Due to maintenance work, there may be disruptions to the Tímarit.is service from 18:00 onwards.

Føringatíðindi - 01.05.1892, Side 3

Føringatíðindi - 01.05.1892, Side 3
mesta verið kavi og kuldi og tað slíkur kulđi, sum varla hevur veríð í mannaminni um hesa ársins tíð. Nú er hoyneyð víða hvar um landið, so at nógv neyt hava verið útrikin, tá ið tað íievur slitið í ímillum kavaælini; tó hevur útræksturin verið teimum til lítlan frama. Av tí at nógv er fyri at drepa neyt hesa tíð av árinum, hava fólk hildið liv í teimum við skruđđum korni ella mjóli og hálmi og dumbi aftur at einum lítlum soppi av hoygji. Summi hava eisini roynt at geva teimum mosa til búkfylli. Seyðurin er illa farin. Vánaligast stendur til fyri sunnan. I Froðbyar sókni er heldur frægari, men hinir partanir av Suðuroynni fáa verri felli enn nakar veit frá at siga. Nógvur ognarmenn hava mist frá helt til 3 partar av áseyðinum og summir smámenn eru longu rættuliga sórir. 3-vetur geldseyðir vóru farnir at doyggja í raki fyri summarmála. í Sandoy er eisini illa vorðið. Fyri norðan hevur seyðurin verið trevstari; tó er hann nú so veikur, at verður ikki gott veður hereftir, so verður stórt felli í óllum stóðum. — Smálombini doygja frá hond og stórur parturin av teimum, sum eftir liva, ganga so kroppin og neyðarslig, at lítil vón er til at nakað skapast burtur úr teimum. Fiskiskapurin hevur yvir hóvur verið frálíka góður, tá ið onkur lðtan hevur verið til at royna sjógvin. Skipini hava flest óll veitt væl, tó at vegrið hevur verið umskiftandi og ofta so harðfórt at einki hevur gjórst. Bátaskaðar. Eitt nýtt 8-mannafar úr Haldorsvík var fyrstu ferð úti á havi 4. apríl. Kl. 11 komu teir á heimleiðini undir ein boða vestanfyri »koll«. Báturin hálvdist, men allir 8 sluppu á kjól. So við og við slógust teir burtur av. Kl. 6 kom ein Streymnesbátur til steðar. Tá var eingin eftir á kjóli uttan Hans Andreas Joensen. Teir sum umkomist vóru: Hendrik Joensen, 56 ára gamalur; Samuel Jacob Joensen, yngre, 51; Hans Pauli Joensen, 55; Thomas Hendrik Frederik Hansen, 59; Ole Joensen, 25; Joen H. Poulsen, 45; Gutte Joensen, 23 ára gamalur. 4 av teimum vóru giftir og átti 10 bórn; 6 eru ikki stilkomin*. — Eingin av teimum, sum um- komist, vóru í forsikringsforeiningini. — Sum vituligt er, var »Sissal« við í bátinum. Páskaaftan hóvdu 3 Svínoyingar verið við handil, »inni i bónum«. Teir hóvdu bát á Borðjavik. Tá ið teir vóru staddir á heimferð, róu teir upp á ein tanga unđir Oyraskorum. 2 av teimurn umkomist, men hin triðji slapp á land og kom seint um kvóldi krúpandi til Oyrar. Triðja páskadag funnu Nólsingar millum Borina og Kirkjubó- nes ein tribekk fullan av sjógvi. í honum var: segl og mastrar, 1 posi við eplum, nakrar jarnstengur, 2 knivar og annað smá- vegis. Hettar man ivaleyst vera báturin, sum Svinoyingar umkomist á. Maður útidejmr. 21. apríl fast Joen Ellingsgaard av Eiði deyður í rættini eystan- fyri neystini i Streimnesi. 6 siglingamenn vóru farnir úr Havn við báti dagin fyri. Ein av teimum var farin upp á land í Tórsvík og ein annar á Strej'mneslandinum. Hinir 4 skuldi so halda vegin framm til Eiðis, men komi við tað sama til hendirs og hálvđu bátin. Streymnesmaðurin, sum sá til, hjálpti teimum til lands, og tá ið hann var vátur og illa túraður, fór hann til gongu við einum av eiðismonninum og hugsaði, at ninir mundi ragga aftaná. Meðan Stremnes- maðurin fekst við at fáa heitt drekka. sovnaði hann og visti einki til sín fyrr enn ímóti morgni. 2 av hinum Eiðismonninum komu til Streymnesar um kvóldi, men tann fjórði bleiv liggjandi í fjóruni. Hann hevði í óviti latið seg úr og lagt klæðini undir hóvdið. 3 fiskiskip sigast nýliga at vera keypt til Fórjar. Eitt felag í Sórvági lievur keypt eitt, Gotfred Hejnesen í Miðvági annað og skiparin Jens Mohr hitt triðja. Harðveður var 2 2da apríl. Ættin var mest útsunningur vestan. Harðastur var stormurin um Suðroynna, so at har veit eingin frá verri vegri at siga. Tað reiv á mongum húsum og 3 fóru av grund, 1 í Hvalba og 2 á Hvítanesi (Tróngisvági). Har, sum bylanir raktu á, fór alt leyst oman av jórðini, og garðar lógdust slættir. Glaðunar fórdu við sær bæði sjórok, mold, græs og annað leyst, so at tað đimdi við. Fleiri skip vóru á bankanum dagin fyri og komi í stóran vanda um náttina. Debes Mortensen rakst í myrkrinum við sínum nýgja skipi inn ímóti suðurendanum av Suðuroynni, men hevði eydni til at sleppa sunnan fyri Sunnbýar stein. Ein maður slógst fyri borð. Mortensens stálskip misti róðri, men bjavgaðist tó so dánt. Fleiri av skipunum, sum inn vóru komin aftan á stormin, hóvdu fingið smávegis skaða. Tá ið »Laura« fór úr Suðroy var ikki frætt frá óllum skipinum, so at fólk bóru ótta fyri, at tey kundi vera burtur gingin. Seinri frættist tó, at tey ininstu og veikastu skipini vóru til. Inn á Sunnbyarlandi rak eitt ella fleiri skip. Tað ætlast, at eitt barkskip, sum var sætt framman undan við ongum fólki, er farið tann vegin, Við »Lauru« frættist, at í Sunnba var funnið ymist við strondina: eitt petti av einum flaggi, sum sýntist at hava verið eitt Eingilskt »kontórflagg«, ein dós við »konserveraðum« pilsum frá Moss í Noregi; eitt fóður úr einum hatti, við Hállandskum merki o. a. m. Um kvólđi dagin eftir rakti eitHetlanđs-

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.