Føringatíðindi - 01.02.1891, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.02.1891, Blaðsíða 2
liesari »fríu« útlegging av apostulin Pálls orðum: »Heldur vil eg talað fimm orð skilliga við kirkjufólkið enn 10,000 orð á fremmandum tungumálum«. »J.« sýnist at visa aftur til eina grein, eg havi skrivað í vFærøskKirketidende«, tí vil eghersvara, tó at eg ivist í, hvat >J.« vil. Vil hann, at vit prestar heldur skullu íala fimm Foroysk orð enn 10,000 í Dðnskum máli, ella vil hann biðja okkum tala stutt ng greitt við »fólkaskilligum« orðalagi heldur enn at toygja alt út vi mongum »vokrum« orðum ? Vil »J.« hitt fyrra, tá má eg haldavið honum í, at móðurmálið er hjartamálið — í aðrar mátar vil eg ikki orða um tær grundir, ið frammsetast kunnu fyri og ímóti at hava Fðroyskt til kirkjumál —; men fýra av okkum prestum duga ikki Foroyska málið og eingin av okkum sleppur at brúka tað í kirkjuni. Mær fyrikemur, at vit tó kunnu úttinna nógv gott við Danska málinum í bðn, lestri og talu. St. Páll brúkti ivaleyst Grikklandsmál á sínum ferðum, tó at tað líka so lítið var móðurmálið í fleiri av savnundum hansara, sum Danskt er tað í Fðrjum og tó neytst av prædikum hansara merkiligt velsignilsí. Vil »J.« har aftur ímóti við apostulins orðum leggja okkum uppá hjarta at tala í fólkaskilligum orðalagi, tá sigi eg fyri meg, at eg ætli at leggja mær hettar uppá hjárta, tí hetta kunnu vit fáa í lag og tað kann væl vera, at her er ikki lítið at beina. Væl var, um kirkjufólkið meiri enn hegar til vildi lati okkum vita, hvat ið gleða kann og hvat tey halda vera rangt. Tá var lættari hjá okkum prestum at læra at tala so, at tað nýtur. — Tí takki eg »J.«, at hann hevur givið mær hettar at hugsa uppá. Sandoyjar-prestur. í seinasta »Føringatíðindi« hevur »J.« borið upp á mál, hvat apostulin sigur um, hvussi eigur at vera prædikað. Eg skal ikki halda ímóti, at best var, um Fðroyska málið kundi ljóðað í kirkjunum í Forjum, men eg ætli, at tað er lítil vón til at fáa tað í lag i okkara tíð. Hvussi nógvar prestar vit fáa, sum eru fðddir í Fðrjum, kann ikki ætlast. Um teir allir fara at hava hug til at brúka sítt móðurmál, kann ivingur vera um. At ikki ein av tjúgu útlenskum prestum fær í lag at tala Fðr- oyskt, mann vera ivaleyst. Hví skuldu teir tikið sær tað nærum ógjorliga verk fyri? Teir verða tó ikki hjá okkum stórt meiri enn ein langan krákumánað. Um tað ikki er fyri at sðkja hartil, sum »fuglaæti meiri er og kuldin minni skaða ger«, so er tað nógv annað, sum dregur teir burtur frá okkum. Móðurlandið, kona og bðrn og ofta og tíðin bilandi heilsa — alt ger sítt. Sum sagt var, tungumálið mann ikki væl kunna bðtast. Tó, um teir tala i Dðnskum máli, er tað ymist, hvussi nær teir koma apostulins boði um at tala skil- liga. Summir sýnast at leggja sær nær at hava hogtíðs talumátar; dvðljast mest við »hægri« líknilsir og bílætir, sum fólkið einki veit um at siga; brúka orð, sum ikki hoyrast gerandis dagar. Mundi meistarin gera so, setti hann ikki framm fyri fólk tey lfknilsir, sum tey best kundi hava skil á? Talaði hann ikki við útróðramenn tey orð, sum vóru teimum kunnugast? C. í minum ungu dðgum sá eg í útlond- inum, at mest hvðr maður hevði á sínari úthurð eina eskju, sum brðv til hansara kundu stingast í. — Nokur fá ár herfyri kom eg sícunduliga til Havnar ein dagin um nóntíð. Eg hevði við mær brðv, sum eg var biðin at fáa hðvdingi okkara upp í hendur. Tær dyrnar, eg var vístur til, vóru stongdar. So royndi eg einar aðrar dyr; Har fann eg eina unga gentu, arbeiðskonu ella hvat hon var. »Hann sjálvur« var ikki við hús og hon tordi ikki at taka brðvini. Tá hugsaði eg víð mær sjálvum: Hendan borgin sigst at hava kostað 77,000 kr.; um eina tvær krónur vóru lagdar aftur at, so kundi her verið ein eskja, sum eg kundi stungið brðvini í.« Eg var tá ráðleysur, tí sjóarfallið bar so til, at eg mátti fara um eina lotu. Min eydna var tó tað ferðina so góð, at eg gekk beint í barmin á einum vinmanni, sum lovaði at beina brðvini til eigarmannin kl. 6. Eina aðru ferð kom eg aftur til Havnar. Tá hðvdu fútin og skrivarin fingið nýggj hús fyri 43,000 kr. Hugsaði eg: »Har munnu vera bræveskjur, stórar og góðar.t Men, gakk! Eg kom aftur i sama vanda hjá teimum við brðvum, eg var biðin at bera framm. Sum tað gekkst mær hesar tvær ferðir, man tað gangast mongum ókunnugum monnum, sum koma við brðvum til embætskontórini. Sjóarfallið biðar eftir ongum manni. Tí hopi eg, áðrenn langt um líður, at finna bræveskjur á uthurðinum hjá embætsmonninum. Hættar er góður útlenskur siður, sum sðmir okkum at taka eftir, um vit vilja ganga framm i ðllum lutum. , j á ormabaki. Eldur er góður vinur — ringur óvinur. Sjáldan loypur ár um, at tað ikki frættist úr Noreg ella Svðrikí, at tann ella tann stóri staðurin er brendur upp og so og so nógv túsind av fólkí útihýst. Tað sýnir á, at eingin stórur staður, hvarí húsini eru ðll

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.