Harmoníkan - 31.05.1989, Qupperneq 6

Harmoníkan - 31.05.1989, Qupperneq 6
GaMALT orðtak í Foryom sigur, at „Leingi er tað, ið væl skal verða“. Um so er í hesum forinum, er ilt hjá mær at siga, men eg vil tó vóna, at tú fyri- gevur mær, at tað skuldi ganga so long tíð til eg fekk svara brævi tínum, men eg vóni tó, at okkurt av tí, sum eg sendi tær á hesum sinni, kann verða nýtt í blaði tínum. Vit hava úr at gera. Spæla til veitsl- ur, samkomur og dans nærum hvort vikuskifti. Tað kemur meira enn so fyri, at so nógv er at gera, at vit mugu býta okkum í smærri bólkar, fyri at náa alt. Framvegis er spæl okkara jú eitt frítíðarítriv, og so eigur eisini at verða, men skilligt er, at unga ættar- liðið, sum fyrir fáum árum næastan ikki kendi til harmonikuna, í dag eisini er fegið um, at hetta ljóðfori aft- ur er komið fram her á oyggjunum. Tú sendi mær ljósrit av grein, ið Við þökkum Fyrir nokkru rituðum við bréf til „Harmonikuliðsins“ í Færeyjum til að leita frétta en sendum með ljósrit úr Titanobladet (nr. 6-1988-bls. 12) þar sem sagt var frá ferð Norðmanna til Færeyja, einnig var beðið um nótur ef til væru af lagi sem heitir „Vágagell- an“. Formaður Harmonikuliðsins Kristin Gærdbo sendi okkur þetta bréf ásamt öðru sem beðið var um. Viljum við færa honum og félögum hans bestu þakkir. Þ.Þ. hevði staðið í „Titanobladet“, har greitt varð frá ferð hjá norskum harmoniku-leikarum til Foroya. Tann foroyingurin, ið er avmyndaður, er bass-spælari og sangari okkara, Andrass Danielsen, sum vanliga ikki spælur harmoniku, men sum í lítlari veitslu, saman við norsku gestunum, eisini royndi seg sum harmonikuleik- ara. Og væl ber til hjá honum. Hóast bass-guitarin er fremsta ljóðfori hansara, so roynist hanm eisini væl á harmonikuni. Aftur í ár fara vit uttanlands. Eisini hesa ferð gongur leiðin til Danmark- ar, til „Harmonika-træf“ í Bindslev. Allir fara vit við, og dúgliga venja vit saman, soleiðis at vit vera væl fyrireikaðir til hesa uttanlandsferð. Vón okkara er, at ferðin eisini hesa ferð roynist væl, eins og hon gjordi tá vit vóru í Bindslev fyrstu ferð, og hesa ferð mota vit vónandi eisini íslendsk- um harmonkileikarum. Sjálvir hava vit ikki ætlanir um at spæla umborð á „Norronu" í ár. Allir hava vit jú fast arbeiði og ikki ber altið til at taka sær frídagar, fyri at spæla, men um so skuldi borið á, at vit gera onkra „snarferð“ við „Norronu“, so frættur tú frá okkum. Viðlagt hesum brævi, sendi eg tær nótarnar til „Vágagelluna“, sum ein av leikarum okkara, Kristian Meitil, hevur fest á blað aftaná at hava lurtað eftur lagnum á bandinum, sum orkstrið „Tinganes“ gav út fyri nokrum árum síðani. Eisini leggi eg við eitt eintak av búmerkinum hjá Harmonikuliðnum, sum Kristian Meitil hevur teknað og skeytblað, sum vit fingu sum tokk, tá norsku harmonikugestirnir vitjaðu okkum í fjor og er ikki neyðugt at senda okkum hesi aftur. Eisini sendi eg tær nakrar myndir tiknar í samband við okkurt av teimum dansikvoldum, ið vit hava spælt til. Myndirnar eru ikki tær bestu — langt í frá — men eru tær einastu eg havi í lotuni. Tú ger sjálvur av um tú kann nýta tær. Bestu harmoniku-kvoður frá okkum í Foroyum. Kristin Gærdbo. 6

x

Harmoníkan

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Harmoníkan
https://timarit.is/publication/1087

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.