Føringatíðindi - 01.10.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.10.1891, Blaðsíða 3
seg uppá sker og boðar, sum tey vita um. Stundum er tað tó ókunnugt fólk, sum gongur burtur. Alundi tað ikki haft lítið uppá seg at gjórt sjónlig merkir uppi á landi til at varða ókunnugt fólk og minni kunnugt fólk um, hvar vandi er fyri hond. H. ,.Hvaðani kemur gigtin?“ spurdist eina ferð í »Føringatíðinđi«. Hettar er ein spurningur, sum hvór má svara uppá eftir sini roynd. Best er tann staddui, sum ongatíð hevur nakað við gigtina at gera. Tá ið eg var smádrongur, hoyrdi eg, at tað skuldi vera vís verja ímóti gigt at bera bláa (indigolitaða) stúku. Eg eru nú gam- alur maður og havi alla tíðina borið bláa stúku. Gigt ella óðrum tílíkum hymprilsi havi eg einkið vitað av, uttan at eg tvær- reisur havi haft ringt ansperri, sum skjótt fór burtur. Nú kann ein og annar halda, at tað ikki er stúkan, sum hevur vart meg, ella at hon hevði gjórt somu nyttu, um lion hevði verið ólitað. Eg havi rr.ínar eignu tankar og vil tí ráða óllum Fóringum at bera bláa stúku. O. Spegla tær i hundinum? Tað eru nókur ár siðani, at ein arbeiðs- maður búði í I.ondon, sum æt Jack Gfodfrey; honum, sum fleiri, dámdi væl at fáa sær uppí glasið. Hann átti ein hund, sum fylgdi honum, hvar hann fór, og tá eisini í drykkju-húsið. Godfrey vildi ikki lata hundin sita við turran munn, meðan hann sjálvur gjórdi sær til góðar, og hann lærđi I hann tí at drekka ymsar sterkar đrykkir. Skjótt vanđist hundurin á; í endanum tókti honum so gott at fáa ein dropa, at hann hvórki við illum ella góðum fekst burtur úr drykkju-stovuni, fyrr enn hann hevði fingið eitt lítið sindur uppí hóvdið. Ein dagin kom Godfrey og ein drykkju- bróður hansara saman um, at gera hundin rættuliga đruknan; teir settu tá framm fyri hann nógv av sterkum at drekka og spardu ikki. Hundurin lepti alt, sum fyri hann var sett, og var nú so drukkin, at hann við neyð orkaði at ragga heim at húsinum, sum húsbóndin búði í, men tá ið hann ætlaði upp trappuna at đurunum, tá đatt hann máttleysur niður aftur; hann royndi aðru feru, men tað fór á sama Areg. Jack og drykkju-bróður hansara stóðu og hugdu at; teir vóru lítið mætari enn hund- urin, men hóvđu tó hin besta stuttleika av at siggja, hvussu illa honum gekst. Hundurin livdi 5 ár eftir tað, menn smakkaði aldri nakað vín-slag frá tí degi; beyð nakar honum slíkan drykk, fór hann I at murra og goyggja, og tað bar við, at hann eisini beit. Men Jack Godfrey var ikki so hyggin sum hundurin; hann đrakk trúliga eftir sum áður; í endanum drakk hann lívið av sær. Hendan sógan er komin frá einum manni, sum sjálvur sá tað, sum her hevur verið frá sagt; hann drakk illa áður, men av hundunum lærdi hann at skammast, og legði av at drekka. Geri so fleiri! Slíkt eru kvinnubrot. í staðnum Mount Etna í Amerika hava nýliga konufólkini gjðrt stórt herverk. Tey komu við óksum og gassum og smilđraðu alt, bæði leyst og fast. Síðani lovaðu tey at gera tað sama við hini vertshúsini í staðnum, um tey ikki verða stongd sum skjótast. FRÁ ÚTLONDUM. Nú sýnist at vera komin meiri ófriður { verðina, enn tað var nakað herfyri. Inni í China hevur tað heidna landsfólkið givið Seg inn á teir kristnu útlendingarnar og dripið eina nógd av teimum. Tað ganga sógur frá, at heidningarnir hugsa um at seta keisarin frá, tí hann hevur givið út- lendingum lov til at seta seg niður í rikinum. Fáa teir hettar í lag, so verða ivaleyst út- lenđingarnir útriknir ella đripnir fyrihonđ. Eisini nærri hjá oklcum vísur seg meiri ófriður. Tað var nókur ár herfyri avgjórt millum tey stóru ríkini, at eingi krigsskip skuldu fara ígjógnum sundið við Miklagarð. Nú fyri kortum hava Russaskip við krígs- tilfari og krígsfólki farið har ígjógnum. Harav er óði komin í Eingilskmenninar, so at teir hava sett at Turkakeisarinum, sum var tann, ið skulđi hygja eftir, at ikki krígsskip skulla fara ígjógnum sundi, sum hann eigur landið báðu meðinni við. Hann vildi ikki vera kurteisligur ímóti tí Eing- ilska senduboðnum, tí tóku Eingilskmenn og settu krigsfólk og kanónur inn á eina oygj, sum Turkanir eiga fyri endanum av sundinum. Herav kann skjótt verða stórt krígj, fyrst millum Turkar og Eingilskmenn, og síðani væntast Rusland, Frankaríki og kanska eisini Spanjaland at halda við Turk- unum; Týskland, Eysturríki og Italia við Eingilskmonninum. í okkara eígna ríki, Danmarki, er so dánt friðaligt. Oterrin hevur verið so hervuligur, at meginparturin av rugunum er spiltur. Harav má væntast hógir breyð- prísir, sum ikki batna av tí, at Russiski keisarin nú hevur forboði at fóra rug út

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.