Tíðindablaðið - 07.02.1975, Page 4

Tíðindablaðið - 07.02.1975, Page 4
Síða 4 Landingar í januar mánaði í ár hava føroysk kraft- blokkaskip havt 31 landingar uttanlanda og hava selt góð 4.000 tons fyri 6,2 miljónir krónur. Hetta er meira í nøgd, men minni í pen- ingi enn sama mánað í fjør, tá 3.500 tons vórð- u seld fyri 9,5 miljónir krónur, men hartil er at siga, at hesa ferð eru sløk 2.000 tons seld til idnað í Bretlandi, með- an so gott sum onki fór til ídnað í januar mán- aði í fjør. 22 av teimum 31 landingunum í farna mánaði vóru í Hirts- hals. Skrásetan Handilsregistarið boðar frá, at Daniel Eli Sune H^jgaard, bilførari, og Marius Svend Daniel- sen, skipasmiður, á Toftum reka handverk og ídnað í Nes komm- unu sum einastu an- svarligu innihavarar av íognarfelagnum Dann. Sjúkrakassar Meginfelag sjúkrakass- anna boðar frá, at sein- asti dagur at senda inn rokningar ella onnur krøv til føroysku sjúk- rakassamar er fríggja- dagin 14. februar 1975. Trolið um skrúvuna Mýlingur varð í vikuni togaður inn til Akureyri av tí at hann hevði fingið trolið um skrúv- una. Gudstænastur Sunnudagin hevur J. Follend gudstænastu í Rituvíkar kirkju, Jóhan Weihe í Havnar kirkju, Frímann á Brúnni í Skopun kl. 12, Eivind Vilhelm varabiskupur í Haldórsvíkar kirkju, Torkil Beder í Gøtu, Petur Martin Rasmus- sen í Funningi, Salo- mon Joensen á Viðar- eiði, Kristian Osvald Viderø í Øravík, Martin Restorff Jacobsen hev- ur gudstænastu í Hovi kl. 12 og í Porkeri kl. 18, og í Fámjin verður Gerhard Hansen. Frelsunar- herurin 1 dag kl. 17 er bama- møti, kl. 20 soldátar- møti, kl. 21.45 møti á Vaglinum. I morgin kl. 17 bamamøti. Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagin er sunnu- dagsskúli kl. 14 og møti kl. 19. Ebenezer Bíbliuflokkur í kvøld kl. 20.30. Sunnudagin er sunnudagsskúli kl. 12 og evangeliskt møti kl. 18. Útvarpið Eftir tíðindini í kvøld kemur sendingin Orða- bókin. Síðani heldur John Davidsen fyrilest- ur um Peder Arabo. Kl. 20 kemur sendingin Fríggjakvøld kl. 20. Jarðskjálvti Myndugleikarnir í Pek- ing hava váttað, at ein jarðskjálvti hevur verið í landnyrðingspartinum av landinum. Sagt varð ikki, hvussu stórur skaðin var, men at hjálp varð send til stað- ið beinanvegin. Jarðskjálvtin, sum var týsdagin, var máld- ur á seismologiskum stovnum í Sovjetsam- veldinum, Japan og Svøríki. Undantaksstøða í Peru í Lima, høvuðsstaðn- um í Peru, tók ófriður seg upp mikudagin, og stjómin lýsti alt landið í undantaksstøðu. Kunngerðin um undan- taksstøðuna kom, eftir at tað var komið til skjótingar við eina pol- itistøð millum politistar og hermenn. Politist- amir vóm í verkfalli og kravdu hægri løn og betri arbeiðstreytir. Kunngerðin frá stjómini segði, at poli- tiið hevði samarbeitt við politiskar mótstøð- ubólkar, og at uppreist- ur teirra var niðurbard- ur. Fleiri túsund mót- mælisfólk fóru tá út og grýttu grót eftir her- monnunum og settu eld á hús og bilar. Stjómin heyur sent boð út um landið og heitt á fólk um at halda seg burtur frá ' gøtunm. Stríðs- vognar vórðu sendir inn í miðbýin. TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 7. februar 1975 Næsta mikudag stevna væntandi nógvir útróðrarbátar til Havnar Útróðrarmenn til Havnar á fund næsta mikudag Skulu viðgera støðuna eftir uppskot landsstýrisins Mikudagin í næstu viku skipar Meginfelag Útróðr- armanna fyri stórum fundi i Havn. 011 útróðrarfel- øgini eru boðað til fundar, og felagið hevur talað við havnamyndugleikarnar i Havn um at útróðrarbát- arnir, sum koma til Havn- ar henda dagin, fáa loyvi at liggja á Eystaru vág. Fundurin, sum teir skul- u halda, verður i lærara- skúlahøllini. Tá vit frættu høvdu teir avgjørt tveir av røðarunum á fundinum. Erlendur Patursson skal sum.fyrrverandi fakfelags- formaður tala um «Virði av samanhaldi» og Jógvan Sundstein skal tala um «Hvønn búskaparligan týdning útróðurin hevur fyri Føroyar». Aðrir tal- arar verða eisini á fund- inum, og umframt hetta skal støðan eisini viðgerast sum heild um tað, sum er hent í seinastuni, meðan talað hevur verið um at veita útróðrinum kreppu- hjálp. Illa nøgdir Kring alt landið hava út- róðrarfeløgini havt fund um støðuna, og Adolf V. Hansen, gum er formaður í nevndini hjá meginfelag- num, ið hevur samráðst við landsstýrið, sigur, at á øllum teimum fundum, sum hann hevur frætt frá, eru menn komnir til ta niðurstøðu, at tað lands- stýrisuppskotið, sum ting- ið samtykti seinasta frígg- jadag, er ongin hjálp. Síðani meginfelagið varð stovnað eru fleiri limir komnir aftrat í útróðrar- feløgini, so at meginfelagið í dag umboðar út ímóti 2.000 mans. Á útróðrarfundinum í Klaksvík seinasta sunnu- dag varð semja um, at av- reiðingarprísirnir eiga at verða fastir og prístals- viðgjørdir, og at útróðrar- menninir fáa minstuløn. Aftrat tí viðgjørdu teir spurningin um frítíðarløn og sjúkratrygging. Tað, sum semja var um á fundinum í Havn, lá ikki langt frá tí kravi, sum felagið í Klaksvík setti fram. Har var uppskot um at seta ein minstaprís, og avreiðingarprísurin skal ongantíð niður um hann, og hesin minstiprísurin skuldi prístalsregulerast. Á fundinum i Havn varð ikki talað um frítíðarløn og sjúkratrygging. Biðja um at sleppa at sigla gjøgnum streymin Meginfelag LJtróðrar- manna hevur sent eitt skriv til løgtingið og biðið um at tað verður skipað soleiðis fyri, at bátar undir várróðrinum sleppa at sigl- a gjøgnum Streymin. Sum er kunnu teir fara gjøgnum Streymin, men tað er fyri egnu ábyrgd og trygging in tekur ikki við, um nakað hendir. Teir hava biðið um, at leiðbein- ing verður givin monnum um, nær teir kunnu fara igjøgnum Streymin. Sagt verður, at hetta kundi t.d. verið gjørt á tann hátt, at teir fingu eina leiðbeining um, hvussu teir skulu bera seg at og t.d. kundi ein tabell verið gjørt við yvir- liti yvir, nær best er at sigla gjøgnum Streymin. Tað er ringt hjá bátum, sum hava heimstað sunn- anfyri at sleppa norðurum, tá veðrið er ólagaligt, hó- ast tað kann vera útróðrar- veður norðanfyri, verður sagt. Størri frádrátt Eisini hevur Meginfelag Útróðrarmanna biðið um at peningurin, sum kann dragast frá í skatti fyri kost, verður hækkaður upp í 30 krónur um dagin. Tað, sum útróðrarmennin- ir hava havt loyvi at draga frá, var 5 krónur, og er nú hækkað upp í 7 krónur. Teir siga, at teir rokna ein útróðrardag javnt við tríggjar vanligar arbeiðs- dagar á landi, og av tí at lítil svøvnur verður ein slíkqn túr, gongur nógv í kosti. Teir hava biðið um, at ktenda nýggja skipanin verðúr galdandi frá í ár. 0 * W 0

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.