Tíðindablaðið - 07.02.1975, Blaðsíða 7
TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 7. februar 1975
Luttaka Føroyar
á framsýning í
Stuttgart í 1976?
Ferðamannaframsýning verður
hildin har á hvørjum ári
Á hvørjum ári í januar-feb-
ruar verður í suðurtýska
býnum Stuttgart skipað
fyri stórari ferðamanna-
framsýning og stevnu, teir
nevna «Caravan, Motor
und Touristik», stytt tU
CMT. Henda stevnan varð
í ár opnað 25. januar, og
portrini vórðu latin aftur
2. februar. Framsýningin
er á hvørjum ári um somu
tíð.
Stevnan CMT umboðar
alt, ið hoyrir frítíðini til, og
fyrireikingar verða longu
tíðliga í vár til stevnuna
komandi ár.
Tað stendur Føroyum i
boði at verða umboðaðar á
framsýningini CMT 76,
sum Tiðindablaðið frættir
sunnan úr Stuttgart, har
havnarmaðurin Sørin
Christiansen starvast á
danska konsulátinum i
Konigsstrasse.
Tá eg havi hoyrt, at teir
ætla at gera eina havn
norðan fyri byrgingina í
Hvannasundi, má eg siga,
at hetta er ein vánalig
loysn. Vit eiga eina góða
havn sunnan fyri byrging-
ina, hví ikki brúka hana?
Ein havn norðan fyri byrg-
ingina kann bara vera
brúkt til neyðhavn, ein
bátur kemur inn á ringari
høgætt norðanfyri, hann
má verða liggjandi har
inntil høgættin linkar aft-
ur.
Teir bátar, sum tá liggja
sunnanfyri byrgingina,
kunnu gera fleiri góðar út-
róðrartúrar, meðan hin í
havnini norðanfyri byrg-
ingina liggur veðurfastur.
Er tað ikki nógv betur at
gera eina siglingarrennu,
so kunnu bátarnir liggja
sunnanfyri byrgingina.
Bátarnir fáa so róð norð-
ureftir og suðureftir, sum
ætlin og líkindini eru til
Grønland visti
andlit sítt
Á framsýningini í ár hava
fleiri donsk feløg tikið lut,
umboðandi ymsar vinnu-
livsgreinir við tilknýti at
motorítrótti og sum ann-
ars halda seg hava okkurt
at vísa fram. Men eina-
helst tænir framsýningin tí
endamáli at gera ferða-
mannareklámu. Danska
ferðamannaumboðið í Suð-
urtýsklandi, Jorgen von
Klenau — dani, ið hevur
búð mong ár í Týsklandi
og sum har umboðar Dan-
marks Turistrád — á odda
— samskipaði framsýning-
ina fyri teir donsku luttak-
ararnar.
Fyri føroyingar kann
vera áhugavert at vita, at
hesa ferð var eisini Grøn-
land umboðað á framsýn-
ingini, so at Grønland á
tess, men kann ikki siglast
ígjøgnum sundið, hava
Hvannasund og Norðdepli
mist sitt virði sum útróðr-
arpláss. Eg veit ikki, hvat
tað kostar at gera eina
siglingarrennu ígjøgnum
byrgingina, men tað kost-
ar eisini nógv at hava eitt
stórt flakavirki við góðari
atløgubryggju, ið kostar
fleiri miljónir krónur, og
lítlan og ongan fisk at fáa,
og arbeiðsfólkið á flaka-
virkinum einki arbeiði. Ti
er ongin loysn í hesum
máli uttan at gera eina
siglingarrennu, so tað
kann siglast igjøgnum
sundið, hetta haldi eg at
teir flestu útróðrarmenn á-
sanna við mær. Tí vil eg
heita á løgting og lands-
stýri at gera so at i minsta
lagi 50-tonsara kunnu sigl-
a ígjøgnum sundið.
Martin Sivertsen
Norðdepli
besta hátt varð lýst sum
ferðamannaland. Fólkið í
Bayem (størsti deildar-
statur har sunnanfyri), og
í Baden Wúrtenberg vísti
grønlendsku framsýning-
ini ovurhonds stóran á-
huga, og likt er til —
verður sagt okkum — at
um eisini Føroyar høvdu
víst «andlit sítt», so hevði
áhugin millum suðurtýsk-
arar ikki verið minni. Júst
tað, at teir sleppa at síggja
okkurt, ið er øðrvisi enn
vanligt er hjá teimum at
síggja, tykist vera meira
enn forkunnugt hjá fólkin-
um í hesum syðra parti av
týska samveldisríkinum.
Leiðarin av Dánisches
Fremdenverkehrsamt i
Múnchen, tann áður-
nevndi Jorgen von Klenau,
heldur avgjørt, at Føroyar
eiga at lata seg umboða á
komandi framsýningini
Hjálp til
Libanon
Arabiskir uttanríkis-
og verjumálaráðharrar,
sum hava havt fund í
Kairo siga, at teir hava
samtykt at ganga eini
umsókn frá Libanon á
møti um størri hjálp til
at verja seg ímóti ísra-
elskum álopum. Tað
varð ikki greitt nærri
frá, hvørja hjálp Lib-
anon skal hava, men
libanesiski uttanríkis-
ráðharrin segði eftir
fundin, at hann var
ógvuliga væl nøgdur
við úrslitið.
Ongi úrslit
beinanvegin
Gerald Ford forseti
hevur sagt, at hansara
royndir at bøta um am-
erikanska búskapin
fara ikki at vísa úrslit
beinanvegin. Hann sig-
ur, at tað liggja torførar
tíðir fyri framman. 1
eini búskaparligari frá-
greiðing til kongressina
segði forsetin, at tann
búskaparpolitikkur,
sum hann hevur boðað
frá, fer í longdini at
vera besta loysn á teim-
um búskaparligu trup-
ulleikunum hjá USA.
CMT 76, tí á tílíkari
stevnu er hann best fyri, ið
kann vísa fram nakað, ið er
sjáldsamt.
Tankin er nú borin fram
til teir avvarðandi í Føroy-
um, og stundir verða i góð-
ari tíð at fyrireika møgu-
liga føroyska luttøku í
stevnuni í 1976, um áhugi
er fyri tí; hildið verður, at
slík luttøka, sum fyrst av
øllum skuldi verið turist-
kend, siga frá Føroyum og
eyðkennum hjá hesum
oyggjum, náttúru, fólki og
gerandislivi, uttan iva fer
at fáa góða undirtøku.
Á seinastu CMT-fram-
sýning var turistdeildin
umboðað við 25 londum,
og talið á teimum vitjandi
teir 8 dagarnar, ið opið
var, røkk upp í ikki minni
enn 160.000, og í ár verður
roknað við uppaftur størri
tali.
Ókeypis rekláma
1 fjarsýni
Ein møguleiki fyri ókeypis
reklámu er eisini til steðar
á breiðum grundarlagi,
sum tikið verður til i brævi
úr Stuttgart:
- «Súdwest Funk», ið er
regional fjarsýnisstøð í
Baden Wúrttenberg plagar
at umtala og vísa filmklipp
frá tílíkum stevnum, og
kundi tá verið arbeitt fram
ímóti at teir lótu ein even-
tuellan føroyskan stand
koma við í tílíkari sending.
Um hetta eydnast, so er
alt greitt til næsta stig,
nevniliga at fáa føroyskar
eksportvørur fram í sýnis-
gluggarnar hjá onkrum av
teimum stóru handilshús-
unum. Og ikki skuldi verið
óhugsandi á henda hátt at
fingið suðurtýskarar at
kjósa sær Føroyar sum
náttúrligt pláss at vitja. 1
Suðurtýsklandi er ein hóp-
ur av fólki, ið einki betur
veit enn at ganga í fjøllun-
um, og sum ikki seta so
stór krøv til komfort og
annað slíkt, og eisini er
Baden Wúrttenberg eitt
tað ríkasta land í Bundes-
republik Deutschland, so
tað hevði ikki verið hitt
vánaligasta slagið av fólki,
ið vildi leitað til okkara.
Føroyar hava áður verið
umboðaðar á fleiri stórum
framsýningum ymsastaðni
í Europa, hin fyrsta størri
var i Barcelona í 1929, tá ið
føroyskur klippfiskur fekk
heiðursløn. Ein onnur var
framsýning í Bruxelles
mitt í 1930unum, har Før-
oyskt Heimavirki var um-
boðað við bundnum og
vovnum lutum og eisini
fekk heiðursmerkið Grand
Prix. Síðani hava fram-
sýningar við føroyskari
luttøku verið m.a. í Dúss-
eldorff og Torino, og ikki
at gloyma hina stóru, reint
føroysku framsýningina í
París fyri eini tjúgu árum
síðani. Hon var stak væl-
eydnað.
Lesarin skrivar
Byrgingin
í Hvannasundi
Isolera
frystirúm
Á ti nýggja flakavirk-
inum á Tvøroyri verður
nú arbeiLt við aL isolera
fi-ystirúm. leggja klo-
akkir og annað. Mas-
kinurnar til virkið eru
komnar. men ikki upp-
settar enn. Teir vænta,
at virkið kann vera lið-
ugt i mei.
Húsið er 1600 kvad-
ratmetrar til støddar,
og partar av tí eru í
tveimum hæddum, so
at samlaða gólvvíddin
er 1980 kvadratmetrar.
{ ovaru hæddini er kan-
Lina, umklæðingsrúm
og ísgoymsla.
Frammanfyri virkið
8 er gjørd nýggj atløgu-
Ibryggja. Sjálv siðan á
atløgubryggjuni er lið-
ug, men teir eru ikki
liđnir at stoypa innan-
Utfylla
Arbeiðið at útfylla
havnaøkið og gera ta
byggiklárt skal verða
liðugt í vár. Tað er
kommunan, sum ger
hetta arbeiðið, og sam-
baul sáttmálan skal
okið vera byggibúgvið í
mei. Skitsuprojekt og
rakstrarætlan eru
gjord, men detailpro-
jekteringin er ikki liðug
enn.
Á beding
Á Tvøroyri standa ltas-
mus Effersøe og Gud-
mund á beđing. Ras-
: mus Effersøe, sum skal
á saltfiskaveiðu, fer aft-
ur á sjógvin í næstu
viku. og Gudmundur,
sum fær broytingar
gjørdar i lastini, verður
væntandi liðugur síðst i
mánanum.
Útróður
I í gjár vóru næstan allir
vágsbátar á útróðri.
Tveir smáir deksbátar
komu aílur í gjára-
morgunin og fóru av-
stað aftur. Teir høvdu
25. og 30 sentnarar.
Mikudagin avreiddi
'l'orri 80 og Gáshólmur
74 sentnarar. Múla-
tangi var eisini inni,
hann hevði verið úti í
tveir dagar, og legði
bara tað upp, sum hann
hevði á dekkinum, tað
vóru 75 sentnarar.
Hann hevði eisini nakað
í lastini.
'l'að eru eini 10—12
bátar. sum plaga at av-
reiða í Vági. Fiskanes
og Fagraberg trola.
I'agrtiberg misti nakað
Síða 7
TÍÐINDI
ÚR
SUÐUROY
a\ reiðska! i t \ n i \ ik-
uni. og l'i - i.alies he\ ur
ligið fvri maskinbrek.
Mikudagin a\skipaði
Polarliosl 24 tons av
frystum flaki lil USA
við Svani. Tey hava
ikki nógv á goymslu. í
januar mána kom litil
fiskur upp á land. Virk-
ið tók tilsamans imóti
eini 50 tonsum i ráfiski i
januar.
Fáa ikki latið
skipum salt
Á saltsøluni á Drelnesi
verður transportbands-
anleggið umvælt. og
skip ltunnu ti ikki fáa
salt haðani fyrr enn i
a|iríl mánaða. Saltsølan
har varð bygd i 1938,
og nú er jarnkonsLe k-
tiónin Lil transport-
bandiðso illa farin. Tað
er J.K. Joensen og
Sonur í Miðvági, sum
gera umvælingarar-
beiðið, ið byrjaði i des-
ember mána. Hetta
kemur at kosta eini
300.000 krónur.
I gongd
í vikuni
Tummas T' liggur á
T'vøroyri og ger klárt at
fara við gørnum. Hann
skal verða liðugur at
fara i vikuni.
Anna T’ liggur enn á
Skála. har hon hevur
skift motor. Teir'hava
ætlað at seta motorin i
gongd í hesi vikuni.
llon hevur fingið ein
700 770 hesta Alfa die-
M I.
Heim úr
Portugal
J ógv a n á G o rðu n u m
kom av beding á Vági
mikudagin. Teir høvdu
hann uppi og málaðu
hann. Jógvan á Gorð-
unum skal við gornum.
Petur á Gorðunum er
á veg aftur úr Portugal.
Ilann fór úr Lissabon 1.
februar. Ferðin hjá
teimum niður vardi i 10
dagar. men tá viðraði
ikki væl hjá teimum.
1 íann var niðri við
gamafiski og hevði Lil-
samans 152,5 tons.
Hann hevði fiskin hjá
Jógvan á Gørðunum og
so nokur fá tons aftrat,
umframt tað, sum hann
sjálvur hevði fiskað.
60-70 sentn.
Á Tvørovri avreiddu
lleiri bátar mikudagin.
Tcir lógu um 60 Lil 70
sent narar.