Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 2
„Den færøiske Lods“ eitur ein ný bók um vitini, sum skullu setast á Nálsoynna, um sjóvarfall, grynnur, ankarpláss og annað siglingini viðrórandi. Bókin kostar eina krónu og fæst í Havn hjá bókhanđlarinum. 10 krónu skipsfiskifelagið fer at hava felagsfund á Olavsóku. Tá má hopast, at nógvur eru gingnir og fleiri fara at ganga inn í felagið, sum í fall tað verður rætt stýrt, kann verða til stórt gagn fyri Fórjar; til gagn fyri minni múgvandi fóík, sum vil keypa lut i skipunum og fáa vinning av einu hvórjari krónu, sum annars fer tvórt fyri; til gagn fyri skipara og skipsfólk; til gagn fyri tað fólkið, sum sleppur at virka fiskin og til gagn fyri keypmenn og bóndur, sum sleppa at selja tilfar og fóðivarur til skipini. At ,,pilka“ sild hava Havnardreingir tikið sær fyri nú fyri kortum. Tá ið teir j verða varðugur vi eina sildatorvu, rógva teir út á hana. Ein piltur stenđur frammi við tráðu við 4 samanrórđum húkum í dorgini, smoygir húkanar niður í torvuna, syftur so upp og krókir soleiðis í sildinar. Hettar arbeiðið gongur best fyri seg, tá ið j makligt er og sólin sær. Summir dreingir j hava vunnið hálvtannað hundrað av stórari sild um eina lótu. Deyður í Kjobinhavn er fyrr veranđi skipari og lðgtíngsmaður Peter Hans Sivertsen, 74 ára gamalur. Hann var fóddur við Cfjógv í Funnings sókni, fór ungur til skips og tók stýrimanseksamen i Altona, var síðani skipari á fleiri Donskum skipum. Síðani kom hann heim til Fórjar at vitja skyldfólk síni og 1858 varð hann valdur til lógtingsmann í Eysturoy. Tá ið tingið hevði fyri at leggja burtur skúlanar á bygd, var kann einsamallur ímóti hesu fyritóku. Síðani fðrdi hann í nókur ár eitt skip, sum Eiðismenn áttu — ein jagt, »Neptunus«, ið fór sum farmaskip og eisini royndi fiski- skap við Fórjar. Tá ið hettar skipið bleiv selt, fór hann við einum Eingilskum Eyst- inđiufarara i fleiri ár; tók sær Eingilska konu og búsettist í Kjóbinhavn, tá ið hann gav uppat at sigla. Hann hevði 4 synir, sum allir eru tilkomnir og sjálvbjargnir. Latið piltar læra at svymja. Svymjing er ein hentur kunstur, hentari fyri Fóringar •nn fyri mong onnur fólk i.verðini. Av at koma iðuliga í vatn, ella enn betri sjógv, styrkist allur kroppurin, verður minni lætt- fongin fyri krím og manga aðra ilsku; framm fyri alt er svymjing ella baðing styrkjandi fyri nervunar. Tað verður stundum haft á orði av gomlun fólki, at ein og annar hevur fingið deyðamein av svymjing. Slíkt mann tó hava verið sjald- samt. Tá ið ikki verður ligið ov leingi úti í, og syrgt verður fyri at fáa góða róring í blóðið aftaná, er svymjing í ongar mátar skaðilig. Hvussi hent er tað ikki, at duga at svymja fyri tann, sum dettur út av báti ella smokkar út av kletti har, sum atđjúpt er. Mangur hevur, tá ið so ber til, svomið og bjarga sær sjálvum og óðrum frá deyða- num. Tá ið bátar ganga burtur er ofta vón til at aðrir bátar ella skip kunna koma til at bjarga teir, sum duga at svymja. Tað er ov galið, at menniskan, sum skal vera sett til at ráða yvir djórinum, ikki skal kunna bjarga sær so frætt sum ein hvólpur ella ketlingur, men doyggja í hjálpaloysi, har sum tað ikki grynnur. Heidninganir hava niðurlagt i seg, at teir royna at bjarga sínum eigna lívi sum longst; og vit, sum kalla okkum kristin, eru undir tí boð, at væla um okkara eigna so væl sum um annans lív. Summi siga, at tað má vera betri fyri teir, sum ganga burtur á báti, ikki at duga at svymja, tí so hava teir minni pínu av đeyðanum. Mangur, sum hevur verið i vanda og bjargað sær við svymjing, har sum eingin vón hevur verið um hjálp, veit at siga frá, at tað kann ikki vera nókur ring neyð fyri tann, sum đugur at svymja. Hann roynur at strevast so leingi hann orkar, og strevið stillar sinnið. óg hann fær tíð at umráða seg og skiljast frá verðini, sum tað sómur einum kristnum. Tann sum ikki dugur at halda sær uppi, missur sítt skil brádliga; menn kann tó ivaleyst hava tíð til at kenna trongd og ræðsíu, G. Hvussi hevur tað seg við tí nýgju jagt- lógini? Hava Eingilskmenn ella Hállendarir lov at skjóta stórfugl 3 ella 4 fjóringar úr landi og Fóringar ella aðrir Danskir borg- ararir ikki ? Tað hevði verið væl, um blað- stýrarin ella onkur av okkara lógtings- monnum ella embætsmonnum vildu greitt skillíga frá hesum. —- Tað gekkst mær so, tá ið talan var um at formeina útróðra- monnum at brúka langlínur. Eg kundi íkki fáa skil á, um Fóringar skuldu sleppa i at brúka lítíur har útí á havi, sum útlend- | ingar hava frítt at rókja fiskiskap, sum teir I vilja. H, A. D. í »Dimmalætting« hevur eítt skrivað um eín kappróður, ið var nú eíttkvóldið á ; Iiavna vág. Hvór sigur sina sógu sum best, eg kann ikki bera tey somu tíðinđir, sum finnast í tí somu grein. F)'rst má eg siga, at tann Porkeningurin, sum talan er um — tað er ein drongur, sum ikki er

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.