Føringatíðindi - 01.02.1890, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.02.1890, Blaðsíða 4
undir sær. Hesir blámenn hava til nokur fá ár herfyri verið trælir. Tá fekk keisarin í ríkinum í lag at gera teir fríar, so at teir kundi sokja sær tænastu hvar, ið teir vildu. Hettar hevur ikki falli ríkmonninum, tí hava teir nú í vetur sligið seg saman við krígsmennirnar og hava sett keisarin frá stýrinum. Keisarin, sum altíð hevur verið ein fólkaligur maður, kundi væl væntað sær styrk frá megin partinum av fólkinum, tó hevur hann fyri ikki at vekja ófrið og inríkis bardagar givið seg burtur úr ríkinum við friði. í aðrar mátar eru lítil tíðindir at siga úr oðrum ríkjum, uttan at ein ring krím- sjúka hevur gingið um alt Evropa. Hon tók fyrst ilt fyri seg í Ruslandi og er nú komin vestur til Spanjaland. Fleiri túsin fólk eru deyð um dagin í ymsum stórum bygdum. Frá okkara egna ríki, Danmark, er frætt, at kongur stutt fyri jól hevur upp- loyst fólkatingið og at nýjir fólkatingsmenn eru valdir 21. Januar. Til Eingilsk bloð vóru tíðindir komin, at valgini vóru fallin so út, at «hogrimenn» nú eru tríggir færri enn framman undan. í teirra stað sigast at vera kompir tveir «socialistar» og ein annar «vinstrimaður». Nýgjastu tiðindi úr Forjum. Hesin vindsami veturin gerst bágin fyri fátækt fólk, tí tað hevur lítið sloppist á sjógv. Yæl vanst av heystinum; tó fer taðatvera uppi hjá mongum, í Kvalba og suðuri í Vági er fingin nógvír nótaseiður, í tí fyrra staðnum upp til 140 leypar í partin, Aðra staðnis um landíð er fingið eitt syndur av seiði, so at tað hevur verið ein góð hjálp_ til vetrarkost. I Tórshavn hevur lítið arbeiði veríð til at fáa og mann tí hava verið heldur trongligt fyri mong, sum mugu sokja sær vinning hjá oðrum, Fina tíð hava bakarimir selt væl ein triðíng minni av breyði enn vant er. Tann ista í hesum mánaðinum varð fólkið upptalt um allar Fórjar so væl sum í óllum ríkinum. í Tórshavn vóru tald 1303 fólk — 319 fleiri enn í 1880. Tann loda í næsta mánaði skalveljast fólkatingsmaður fyri Fórjar. Nú sýnist almikið av fiski at vera undír landinum. I hesum seinasta góða streyminum vóru tveir ella tríggjir góðir dagar. Fleiri av Eysturoyja bátunum fyltu seg av hýsu, góðum smáfiski og torski. Eygnasjúkan hjá seyðinum í Eysturoy gongur nú um alla Funningssókn og í Elduvík. Á Oýri og í Norðagótu er hon farin at batna. Á Ámbadali (við Gjógv) hevur hon gingið í 7 vikur, men sýnist nú at vilja týnast burtur. Um garðin á Gótu- eiði vísur hon seg enn ikki at vera komin. Fóringafelags samankoming Kyn- dilsmessudag. Felagið valdi til nevnd fyri í ár: J. Olsen (skattmeistari), Just Jacobsen, C. L. Johannesen, J. Padurson og R. Effersø (formaður). Ársrokningin varð framlógd og tekin fyri væl. Felagsskipan varð bótt so, sum hon skal frammfórast í næsta blaði. Felagið átók sær at eiga Fóringatíðindi. LÝSINGAR. Gloyra ikki at vaska neytum og seyði! SEYÐASÁPA đrepur hvórt livandi kikt á neytum og seyði, Keyp 1 pd. fyri 50 oyri — tað strekkir til 4—5 neyt — og tú vinnur iva- leyst 100 kannur av mjólk. Seyður fær meiri og betri ull og góð hold, um tú vaskar honum við tí viðgitnu Seyðasápuni, sum ikki fæst uttan á SVANA-APQTFKINUM í HAVN. Alskyns góðar búnyttur eru at selja. í prentusmiðini vísist á. Tveir silvurpronir, samanfestir við silvur- leinkjum, eru mistir á Nýárinum. Finnarin veri so góður at beina teir til Jens Olsen. AVHALDSMERKI, Silvurstjórnir fáast fyrí 25 oyri hjá D, ísaksoni, Góðar oljukokur fáast lijá A. Djurhuus i Havn. Fóringafelag bjóðar til samankoming í gomlu fútahúsum í Havn Fastulavns mánadag kl, 3 óllum teimum, sum væl unnaFórja máli og Fórja siðum, Lýsingar upptakast í Fóringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvórt orðið, Av størri skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur, Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd, FÓRINGATÍÐINDI verður útgivið av Fóringafelag. Blaðhaldarar lata árs gjaldið, 1 krónu, til Jens Olsen ella teir, sum hann i sín stað hevur til at taka ímóti peningum. Blaðið sendist út til blaðhaldarirnar frá Sigrid Jacobsen. Prentað hjá ,.Færø Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Blaðstýrari: R. Effers©.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.