Føringatíðindi - 01.08.1891, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.08.1891, Blaðsíða 2
TJr Noregi 24. júli, Eingin skilatnaður hevur ivast og ein- gin ivast enn í, at tað er beinast at sláa græsið, áðrenn tað fræar; men fáur hevur givið ti gætur, at tann bour, sum tíðliga verður tikin fleiri ár uppí slag. tynnist, ella ið hvussí verður, missur nokur av teimum gríesslogunum, sum hann var vanur at bera. Ein Týskari var tann fyrsti, sum hevur greitt frá hesum. Tað er eisini eyðvitað, at tá ið græsið altíð verður sligið so tíð- liga, at tað ikki fær fræað av sær, so mugu 611 tey græsslog, sum norast bert av fræi, umsíður, hvorva av bonum. Allir eiga at sláa tíðliga, tí annars fæst hvorki gott mjólkinga ella fitinga fóður. Men tá ið græsið ikki fær lov at fræa, mugu vit taka áðrar vegir til at nðra um ongina. Tí at lítið er av góðum græs fræ í vali í Fðrjum og enn færri duga at velja sær tey rðttu græsfræslðgini, kunna teir, sum ikki samla sær fræ av síni eignu mark, laga seg so við slóttrinum, at teir ikki begynna hann í sama stað hvðrt ár, men skiftast til at lata tað stykkið, sum fyrst var sligið eitt ár, vera seinast eitt annað ár. Hettar geldur mest fyri teir, sum velta lítið korn. Har, sum mikið verður sligið sum bðurin er fornur til, og tá ið græsið er ótættast á nýgjari jðrð, tætnar vðllurin best, um nýlendið verður seint sligið. Men so er aftur tað óhappið, at tað ikki er bert græsið, sum fræar; sýruleggir, línbðndur og annað lok sandar eisini kom síni út um. Tí verður hoygj av tvæveturjðrð ofta meiri rúgvumikið enn fóðurgott. * * Norðmenninir kjósa sær nú nýgjar tingmenn til komandi stórting. Tað kennist á tjakinum, at tingmennínir vænta særfyri hendur, tá ið teir samlast til heystar. Tað íð vinstrafólkið mest stríðist fyri, er at fáa al- manna kjósningsrætt, javnbýttari skatt og eignan uttanríkisstýrara. Sum nú er, má bygdarmaður hava 500 og býgjarmaður 800 kr. í reinum árligum inkomsti, fyrr enn lógin gevur honum rætt at kjósa tingmann, tí má tað fátæka fólki sita heima, tá ið aðrir fara á valg. So er eisini við skattum. A einstðkum vðrum, sum smámenn hava neyðugt at brúka, liggur so mikil tollur, at mangt er nærum ókeypanđi. Hendan tollin, sum vinstrimenn beinanvegin kalla skatt ■— og tað er hann eisini, ti tollur má gjaldast út frá fólkinum sum allur annar skattur, ið landskassin heintar —- vilja teir ikki minka um, men royna at fáa hann javnari líkaðan á alt fólkið. Tað vilja teir gera við at lækka tollin á fátæksmanns- varuni og leggja meiri á ta varu, sum tey ríku nýta. Tollurin er nú til dags tann sami á einu alin av silki sum á'einu alin av vaðmali. Saman við Svðríki hevur Noregi ein mann, sum stendur fyri uttanríkis lógmálum og avgerum. Hesin maðurin er svenskari. Nú vilja vinstrimenn hava ein uttanrikis- stýrara bara fyri Noregi aleina. Hettar standa hðgrimenn hart ímóti, tí teir siga, at fer hvðrt ríki at halda hvðr sín mann fyri seg, so verður bandið, sum bindur Noregi og Svðríki saman, sett í veður. Vinstrimenn siga, at brestur banđið av hesum, so er tað rotið og ikk meiri vert. Ivaleyst munnu bæði ríkini njóta so mikið gott av at halda saman, at sovorðið smá- vegis ikki kanh seta skilnarsótt ímillum Svenskar og Norðmenn. Eitt tað nógva, stórtingið nú verkar fyri, er at fáa lagt Jarnbreytur og akvegir (koyringavegir). í slíkum bjarglendi sum her, hvar ofta má spreingjast 6 alin breiðar rðkur fleiri mílur gjðgnum berg, kostar tað góðar skillingar at leggja góðar koyruvegir, men teir vita at hesir peningar loysa seg, aftur við at fáa allan flutning skjótari og lættligari framm, og so er avgjðrt at byggt skal verða, ið hvussi tað víkir ella vendur. Veðurlagið hevur fyrra partin av sumri verið kalt og turligt, so at yvir hðvur um landið verður græsvðksturin ringur í ár. Jðrðeplir og korn væntast at fara at verða í frægara lagi. —- í júni fiskaðist ein nógd av makreli um l indisnesleiðina. Nú er sum at siga sðrt við ðllum fiskiskapi. I. „Hús mítt er eitt bonhus, men tit hava gjórt tað til eitt rovaraboli". Eina ferð rak harrin burtur úr templinum teir, sum fingust við at keypa og selja í ti uttastarúminum. Bæði fyrr og síðani hava ymsir tempil- og kirkjusiður verið ráðandi, og tó at harrin klárliga hevur latíð sínar lærusveinar vita, at himmiríki ikki kann keypast, er tað altíð komið aftur í tað gamla lagið frá. gomlu pakt, at bera framm i templið offur (avskurð og tilíkt elia pening). Harvið venjist fólk at líta uppá offurið, attað skal hjálpa okkum vegin framm, og at gloyma tað, sum er meiri fyri neyðini. Gamalur siður er ringur at boygja, so at lítið kann sigast um, at vit hava goymt fleiri kirkju- siðir frá katolikka tíðini, sum mangur heldur vera framm undír gyklarí; tó tykist mær, at gamlan ósið, sum burtur er lagdur, mátti eingin ynskt aftur. Tað unđrar meg at síggja í »Dimm.«, at ein vil hava tað peningaskramlið inn aftur í Havnarkirkju, sum vit eina ferð eru sloppín av við. Eisini má tað vera rangt at gloyma tað fyribílæti, sum harrin og hansara fyrstu lærusveinar gávu okkum, at lata fara alla prýðu og prál og alt, sum kann fðra sinnið burtur av leið. Litið dámligt er at sígja nýgjar siðir verða fðrdar inn í kirkjuna,

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.