Tíðindablaðið - 07.02.1975, Blaðsíða 4
Síða 4
Landingar
í januar mánaði í ár
hava føroysk kraft-
blokkaskip havt 31
landingar uttanlanda
og hava selt góð 4.000
tons fyri 6,2 miljónir
krónur. Hetta er meira í
nøgd, men minni í pen-
ingi enn sama mánað í
fjør, tá 3.500 tons vórð-
u seld fyri 9,5 miljónir
krónur, men hartil er at
siga, at hesa ferð eru
sløk 2.000 tons seld til
idnað í Bretlandi, með-
an so gott sum onki fór
til ídnað í januar mán-
aði í fjør. 22 av teimum
31 landingunum í farna
mánaði vóru í Hirts-
hals.
Skrásetan
Handilsregistarið boðar
frá, at Daniel Eli Sune
H^jgaard, bilførari, og
Marius Svend Daniel-
sen, skipasmiður, á
Toftum reka handverk
og ídnað í Nes komm-
unu sum einastu an-
svarligu innihavarar av
íognarfelagnum Dann.
Sjúkrakassar
Meginfelag sjúkrakass-
anna boðar frá, at sein-
asti dagur at senda inn
rokningar ella onnur
krøv til føroysku sjúk-
rakassamar er fríggja-
dagin 14. februar 1975.
Trolið um
skrúvuna
Mýlingur varð í vikuni
togaður inn til Akureyri
av tí at hann hevði
fingið trolið um skrúv-
una.
Gudstænastur
Sunnudagin hevur J.
Follend gudstænastu í
Rituvíkar kirkju, Jóhan
Weihe í Havnar kirkju,
Frímann á Brúnni í
Skopun kl. 12, Eivind
Vilhelm varabiskupur í
Haldórsvíkar kirkju,
Torkil Beder í Gøtu,
Petur Martin Rasmus-
sen í Funningi, Salo-
mon Joensen á Viðar-
eiði, Kristian Osvald
Viderø í Øravík, Martin
Restorff Jacobsen hev-
ur gudstænastu í Hovi
kl. 12 og í Porkeri kl.
18, og í Fámjin verður
Gerhard Hansen.
Frelsunar-
herurin
1 dag kl. 17 er bama-
møti, kl. 20 soldátar-
møti, kl. 21.45 møti á
Vaglinum. I morgin kl.
17 bamamøti.
Missiónshúsið
við Landavegin
Sunnudagin er sunnu-
dagsskúli kl. 14 og møti
kl. 19.
Ebenezer
Bíbliuflokkur í kvøld
kl. 20.30. Sunnudagin
er sunnudagsskúli kl.
12 og evangeliskt møti
kl. 18.
Útvarpið
Eftir tíðindini í kvøld
kemur sendingin Orða-
bókin. Síðani heldur
John Davidsen fyrilest-
ur um Peder Arabo. Kl.
20 kemur sendingin
Fríggjakvøld kl. 20.
Jarðskjálvti
Myndugleikarnir í Pek-
ing hava váttað, at ein
jarðskjálvti hevur verið
í landnyrðingspartinum
av landinum. Sagt varð
ikki, hvussu stórur
skaðin var, men at
hjálp varð send til stað-
ið beinanvegin.
Jarðskjálvtin, sum
var týsdagin, var máld-
ur á seismologiskum
stovnum í Sovjetsam-
veldinum, Japan og
Svøríki.
Undantaksstøða
í Peru
í Lima, høvuðsstaðn-
um í Peru, tók ófriður
seg upp mikudagin, og
stjómin lýsti alt landið
í undantaksstøðu.
Kunngerðin um undan-
taksstøðuna kom, eftir
at tað var komið til
skjótingar við eina pol-
itistøð millum politistar
og hermenn. Politist-
amir vóm í verkfalli og
kravdu hægri løn og
betri arbeiðstreytir.
Kunngerðin frá
stjómini segði, at poli-
tiið hevði samarbeitt
við politiskar mótstøð-
ubólkar, og at uppreist-
ur teirra var niðurbard-
ur. Fleiri túsund mót-
mælisfólk fóru tá út og
grýttu grót eftir her-
monnunum og settu eld
á hús og bilar. Stjómin
heyur sent boð út um
landið og heitt á fólk
um at halda seg burtur
frá ' gøtunm. Stríðs-
vognar vórðu sendir inn
í miðbýin.
TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 7. februar 1975
Næsta mikudag stevna væntandi nógvir útróðrarbátar til Havnar
Útróðrarmenn til
Havnar á fund
næsta mikudag
Skulu viðgera støðuna eftir
uppskot landsstýrisins
Mikudagin í næstu viku
skipar Meginfelag Útróðr-
armanna fyri stórum fundi
i Havn. 011 útróðrarfel-
øgini eru boðað til fundar,
og felagið hevur talað við
havnamyndugleikarnar i
Havn um at útróðrarbát-
arnir, sum koma til Havn-
ar henda dagin, fáa loyvi
at liggja á Eystaru vág.
Fundurin, sum teir skul-
u halda, verður i lærara-
skúlahøllini. Tá vit frættu
høvdu teir avgjørt tveir av
røðarunum á fundinum.
Erlendur Patursson skal
sum.fyrrverandi fakfelags-
formaður tala um «Virði av
samanhaldi» og Jógvan
Sundstein skal tala um
«Hvønn búskaparligan
týdning útróðurin hevur
fyri Føroyar». Aðrir tal-
arar verða eisini á fund-
inum, og umframt hetta
skal støðan eisini viðgerast
sum heild um tað, sum er
hent í seinastuni, meðan
talað hevur verið um at
veita útróðrinum kreppu-
hjálp.
Illa nøgdir
Kring alt landið hava út-
róðrarfeløgini havt fund
um støðuna, og Adolf V.
Hansen, gum er formaður í
nevndini hjá meginfelag-
num, ið hevur samráðst
við landsstýrið, sigur, at á
øllum teimum fundum,
sum hann hevur frætt frá,
eru menn komnir til ta
niðurstøðu, at tað lands-
stýrisuppskotið, sum ting-
ið samtykti seinasta frígg-
jadag, er ongin hjálp.
Síðani meginfelagið varð
stovnað eru fleiri limir
komnir aftrat í útróðrar-
feløgini, so at meginfelagið
í dag umboðar út ímóti
2.000 mans.
Á útróðrarfundinum í
Klaksvík seinasta sunnu-
dag varð semja um, at av-
reiðingarprísirnir eiga at
verða fastir og prístals-
viðgjørdir, og at útróðrar-
menninir fáa minstuløn.
Aftrat tí viðgjørdu teir
spurningin um frítíðarløn
og sjúkratrygging.
Tað, sum semja var um
á fundinum í Havn, lá ikki
langt frá tí kravi, sum
felagið í Klaksvík setti
fram. Har var uppskot um
at seta ein minstaprís, og
avreiðingarprísurin skal
ongantíð niður um hann,
og hesin minstiprísurin
skuldi prístalsregulerast.
Á fundinum i Havn varð
ikki talað um frítíðarløn og
sjúkratrygging.
Biðja um
at sleppa
at sigla
gjøgnum
streymin
Meginfelag LJtróðrar-
manna hevur sent eitt
skriv til løgtingið og biðið
um at tað verður skipað
soleiðis fyri, at bátar undir
várróðrinum sleppa at sigl-
a gjøgnum Streymin.
Sum er kunnu teir fara
gjøgnum Streymin, men
tað er fyri egnu ábyrgd og
trygging in tekur ikki við,
um nakað hendir. Teir
hava biðið um, at leiðbein-
ing verður givin monnum
um, nær teir kunnu fara
igjøgnum Streymin. Sagt
verður, at hetta kundi t.d.
verið gjørt á tann hátt, at
teir fingu eina leiðbeining
um, hvussu teir skulu bera
seg at og t.d. kundi ein
tabell verið gjørt við yvir-
liti yvir, nær best er at
sigla gjøgnum Streymin.
Tað er ringt hjá bátum,
sum hava heimstað sunn-
anfyri at sleppa norðurum,
tá veðrið er ólagaligt, hó-
ast tað kann vera útróðrar-
veður norðanfyri, verður
sagt.
Størri
frádrátt
Eisini hevur Meginfelag
Útróðrarmanna biðið um
at peningurin, sum kann
dragast frá í skatti fyri
kost, verður hækkaður
upp í 30 krónur um dagin.
Tað, sum útróðrarmennin-
ir hava havt loyvi at draga
frá, var 5 krónur, og er nú
hækkað upp í 7 krónur.
Teir siga, at teir rokna
ein útróðrardag javnt við
tríggjar vanligar arbeiðs-
dagar á landi, og av tí at
lítil svøvnur verður ein
slíkqn túr, gongur nógv í
kosti. Teir hava biðið um,
at ktenda nýggja skipanin
verðúr galdandi frá í ár.
0
*
W
0