Føringatíðindi - 01.05.1892, Síða 3
mesta verið kavi og kuldi og tað slíkur
kulđi, sum varla hevur veríð í mannaminni
um hesa ársins tíð.
Nú er hoyneyð víða hvar um landið, so
at nógv neyt hava verið útrikin, tá ið tað
íievur slitið í ímillum kavaælini; tó hevur
útræksturin verið teimum til lítlan frama.
Av tí at nógv er fyri at drepa neyt hesa
tíð av árinum, hava fólk hildið liv í teimum
við skruđđum korni ella mjóli og hálmi og
dumbi aftur at einum lítlum soppi av hoygji.
Summi hava eisini roynt at geva teimum
mosa til búkfylli.
Seyðurin er illa farin. Vánaligast
stendur til fyri sunnan. I Froðbyar sókni
er heldur frægari, men hinir partanir av
Suðuroynni fáa verri felli enn nakar veit
frá at siga. Nógvur ognarmenn hava mist
frá helt til 3 partar av áseyðinum og summir
smámenn eru longu rættuliga sórir. 3-vetur
geldseyðir vóru farnir at doyggja í raki
fyri summarmála. í Sandoy er eisini illa
vorðið. Fyri norðan hevur seyðurin verið
trevstari; tó er hann nú so veikur, at verður
ikki gott veður hereftir, so verður stórt
felli í óllum stóðum. — Smálombini doygja
frá hond og stórur parturin av teimum, sum
eftir liva, ganga so kroppin og neyðarslig,
at lítil vón er til at nakað skapast burtur
úr teimum.
Fiskiskapurin hevur yvir hóvur
verið frálíka góður, tá ið onkur lðtan hevur
verið til at royna sjógvin.
Skipini hava flest óll veitt væl, tó at
vegrið hevur verið umskiftandi og ofta so
harðfórt at einki hevur gjórst.
Bátaskaðar. Eitt nýtt 8-mannafar úr
Haldorsvík var fyrstu ferð úti á havi 4. apríl.
Kl. 11 komu teir á heimleiðini undir ein
boða vestanfyri »koll«. Báturin hálvdist,
men allir 8 sluppu á kjól. So við og við
slógust teir burtur av. Kl. 6 kom ein
Streymnesbátur til steðar. Tá var eingin
eftir á kjóli uttan Hans Andreas Joensen.
Teir sum umkomist vóru: Hendrik
Joensen, 56 ára gamalur; Samuel Jacob
Joensen, yngre, 51; Hans Pauli Joensen, 55;
Thomas Hendrik Frederik Hansen, 59; Ole
Joensen, 25; Joen H. Poulsen, 45; Gutte
Joensen, 23 ára gamalur. 4 av teimum
vóru giftir og átti 10 bórn; 6 eru ikki
stilkomin*. — Eingin av teimum, sum um-
komist, vóru í forsikringsforeiningini. —
Sum vituligt er, var »Sissal« við í bátinum.
Páskaaftan hóvdu 3 Svínoyingar verið
við handil, »inni i bónum«. Teir hóvdu
bát á Borðjavik. Tá ið teir vóru staddir á
heimferð, róu teir upp á ein tanga unđir
Oyraskorum. 2 av teimurn umkomist, men
hin triðji slapp á land og kom seint um
kvóldi krúpandi til Oyrar. Triðja páskadag
funnu Nólsingar millum Borina og Kirkjubó-
nes ein tribekk fullan av sjógvi. í honum
var: segl og mastrar, 1 posi við eplum,
nakrar jarnstengur, 2 knivar og annað smá-
vegis. Hettar man ivaleyst vera báturin,
sum Svinoyingar umkomist á.
Maður útidejmr. 21. apríl fast Joen
Ellingsgaard av Eiði deyður í rættini eystan-
fyri neystini i Streimnesi. 6 siglingamenn
vóru farnir úr Havn við báti dagin fyri.
Ein av teimum var farin upp á land í
Tórsvík og ein annar á Strej'mneslandinum.
Hinir 4 skuldi so halda vegin framm til
Eiðis, men komi við tað sama til hendirs
og hálvđu bátin.
Streymnesmaðurin, sum sá til, hjálpti
teimum til lands, og tá ið hann var vátur
og illa túraður, fór hann til gongu við
einum av eiðismonninum og hugsaði, at
ninir mundi ragga aftaná. Meðan Stremnes-
maðurin fekst við at fáa heitt drekka.
sovnaði hann og visti einki til sín fyrr enn
ímóti morgni. 2 av hinum Eiðismonninum
komu til Streymnesar um kvóldi, men tann
fjórði bleiv liggjandi í fjóruni. Hann hevði
í óviti latið seg úr og lagt klæðini undir
hóvdið.
3 fiskiskip sigast nýliga at vera
keypt til Fórjar. Eitt felag í Sórvági lievur
keypt eitt, Gotfred Hejnesen í Miðvági
annað og skiparin Jens Mohr hitt triðja.
Harðveður var 2 2da apríl. Ættin var
mest útsunningur vestan. Harðastur var
stormurin um Suðroynna, so at har veit
eingin frá verri vegri at siga. Tað reiv á
mongum húsum og 3 fóru av grund, 1 í
Hvalba og 2 á Hvítanesi (Tróngisvági).
Har, sum bylanir raktu á, fór alt leyst
oman av jórðini, og garðar lógdust slættir.
Glaðunar fórdu við sær bæði sjórok, mold,
græs og annað leyst, so at tað đimdi við.
Fleiri skip vóru á bankanum dagin
fyri og komi í stóran vanda um náttina.
Debes Mortensen rakst í myrkrinum við
sínum nýgja skipi inn ímóti suðurendanum
av Suðuroynni, men hevði eydni til at sleppa
sunnan fyri Sunnbýar stein. Ein maður
slógst fyri borð.
Mortensens stálskip misti róðri, men
bjavgaðist tó so dánt. Fleiri av skipunum,
sum inn vóru komin aftan á stormin, hóvdu
fingið smávegis skaða. Tá ið »Laura« fór
úr Suðroy var ikki frætt frá óllum skipinum,
so at fólk bóru ótta fyri, at tey kundi vera
burtur gingin. Seinri frættist tó, at tey
ininstu og veikastu skipini vóru til.
Inn á Sunnbyarlandi rak eitt ella fleiri
skip. Tað ætlast, at eitt barkskip, sum var
sætt framman undan við ongum fólki, er
farið tann vegin, Við »Lauru« frættist, at
í Sunnba var funnið ymist við strondina:
eitt petti av einum flaggi, sum sýntist at
hava verið eitt Eingilskt »kontórflagg«, ein
dós við »konserveraðum« pilsum frá Moss
í Noregi; eitt fóður úr einum hatti, við
Hállandskum merki o. a. m.
Um kvólđi dagin eftir rakti eitHetlanđs-