Føringatíðindi - 01.02.1890, Síða 4
undir sær. Hesir blámenn hava til nokur
fá ár herfyri verið trælir. Tá fekk keisarin
í ríkinum í lag at gera teir fríar, so at
teir kundi sokja sær tænastu hvar, ið teir
vildu. Hettar hevur ikki falli ríkmonninum,
tí hava teir nú í vetur sligið seg saman
við krígsmennirnar og hava sett keisarin
frá stýrinum. Keisarin, sum altíð hevur
verið ein fólkaligur maður, kundi væl
væntað sær styrk frá megin partinum av
fólkinum, tó hevur hann fyri ikki at vekja
ófrið og inríkis bardagar givið seg burtur
úr ríkinum við friði.
í aðrar mátar eru lítil tíðindir at siga
úr oðrum ríkjum, uttan at ein ring krím-
sjúka hevur gingið um alt Evropa. Hon
tók fyrst ilt fyri seg í Ruslandi og er nú
komin vestur til Spanjaland. Fleiri túsin
fólk eru deyð um dagin í ymsum stórum
bygdum.
Frá okkara egna ríki, Danmark, er
frætt, at kongur stutt fyri jól hevur upp-
loyst fólkatingið og at nýjir fólkatingsmenn
eru valdir 21. Januar. Til Eingilsk bloð
vóru tíðindir komin, at valgini vóru fallin
so út, at «hogrimenn» nú eru tríggir færri
enn framman undan. í teirra stað sigast
at vera kompir tveir «socialistar» og ein
annar «vinstrimaður».
Nýgjastu tiðindi úr Forjum. Hesin
vindsami veturin gerst bágin fyri fátækt
fólk, tí tað hevur lítið sloppist á sjógv.
Yæl vanst av heystinum; tó fer taðatvera
uppi hjá mongum, í Kvalba og suðuri
í Vági er fingin nógvír nótaseiður, í tí
fyrra staðnum upp til 140 leypar í partin,
Aðra staðnis um landíð er fingið eitt syndur
av seiði, so at tað hevur verið ein góð
hjálp_ til vetrarkost.
I Tórshavn hevur lítið arbeiði veríð
til at fáa og mann tí hava verið heldur
trongligt fyri mong, sum mugu sokja sær
vinning hjá oðrum, Fina tíð hava bakarimir
selt væl ein triðíng minni av breyði enn
vant er.
Tann ista í hesum mánaðinum varð
fólkið upptalt um allar Fórjar so væl sum
í óllum ríkinum. í Tórshavn vóru tald
1303 fólk — 319 fleiri enn í 1880.
Tann loda í næsta mánaði skalveljast
fólkatingsmaður fyri Fórjar.
Nú sýnist almikið av fiski at vera undír
landinum. I hesum seinasta góða streyminum
vóru tveir ella tríggjir góðir dagar. Fleiri
av Eysturoyja bátunum fyltu seg av hýsu,
góðum smáfiski og torski.
Eygnasjúkan hjá seyðinum í Eysturoy
gongur nú um alla Funningssókn og í
Elduvík. Á Oýri og í Norðagótu er hon
farin at batna. Á Ámbadali (við Gjógv)
hevur hon gingið í 7 vikur, men sýnist nú
at vilja týnast burtur. Um garðin á Gótu-
eiði vísur hon seg enn ikki at vera komin.
Fóringafelags samankoming Kyn-
dilsmessudag. Felagið valdi til nevnd fyri
í ár: J. Olsen (skattmeistari), Just Jacobsen,
C. L. Johannesen, J. Padurson og R. Effersø
(formaður). Ársrokningin varð framlógd og
tekin fyri væl. Felagsskipan varð bótt so,
sum hon skal frammfórast í næsta blaði.
Felagið átók sær at eiga Fóringatíðindi.
LÝSINGAR.
Gloyra ikki at vaska neytum og seyði!
SEYÐASÁPA
đrepur hvórt livandi kikt á neytum og
seyði, Keyp 1 pd. fyri 50 oyri — tað
strekkir til 4—5 neyt — og tú vinnur iva-
leyst 100 kannur av mjólk. Seyður fær
meiri og betri ull og góð hold, um tú
vaskar honum við tí viðgitnu
Seyðasápuni,
sum ikki fæst uttan á
SVANA-APQTFKINUM í HAVN.
Alskyns góðar búnyttur eru at selja. í
prentusmiðini vísist á.
Tveir silvurpronir, samanfestir við silvur-
leinkjum, eru mistir á Nýárinum. Finnarin
veri so góður at beina teir til Jens Olsen.
AVHALDSMERKI,
Silvurstjórnir fáast fyrí 25 oyri hjá
D, ísaksoni,
Góðar oljukokur fáast lijá A. Djurhuus i Havn.
Fóringafelag bjóðar til samankoming í
gomlu fútahúsum í Havn Fastulavns mánadag
kl, 3 óllum teimum, sum væl unnaFórja
máli og Fórja siðum,
Lýsingar upptakast í Fóringa-
tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru
hvórt orðið, Av størri skrift (corpus) 2 orð
3 oyrur, Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur
fyri 1 tumma í hædd,
FÓRINGATÍÐINDI verður útgivið av
Fóringafelag. Blaðhaldarar lata árs gjaldið,
1 krónu, til Jens Olsen ella teir, sum hann
i sín stað hevur til at taka ímóti peningum.
Blaðið sendist út til blaðhaldarirnar frá
Sigrid Jacobsen.
Prentað hjá ,.Færø Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Blaðstýrari: R. Effers©.