Tíðindablaðið - 07.02.1975, Síða 7

Tíðindablaðið - 07.02.1975, Síða 7
TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 7. februar 1975 Luttaka Føroyar á framsýning í Stuttgart í 1976? Ferðamannaframsýning verður hildin har á hvørjum ári Á hvørjum ári í januar-feb- ruar verður í suðurtýska býnum Stuttgart skipað fyri stórari ferðamanna- framsýning og stevnu, teir nevna «Caravan, Motor und Touristik», stytt tU CMT. Henda stevnan varð í ár opnað 25. januar, og portrini vórðu latin aftur 2. februar. Framsýningin er á hvørjum ári um somu tíð. Stevnan CMT umboðar alt, ið hoyrir frítíðini til, og fyrireikingar verða longu tíðliga í vár til stevnuna komandi ár. Tað stendur Føroyum i boði at verða umboðaðar á framsýningini CMT 76, sum Tiðindablaðið frættir sunnan úr Stuttgart, har havnarmaðurin Sørin Christiansen starvast á danska konsulátinum i Konigsstrasse. Tá eg havi hoyrt, at teir ætla at gera eina havn norðan fyri byrgingina í Hvannasundi, má eg siga, at hetta er ein vánalig loysn. Vit eiga eina góða havn sunnan fyri byrging- ina, hví ikki brúka hana? Ein havn norðan fyri byrg- ingina kann bara vera brúkt til neyðhavn, ein bátur kemur inn á ringari høgætt norðanfyri, hann má verða liggjandi har inntil høgættin linkar aft- ur. Teir bátar, sum tá liggja sunnanfyri byrgingina, kunnu gera fleiri góðar út- róðrartúrar, meðan hin í havnini norðanfyri byrg- ingina liggur veðurfastur. Er tað ikki nógv betur at gera eina siglingarrennu, so kunnu bátarnir liggja sunnanfyri byrgingina. Bátarnir fáa so róð norð- ureftir og suðureftir, sum ætlin og líkindini eru til Grønland visti andlit sítt Á framsýningini í ár hava fleiri donsk feløg tikið lut, umboðandi ymsar vinnu- livsgreinir við tilknýti at motorítrótti og sum ann- ars halda seg hava okkurt at vísa fram. Men eina- helst tænir framsýningin tí endamáli at gera ferða- mannareklámu. Danska ferðamannaumboðið í Suð- urtýsklandi, Jorgen von Klenau — dani, ið hevur búð mong ár í Týsklandi og sum har umboðar Dan- marks Turistrád — á odda — samskipaði framsýning- ina fyri teir donsku luttak- ararnar. Fyri føroyingar kann vera áhugavert at vita, at hesa ferð var eisini Grøn- land umboðað á framsýn- ingini, so at Grønland á tess, men kann ikki siglast ígjøgnum sundið, hava Hvannasund og Norðdepli mist sitt virði sum útróðr- arpláss. Eg veit ikki, hvat tað kostar at gera eina siglingarrennu ígjøgnum byrgingina, men tað kost- ar eisini nógv at hava eitt stórt flakavirki við góðari atløgubryggju, ið kostar fleiri miljónir krónur, og lítlan og ongan fisk at fáa, og arbeiðsfólkið á flaka- virkinum einki arbeiði. Ti er ongin loysn í hesum máli uttan at gera eina siglingarrennu, so tað kann siglast igjøgnum sundið, hetta haldi eg at teir flestu útróðrarmenn á- sanna við mær. Tí vil eg heita á løgting og lands- stýri at gera so at i minsta lagi 50-tonsara kunnu sigl- a ígjøgnum sundið. Martin Sivertsen Norðdepli besta hátt varð lýst sum ferðamannaland. Fólkið í Bayem (størsti deildar- statur har sunnanfyri), og í Baden Wúrtenberg vísti grønlendsku framsýning- ini ovurhonds stóran á- huga, og likt er til — verður sagt okkum — at um eisini Føroyar høvdu víst «andlit sítt», so hevði áhugin millum suðurtýsk- arar ikki verið minni. Júst tað, at teir sleppa at síggja okkurt, ið er øðrvisi enn vanligt er hjá teimum at síggja, tykist vera meira enn forkunnugt hjá fólkin- um í hesum syðra parti av týska samveldisríkinum. Leiðarin av Dánisches Fremdenverkehrsamt i Múnchen, tann áður- nevndi Jorgen von Klenau, heldur avgjørt, at Føroyar eiga at lata seg umboða á komandi framsýningini Hjálp til Libanon Arabiskir uttanríkis- og verjumálaráðharrar, sum hava havt fund í Kairo siga, at teir hava samtykt at ganga eini umsókn frá Libanon á møti um størri hjálp til at verja seg ímóti ísra- elskum álopum. Tað varð ikki greitt nærri frá, hvørja hjálp Lib- anon skal hava, men libanesiski uttanríkis- ráðharrin segði eftir fundin, at hann var ógvuliga væl nøgdur við úrslitið. Ongi úrslit beinanvegin Gerald Ford forseti hevur sagt, at hansara royndir at bøta um am- erikanska búskapin fara ikki at vísa úrslit beinanvegin. Hann sig- ur, at tað liggja torførar tíðir fyri framman. 1 eini búskaparligari frá- greiðing til kongressina segði forsetin, at tann búskaparpolitikkur, sum hann hevur boðað frá, fer í longdini at vera besta loysn á teim- um búskaparligu trup- ulleikunum hjá USA. CMT 76, tí á tílíkari stevnu er hann best fyri, ið kann vísa fram nakað, ið er sjáldsamt. Tankin er nú borin fram til teir avvarðandi í Føroy- um, og stundir verða i góð- ari tíð at fyrireika møgu- liga føroyska luttøku í stevnuni í 1976, um áhugi er fyri tí; hildið verður, at slík luttøka, sum fyrst av øllum skuldi verið turist- kend, siga frá Føroyum og eyðkennum hjá hesum oyggjum, náttúru, fólki og gerandislivi, uttan iva fer at fáa góða undirtøku. Á seinastu CMT-fram- sýning var turistdeildin umboðað við 25 londum, og talið á teimum vitjandi teir 8 dagarnar, ið opið var, røkk upp í ikki minni enn 160.000, og í ár verður roknað við uppaftur størri tali. Ókeypis rekláma 1 fjarsýni Ein møguleiki fyri ókeypis reklámu er eisini til steðar á breiðum grundarlagi, sum tikið verður til i brævi úr Stuttgart: - «Súdwest Funk», ið er regional fjarsýnisstøð í Baden Wúrttenberg plagar at umtala og vísa filmklipp frá tílíkum stevnum, og kundi tá verið arbeitt fram ímóti at teir lótu ein even- tuellan føroyskan stand koma við í tílíkari sending. Um hetta eydnast, so er alt greitt til næsta stig, nevniliga at fáa føroyskar eksportvørur fram í sýnis- gluggarnar hjá onkrum av teimum stóru handilshús- unum. Og ikki skuldi verið óhugsandi á henda hátt at fingið suðurtýskarar at kjósa sær Føroyar sum náttúrligt pláss at vitja. 1 Suðurtýsklandi er ein hóp- ur av fólki, ið einki betur veit enn at ganga í fjøllun- um, og sum ikki seta so stór krøv til komfort og annað slíkt, og eisini er Baden Wúrttenberg eitt tað ríkasta land í Bundes- republik Deutschland, so tað hevði ikki verið hitt vánaligasta slagið av fólki, ið vildi leitað til okkara. Føroyar hava áður verið umboðaðar á fleiri stórum framsýningum ymsastaðni í Europa, hin fyrsta størri var i Barcelona í 1929, tá ið føroyskur klippfiskur fekk heiðursløn. Ein onnur var framsýning í Bruxelles mitt í 1930unum, har Før- oyskt Heimavirki var um- boðað við bundnum og vovnum lutum og eisini fekk heiðursmerkið Grand Prix. Síðani hava fram- sýningar við føroyskari luttøku verið m.a. í Dúss- eldorff og Torino, og ikki at gloyma hina stóru, reint føroysku framsýningina í París fyri eini tjúgu árum síðani. Hon var stak væl- eydnað. Lesarin skrivar Byrgingin í Hvannasundi Isolera frystirúm Á ti nýggja flakavirk- inum á Tvøroyri verður nú arbeiLt við aL isolera fi-ystirúm. leggja klo- akkir og annað. Mas- kinurnar til virkið eru komnar. men ikki upp- settar enn. Teir vænta, at virkið kann vera lið- ugt i mei. Húsið er 1600 kvad- ratmetrar til støddar, og partar av tí eru í tveimum hæddum, so at samlaða gólvvíddin er 1980 kvadratmetrar. { ovaru hæddini er kan- Lina, umklæðingsrúm og ísgoymsla. Frammanfyri virkið 8 er gjørd nýggj atløgu- Ibryggja. Sjálv siðan á atløgubryggjuni er lið- ug, men teir eru ikki liđnir at stoypa innan- Utfylla Arbeiðið at útfylla havnaøkið og gera ta byggiklárt skal verða liðugt í vár. Tað er kommunan, sum ger hetta arbeiðið, og sam- baul sáttmálan skal okið vera byggibúgvið í mei. Skitsuprojekt og rakstrarætlan eru gjord, men detailpro- jekteringin er ikki liðug enn. Á beding Á Tvøroyri standa ltas- mus Effersøe og Gud- mund á beđing. Ras- : mus Effersøe, sum skal á saltfiskaveiðu, fer aft- ur á sjógvin í næstu viku. og Gudmundur, sum fær broytingar gjørdar i lastini, verður væntandi liðugur síðst i mánanum. Útróður I í gjár vóru næstan allir vágsbátar á útróðri. Tveir smáir deksbátar komu aílur í gjára- morgunin og fóru av- stað aftur. Teir høvdu 25. og 30 sentnarar. Mikudagin avreiddi 'l'orri 80 og Gáshólmur 74 sentnarar. Múla- tangi var eisini inni, hann hevði verið úti í tveir dagar, og legði bara tað upp, sum hann hevði á dekkinum, tað vóru 75 sentnarar. Hann hevði eisini nakað í lastini. 'l'að eru eini 10—12 bátar. sum plaga at av- reiða í Vági. Fiskanes og Fagraberg trola. I'agrtiberg misti nakað Síða 7 TÍÐINDI ÚR SUÐUROY a\ reiðska! i t \ n i \ ik- uni. og l'i - i.alies he\ ur ligið fvri maskinbrek. Mikudagin a\skipaði Polarliosl 24 tons av frystum flaki lil USA við Svani. Tey hava ikki nógv á goymslu. í januar mána kom litil fiskur upp á land. Virk- ið tók tilsamans imóti eini 50 tonsum i ráfiski i januar. Fáa ikki latið skipum salt Á saltsøluni á Drelnesi verður transportbands- anleggið umvælt. og skip ltunnu ti ikki fáa salt haðani fyrr enn i a|iríl mánaða. Saltsølan har varð bygd i 1938, og nú er jarnkonsLe k- tiónin Lil transport- bandiðso illa farin. Tað er J.K. Joensen og Sonur í Miðvági, sum gera umvælingarar- beiðið, ið byrjaði i des- ember mána. Hetta kemur at kosta eini 300.000 krónur. I gongd í vikuni Tummas T' liggur á T'vøroyri og ger klárt at fara við gørnum. Hann skal verða liðugur at fara i vikuni. Anna T’ liggur enn á Skála. har hon hevur skift motor. Teir'hava ætlað at seta motorin i gongd í hesi vikuni. llon hevur fingið ein 700 770 hesta Alfa die- M I. Heim úr Portugal J ógv a n á G o rðu n u m kom av beding á Vági mikudagin. Teir høvdu hann uppi og málaðu hann. Jógvan á Gorð- unum skal við gornum. Petur á Gorðunum er á veg aftur úr Portugal. Ilann fór úr Lissabon 1. februar. Ferðin hjá teimum niður vardi i 10 dagar. men tá viðraði ikki væl hjá teimum. 1 íann var niðri við gamafiski og hevði Lil- samans 152,5 tons. Hann hevði fiskin hjá Jógvan á Gørðunum og so nokur fá tons aftrat, umframt tað, sum hann sjálvur hevði fiskað. 60-70 sentn. Á Tvørovri avreiddu lleiri bátar mikudagin. Tcir lógu um 60 Lil 70 sent narar.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.