Føringatíðindi - 01.10.1891, Blaðsíða 3
seg uppá sker og boðar, sum tey vita um.
Stundum er tað tó ókunnugt fólk, sum
gongur burtur. Alundi tað ikki haft lítið
uppá seg at gjórt sjónlig merkir uppi á
landi til at varða ókunnugt fólk og minni
kunnugt fólk um, hvar vandi er fyri hond.
H.
,.Hvaðani kemur gigtin?“ spurdist eina
ferð í »Føringatíðinđi«. Hettar er ein
spurningur, sum hvór má svara uppá eftir
sini roynd. Best er tann staddui, sum
ongatíð hevur nakað við gigtina at gera.
Tá ið eg var smádrongur, hoyrdi eg, at tað
skuldi vera vís verja ímóti gigt at bera
bláa (indigolitaða) stúku. Eg eru nú gam-
alur maður og havi alla tíðina borið bláa
stúku. Gigt ella óðrum tílíkum hymprilsi
havi eg einkið vitað av, uttan at eg tvær-
reisur havi haft ringt ansperri, sum skjótt
fór burtur. Nú kann ein og annar halda,
at tað ikki er stúkan, sum hevur vart meg,
ella at hon hevði gjórt somu nyttu, um
lion hevði verið ólitað. Eg havi rr.ínar
eignu tankar og vil tí ráða óllum Fóringum
at bera bláa stúku. O.
Spegla tær i hundinum?
Tað eru nókur ár siðani, at ein arbeiðs-
maður búði í I.ondon, sum æt Jack Gfodfrey;
honum, sum fleiri, dámdi væl at fáa sær
uppí glasið. Hann átti ein hund, sum
fylgdi honum, hvar hann fór, og tá eisini
í drykkju-húsið. Godfrey vildi ikki lata
hundin sita við turran munn, meðan hann
sjálvur gjórdi sær til góðar, og hann lærđi I
hann tí at drekka ymsar sterkar đrykkir.
Skjótt vanđist hundurin á; í endanum tókti
honum so gott at fáa ein dropa, at hann
hvórki við illum ella góðum fekst burtur
úr drykkju-stovuni, fyrr enn hann hevði
fingið eitt lítið sindur uppí hóvdið.
Ein dagin kom Godfrey og ein drykkju-
bróður hansara saman um, at gera hundin
rættuliga đruknan; teir settu tá framm
fyri hann nógv av sterkum at drekka og
spardu ikki. Hundurin lepti alt, sum fyri
hann var sett, og var nú so drukkin, at
hann við neyð orkaði at ragga heim at
húsinum, sum húsbóndin búði í, men tá ið
hann ætlaði upp trappuna at đurunum, tá
đatt hann máttleysur niður aftur; hann
royndi aðru feru, men tað fór á sama Areg.
Jack og drykkju-bróður hansara stóðu og
hugdu at; teir vóru lítið mætari enn hund-
urin, men hóvđu tó hin besta stuttleika av
at siggja, hvussu illa honum gekst.
Hundurin livdi 5 ár eftir tað, menn
smakkaði aldri nakað vín-slag frá tí degi;
beyð nakar honum slíkan drykk, fór hann I
at murra og goyggja, og tað bar við, at
hann eisini beit.
Men Jack Godfrey var ikki so hyggin
sum hundurin; hann đrakk trúliga eftir
sum áður; í endanum drakk hann lívið
av sær.
Hendan sógan er komin frá einum
manni, sum sjálvur sá tað, sum her hevur
verið frá sagt; hann drakk illa áður, men
av hundunum lærdi hann at skammast, og
legði av at drekka.
Geri so fleiri!
Slíkt eru kvinnubrot. í staðnum Mount
Etna í Amerika hava nýliga konufólkini
gjðrt stórt herverk. Tey komu við óksum
og gassum og smilđraðu alt, bæði leyst og
fast. Síðani lovaðu tey at gera tað sama
við hini vertshúsini í staðnum, um tey ikki
verða stongd sum skjótast.
FRÁ ÚTLONDUM.
Nú sýnist at vera komin meiri ófriður
{ verðina, enn tað var nakað herfyri. Inni
í China hevur tað heidna landsfólkið givið
Seg inn á teir kristnu útlendingarnar og
dripið eina nógd av teimum. Tað ganga
sógur frá, at heidningarnir hugsa um at
seta keisarin frá, tí hann hevur givið út-
lendingum lov til at seta seg niður í rikinum.
Fáa teir hettar í lag, so verða ivaleyst út-
lenđingarnir útriknir ella đripnir fyrihonđ.
Eisini nærri hjá oklcum vísur seg meiri
ófriður. Tað var nókur ár herfyri avgjórt
millum tey stóru ríkini, at eingi krigsskip
skuldu fara ígjógnum sundið við Miklagarð.
Nú fyri kortum hava Russaskip við krígs-
tilfari og krígsfólki farið har ígjógnum.
Harav er óði komin í Eingilskmenninar, so
at teir hava sett at Turkakeisarinum, sum
var tann, ið skulđi hygja eftir, at ikki
krígsskip skulla fara ígjógnum sundi, sum
hann eigur landið báðu meðinni við. Hann
vildi ikki vera kurteisligur ímóti tí Eing-
ilska senduboðnum, tí tóku Eingilskmenn
og settu krigsfólk og kanónur inn á eina
oygj, sum Turkanir eiga fyri endanum av
sundinum. Herav kann skjótt verða stórt
krígj, fyrst millum Turkar og Eingilskmenn,
og síðani væntast Rusland, Frankaríki og
kanska eisini Spanjaland at halda við Turk-
unum; Týskland, Eysturríki og Italia við
Eingilskmonninum.
í okkara eígna ríki, Danmarki, er so
dánt friðaligt. Oterrin hevur verið so
hervuligur, at meginparturin av rugunum
er spiltur. Harav má væntast hógir breyð-
prísir, sum ikki batna av tí, at Russiski
keisarin nú hevur forboði at fóra rug út