Harmoníkan - 31.05.1989, Blaðsíða 6
GaMALT orðtak í Foryom sigur, at
„Leingi er tað, ið væl skal verða“. Um
so er í hesum forinum, er ilt hjá mær
at siga, men eg vil tó vóna, at tú fyri-
gevur mær, at tað skuldi ganga so
long tíð til eg fekk svara brævi tínum,
men eg vóni tó, at okkurt av tí, sum eg
sendi tær á hesum sinni, kann verða
nýtt í blaði tínum.
Vit hava úr at gera. Spæla til veitsl-
ur, samkomur og dans nærum hvort
vikuskifti. Tað kemur meira enn so
fyri, at so nógv er at gera, at vit mugu
býta okkum í smærri bólkar, fyri at
náa alt. Framvegis er spæl okkara jú
eitt frítíðarítriv, og so eigur eisini at
verða, men skilligt er, at unga ættar-
liðið, sum fyrir fáum árum næastan
ikki kendi til harmonikuna, í dag
eisini er fegið um, at hetta ljóðfori aft-
ur er komið fram her á oyggjunum.
Tú sendi mær ljósrit av grein, ið
Við
þökkum
Fyrir nokkru rituðum við bréf til
„Harmonikuliðsins“ í Færeyjum til
að leita frétta en sendum með ljósrit
úr Titanobladet (nr. 6-1988-bls. 12)
þar sem sagt var frá ferð Norðmanna
til Færeyja, einnig var beðið um nótur
ef til væru af lagi sem heitir „Vágagell-
an“. Formaður Harmonikuliðsins
Kristin Gærdbo sendi okkur þetta
bréf ásamt öðru sem beðið var um.
Viljum við færa honum og félögum
hans bestu þakkir. Þ.Þ.
hevði staðið í „Titanobladet“, har
greitt varð frá ferð hjá norskum
harmoniku-leikarum til Foroya. Tann
foroyingurin, ið er avmyndaður, er
bass-spælari og sangari okkara,
Andrass Danielsen, sum vanliga ikki
spælur harmoniku, men sum í lítlari
veitslu, saman við norsku gestunum,
eisini royndi seg sum harmonikuleik-
ara. Og væl ber til hjá honum. Hóast
bass-guitarin er fremsta ljóðfori
hansara, so roynist hanm eisini væl á
harmonikuni.
Aftur í ár fara vit uttanlands. Eisini
hesa ferð gongur leiðin til Danmark-
ar, til „Harmonika-træf“ í Bindslev.
Allir fara vit við, og dúgliga venja vit
saman, soleiðis at vit vera væl
fyrireikaðir til hesa uttanlandsferð.
Vón okkara er, at ferðin eisini hesa
ferð roynist væl, eins og hon gjordi tá
vit vóru í Bindslev fyrstu ferð, og hesa
ferð mota vit vónandi eisini íslendsk-
um harmonkileikarum.
Sjálvir hava vit ikki ætlanir um at
spæla umborð á „Norronu" í ár. Allir
hava vit jú fast arbeiði og ikki ber altið
til at taka sær frídagar, fyri at spæla,
men um so skuldi borið á, at vit gera
onkra „snarferð“ við „Norronu“, so
frættur tú frá okkum.
Viðlagt hesum brævi, sendi eg tær
nótarnar til „Vágagelluna“, sum ein av
leikarum okkara, Kristian Meitil,
hevur fest á blað aftaná at hava lurtað
eftur lagnum á bandinum, sum
orkstrið „Tinganes“ gav út fyri
nokrum árum síðani. Eisini leggi eg
við eitt eintak av búmerkinum hjá
Harmonikuliðnum, sum Kristian
Meitil hevur teknað og skeytblað, sum
vit fingu sum tokk, tá norsku
harmonikugestirnir vitjaðu okkum í
fjor og er ikki neyðugt at senda
okkum hesi aftur. Eisini sendi eg tær
nakrar myndir tiknar í samband við
okkurt av teimum dansikvoldum, ið
vit hava spælt til. Myndirnar eru ikki
tær bestu — langt í frá — men eru tær
einastu eg havi í lotuni. Tú ger sjálvur
av um tú kann nýta tær.
Bestu harmoniku-kvoður frá
okkum í Foroyum. Kristin Gærdbo.
6