg ofta illa av, at
annað bróstið er størri
enn hitt. Eg havi ansað
eftir, at lítil ella ongin
munur er á bróstunum
hjá vinkonum minum.
Verða bæði lika stór, tá
eg verði eldri, ella kann
nakað gerast fyri at fáa
tey iíka stór?
Skúlagenta
Tað er vanligt fyri-
brigdi, at bróstini ikki
eru líka stór. Munurin
broytist ikki, sjálvt um
tú eldist. Tað er sjáld-
an, at munurin er so
stórur, at onnur síggja
tað, men er hann óvan-
liga stórur, kann skurð-
viðgerð fáast, sum
javnar munin.
MS
*
*
*
*
Frumhald frá bls. 2
næmingurin sostatt næst-
an gera av, hvat hann skal
verða, og áðrenn hann
byrjar á studentaskúlan-
um, skal hann velja, um
hann vil verða málsligur
ella matematiskur stud-
entur. Fyri at koma inn á
málsliga deild krevst
prógv í latíni, og hetta skal
hann helst hava fingið
sær, áðrenn hann byrjar.
Hetta er ein trongur vegur
og hevði stóra sosiala slag-
síðu. Fyrr máttu tey tíð-
liga heimanífrá at ganga í
realskúla og so niður á
studentaskúla. Tað var
frægari, tá ið studenta-
skúlin varð settur á stovn í
Føroyum og eftir at real-
skúlar eru komnir um alt
landið. Men kortini er tað
so enn í Føroyum, at næst-
an øll, sum koma á stud-
entaskúla, hava gingið í 3.
real. Tey brúka sostatt eitt
ár longri enn neyðugt, og
hetta er dýrt bæði fyri tey
og samfelagið. Tó er hetta
ofta betri fyri tey sjálvi.
Stuđentaskúlin er heldur
ikki ætlaður til fólk, ið er
farið út úr skúlanum og
seinni ætlar sær at byrja
aftur, av tí at aldurin á
einum næmingi ikki má
vera meira enn 2 ár yvir
miðalaldurin í flokkinum.
HF er ein nógv meira
opin skúlaformur viðvikj-
anđi upptøkutreytunum.
Har krevst eisini ávísur
forkunnleiki í ymiskum
lærugreinum, tí at tað er
ein hægri skúli; men
hvussu fólk hevur fingið
hesar kunnleikar er lika-
mikið, og tey noyðast ikki
at hava prógv í hesum
forkunnleika. Um ein um-
søkjari sigur seg duga
nóg væl enskt til dømis, ti
hann hevur verið í Ong-
landi ella tí mamma hans-
ara er ensk, ella tílíkt,
kann hetta verða góðtikið.
HF er ein próvtøka, og
tað vil siga, at tað ikki er
ein treyt at fylgja undir-
vísjngini á skeiðinum. Ein
og hvør hevur rætt til at
melda seg til próvtøkuna,
um hann bert er fyltur 18
ár, og fara upp sum sjálv-
lesandi, men skal tá upp í
øllum tí lisna.
Eisini er møguligt innan
fyri HF-skipanina at fáa
einkultfaksskeið sett á
stovn, og vónandi verður
hetta innan ov nógv ár. Á
hesum kunna fólk um
kvøldið lesa til prógv í
einkultum lærugreinum og
á henda hátt samanseta
eitt fult HF-prógv. Hetta
hevði opnað møguleikar
fyri nógvum fólki, t.d.
kvinnum við smábørnum
og fólki, sum bert hevur
brúk fyri nøkrum fáum
lærugreinum.
Atfinningar hava verið
móti, at næmingar úr 10.
flokki eisini kunna sleppa
inn á HF-skeið, um tey
hava forkunnleika í ávís-
um lærugreinum. Tað
verður framført, at tað
trýstir næmingarnar til at
velja tær kravdu læru-
greinirnar fyri at koma inn
á HF og at valfrælsið
verður burturi í 10. flokki.
Á hin bógvin kann sigast,
at hetta heldur lættir um
tað trýstið, sum er, tá ið
næmingarnir skulu inn á
realdeildina, tí nú eru tey
ikki longur avskorin frá at
fara víðari í skúlaskipan-
ini, um tey fara í 8. flokk í
staðin og seinni skuldu
fingið hug at hildið fram.
HF er ein valskúli. 011
skulu hava ávísar felags
lærugreinir, men aftan á 1.
og serstakliga aftaná 2.
lestrarhálvár skulu næm-
ingamir velja nakrar val-
lærugreinir. Her er møgu-
leiki fyri at benda HF móti
tørvinum í ti føroyska
samfelagnum, tí loyvt er
at hava aðrar vallæru-
greinir enn í Danmark, og
aftan á summarfrítíðina í
ár er ætlanin at hava
fiskivinnu sum vallæru-
grein, og eisini ber til at
leggja føroyskt innihald
inn í tær lærugreinir, ið
eru. T.d. kann «viðgerð av
fiski» koyrast undir kemi
og kunnleiki um tól sum
radar, ekkolodd, decca,
astic o.s.fr. og streymlæra
koyrast undir fysikk. Teir
ymisku læru- og yrkis-
stovnar og skúlar kunnu
so seta uppskot fram um,
hvat teir halda vera hósk-
iligt at velja, um ein næm-
ingur skuldi lært ella ar-
beitt hjá teimum.
HF er sostatt ein liðilig
skúlaskipan, men tað
kemst ikki burtur frá, at
hon er donsk. Samanset-
ingin av felagslærugrein-
um og tímatalsbýti eru
gjørd út frá donskum við-
urskiftum, og hetta er
varðveitt í Føroyum uttan
tað, at «føroyskt» er komið
afturat. Hetta gevur viss-
ar trupulleikar, og bert ein
skal nevnast her. Tað er,
at týskt er felagslæru-
grein, og at ávísur for-
kunnleiki krevst í hesi
lærugrein fyri at sleppa
inn. Teir umsøkjarar, sum
ikki hava realprógv, tørva
ofta henda forkunnleika.
av tí at týskt ikki hevur
sama týdning í Føroyum
sum í Danmark, har tað av
søguligum og mentunar-
ligum orsøkum er natúr-
ligt, at týskt gongur fram
um t.d. franskt, spanskt
ella russiskt. Uppskot
hava verið um at gera
týskt til vallærugrein á
sama hátt sum franskt.
Men ber hetta til? Vil eitt
tílíkt HF-prógv, sum ann-
ars er danskt, men uttan
týskt, ikki verða minni
vert enn eitt regluligt
danskt prógv, um næm-
ingur søkir uttanlands?
Eg vil enda hesar við-
merkingar við einum
spurningi:
Hevði ikki verið betri at
gjørt eina føroyska HF-
skipan á sama stigi sum
hin danska, har lærugrein-
a- og tímabýtið og inni-
haldið var gjørt eftir før-
oyskum viðurskiftum, og
fingið hesa skipan viður-
kenda í útlondunum, so
sum íslendingar hava gjørt
við teirra skúlaskipan, ja,
soleiðis sum allar aðrar
tjóðir gera?
Gunvør Hoydal
Datsun 1200
2 3/4 ára gamal í góðum standi til sølu fyri 11.000
krónur.
Lagaligar treytir.
P/F Auto-service
tlf. 1.1502
Havaldan til sølu
M/Tr. Havaldan, umbygt til fyrsta floks hekku-
trolara og við nýggjum motori, er til sølu, um
hóskandi boð fæst.
P/F Højgaards handilsvirki
Saltangará . tlf. 4. 7415
R
Æ
N
D
U
R
Ebenezer, sum ikki visti, at
vitnir vóru til steðar, viðgekk
fyri Alan, at hann hevði givið
Hoseason skiparanum tjúgu
pund fyri at hava dreingin um-
borð hjá sær og selja hann sum
træl í Suðuramerika. Men í
somu løtu, sum hann hetta
segði, kom sakførarin fram og
bað gott kvøld. Síðani kom eisini
David. Uttan at siga nakað fall
tann gamli maðurin sum lam-
sligin niður á gáttini.
Tey ráðini, sum teir høvdu
lagt upp, eydnaðust betri enn
væntað. Nú var tað ikki so tor-
ført at fáa Ebenezer at undir-
skrivað skjalið, sum teir høvdu
við sær, og sum tryggjaði Dav-
idi rættin til harragarðin. Til
hesi viðurskifti vóru fingin í lag,
skuldi hann fáa tveir triðingar
av teimum inntøkum, sum ognin
gav.
Dagin eftir fylgdi David sín-
um trúfasta vini avstað. Hann
gav honum nøkur gullstykkir
við á ferðini, so hann í hvussu er
ikki skuldi hava nakra neyð ta
fyrstu tíðina.
Og her endar søgan um,
hvussu David Balfour gjørdist
eigari av tí gamla harragarðin-
um Shaws, sum hann var tann
rætti arvingurin til.
0
0
1»
*