Føringatíðindi - 01.09.1891, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.09.1891, Blaðsíða 4
sat hann inni við húgvi á hovdinum. Hettar var gott og væl. Vit hovdu kjot og súpan til náttverðar. Tá ið gesturin settist at súpa við húgvuni á hovđinum, helt eg hann vera út av lagi ófólkaligan. So skjóttsum kjotið kom fyri, streyk hann húgvuna av sær; og sama atburð sá eg, at hannhevði fleiri kvold upp í slag. Eg hugsaði nakað um hettar og fann tað út av tí, at hin gamli virđi ikki soðið og grýnini so mikið, at hann vilđi taka húgvuna av fyri tí; men kjotið, sum várharri sjálvur gevur, mátti virðast meiri. Gubbin gamli. Logtingstíðindir (I.agtingsberetning) frá 1880 og hvort ár úteftir eru at fáa í bók- handlinum í Havn og kosta 50 oyrur fyri hvort árið. Mangur mátti verið fegin til at kunnað keypa sær hesar bokur, sum greiða frá ollum, sum verður haft fyri í tinginum. 26. rnai 1892 kunna kongur og drottning okkara halda 50-ára brúdleypshogtíð. 88 Danskar kvinnur hava útsent boð um at skjóta saman til eitt minnismerki um hesa hogtíð. Tað tilætlaða minnismerki væntast at kosta okkurt um 100,000 kr. Bílæt- hoggarin L. Hasselris hevur gjort modellið til minnismerkið, sum ætlast at verða sett upp framman fyri Nationalmuseum í Kjobin- havn. Tað skal vera »Danmark« í kvinnu- skikkilsi standandi á einum ættarheggji og við bílætum av kongahjúninum og teirra bornum, og fleiri oðrum bílætum runt í kring fótstykkið. Um tað ikki fæst í lag at fáa nóg mikið av peningi saman til hettar minnis- merki, er aktin av tí inkomandi peningi at stifta eitt legat til minni um kongin og đrottningina og teirra 50-ára brúdleyps- lidgtíð í hvorjum plássinum, sum teir eru inkomnir. Gávur til minnismerkið takast ímóti í bókhandlinum í Havn. Frá útlondum er lítið merkiligt at siga. I staðið fyri Scavenius, sum er farin frá, hava vit fingið ein nýgjan ministara fyri kirkju- og skúlavesinið. Tað er pro- fessari í jura Goos, sum er ein tann lóg- konasti maður í Danska ríkinum. Hann ber orð fyri at vera driftigur og dugnaligur og er virdur av ollum, sum kenna hann. Úr íslandi frættist at fiskiskapurin eina tíð hevur verið góður, men nú var silđin farin til rýmingar, og so vil ikki bera so væl til. Fleiri av útróramonninum eru afturkomnir til Fdrjar. Frá Foroysku fiskiskipinum í íslanđi er lítið at siga. »Don« sigst at hava fiskað væl. Fransa- skip hava verið uppi við I.anganes, men eru rýmd aftur til Forjar og láta betri at her. F.in hópur av teimum hevur verið á bankanum í júli og avgusti. Tíðindi Úr Forjum. Veðurlagið hevur mánaðin, ið var, verið ymist, fáir góðir dagar, men meiri ódnarveður, regn og stormur eystaneftir. í Vágum sigst hoyg- ingin at vera liðug. í Havn líður væl. Aðrastaðins er fyri tað mesta nógv eftir. Groðin er í árímeðal lagi uttan tað, at græsvoksturin í stoðum fór so illa av : ormi, at har ikki fóðrast meiri enn hálv skipan av neytum. Akrar og eplir munnu fara illa av tí yvirhonds vætu, ið verið hevur nú í síðstu tíðini. Útróurin hevur verið lítil, av tí at slátturin hevur verið fyri. Tað sýnist enn at vera væl til av fiski um landið. Skipini »Prosperous« og »Cyclone« hava troffið við tættan stóran fisk uttarlaga fyri vestan; men veðurlagið var so vánaligt, at lítið og' einkið gjorđist við fiskiskap. Bæði hesu skipini hava nú hildið uppat at fiska fyri í ár. »Prosperous« hevur lagt upp 503 skippund og »Cyclone« 500. Grindir hava verið sæddar bæði i Skopunarfjorði, á Húsavík, eystanfyri Svínoy og í Vágahavi; men ikki hevur borið til at reka tær. Lýsingar. Ein kúgv av góðum slagi, sum eigur at kálva fyri jól, ynskist til keyps og ein góð mjolkkúgv, suna eigur at kálva seint í heyst ella fyrra partin av vetri ynskist til fóðurs, Jens Olsen vísur á. Ein kúgv, sum eigur at kálva tiðliga, vnskist til keyps ella í býti fyri eina dráp- kúgv og eitt syndur av peningum ímillum. Martin Hansen, Nálsoy. Hvor ein, sum fær 4 nýgjar blað- haldara til »Føringatíðinđi« fær eitt blað (tað fimta) fyri einki. Prentað hjá „Fær® Amtstidenđes Bogtrykkeri“. — Blaðstýrari: R. Effersø.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.