Føringatíðindi - 06.12.1894, Blaðsíða 2
Eitt skrímsl, sum menn í seinastu tíðini
hava at ræða okkum við, heitur: »praktiskar
vanskeligheitur«.
Hetta skrímslið er oðuligt á at líta, so
oduligt, at mannafjold hevur hoppa aftur
á hæl, tá ið tað hevur komið til sýnis.
Tað hevur verið at sæð bæði í kirkjublaðnum
og >>Dimmalætting« og — mangir hava
undan stokkið.
Eg vilđi, vit ikki skuldi runnið undan,
tí eg havi tað treysti til Foringar, at vildu
teir, so kundi teir vunnið á tí ljóta tussa
og borið sigurin heim til hallar.
Hvat er tað, sum so nógv er fyri at
ræðast? At biblur okkara koma at kosta
50 100 kr., at prestarnir vera bæði fáir og
hartil vánamenn, at vit verða útistongdir
frá kristinlívinum i grannalondum okkara,
at vit ikki verða mentir at eiga okkum
sálmabókur o. s. fr.
Soleiðis ljóðar.
Eg vil nú fyrst og fremst siga tað, at
hevur maður fasta trúgv uppá, at vit vilja
hava gott av at fáa Fóroyskt til kirkjumál,
so gevst hann ikki við at arbeiða fyri tí,
alt hánn heldur nakra vón vera til at hann
er mentur til at útinna tað. Tað er her
sum altíð: »hugurin drívur verkið«. Verður
ein stórri partur av Fóringum sameintur
um, at tað gagnligasta fyri okkum vil vera
at fáa okkum Oklcara móðurmál til kirkju-
mál, so er eingin ivingur í, at vit eisini
vilja vera mentir til at gera tað, um harrin
leggur sína signing við. Tað er trúgvin
uppá sína góðu sak, sum útinnur tað fyri
óðrum ótrúliga.
Eg sigi fyri meg: Eg haldi ilcki
praktiskar vanskeligheitir vera so óduligar,
sum tær eru útmálaðar.«
Ilvussu vist er eitt nú tað, at okkara
bíblir skula koma í 50—100 kr. Eg halđi
meg líka so ivaleyst kunna síga. at bíblirnar
ikki koma at kosta meir enn 5 —10 kr.,
sum teir, ið siga at tær koma at kosta
50—100 kr. Tí heldur enn ikki kunna vit
líta á, at tað brittiska bíbílfelagíð, sum so
so mong smá tungumál hevur styðjað,
eisini vil styðja okkara. Hvussu mongum
hevur hetta Eingilska felagið ikkí hjálpt
til at útgivið sína bíblur, hví skuldi tað tá
ikki hjálpt okkum?' Ella mundi ikki Dansk-
arnir her viljað rætt okkum eina hond?
Teir hava gjort tað fyrr! (Matthei Evangel.).
Fáir og vánaligir fara okkara prestar
at verða, sigst tað. Eg spyrji aftur: »Hví
tá«. Teir verða fáir, verður svarað, tí teir
tá ikki kunna vænta sær at verða fluttir úr
rakplássi aftur í eítt feítari pláss, og teir
verða vánaligir, ti teir koma at sita inni-
byrgdir við sínum lærdómi.
At ein prestur sum onnur menniskjur
ynskir sær at liva væl meðan hann er í
verðini, er einki at siga urn; men fer hann
at stunda eftir einum »kalli« bara fyri at
fáa hýtina betri stappaða, tá vil eg heldur
ongan prest hava. Nú, sum er, hava væl
teir flestu prestar í Eórjum sær eitt gott
breyð í vænti á gamalsaalđri niðri í Dani-
marki. Var tað ikki betri, teir ikki hóvdu
tað? — Hetta, at teir vita við særsjálvum,
at hesum fólki, hesum oyggjum sleppa teir
tó eina ferð frá, mann tað ikki gera sin
part til, at prestar og fólk er so lítið í sam-
bandi hvórt við annað, sum tað er her.
Eig hugsi jú! Hevf'i tann feita gásin niðri
ikki so mikið malið fvri teimum, sum eg
halđi hon nú má gera, mestur hevði tá
mangur av teimum verið meiri Fðringur og
minni ókunnugmaður, eun hann nú er.
Allír fara tó ikki til Danmark fyri tann
skuld; nakrir fara, tí teir verða gamlir og
ikki væl tola hesar strævnari ferður her á
landi, og aðrir fara, tí teir ikki her fáa
góðan skúla til .bórn síni.
»Góðan skúla til bórn síni,« her detta
vit júst niður á hornsteinin hjá E'óringum.
Hava vit ikki góðan skúla, kunna vit hvórkin
vænta okkum góðar prestar, lógmenn, dok-
tarir ella aðrar, tí fægstir E'óringar eru
mentir at senda síni smáu bórn niður at
lesa. Men tá ið vit so ofta hoyra, at nú
mátti hasín og nú hesin embætismaður fara
niður fj>ri at fáa bórnini í skúla, so skulđi
tað jú verið sum fastsligið, at vit ongan
góðan grundarlagsskúla eíga í E'órjum, og
! so leingi so er vorið, ja so mugu vit væl
bera ótta fyri bæði at fáa ov lítið av prestum
og ov vánaligar prestar. Er eíngin góður
skúli í Fórjum, og tað sýnast embætis-
menninir at halda, so eru jú E'óringar úti-
stongdir frá lærdóminum, og má hetta
vera eín atvoldin í, at so fáir Fóringar
stuđera.
Tað er ógvuliga undarligt. at te)^ flestu,
íð orka tað, senda bórn síni »niður«. meðan
vit tó hava eín realskúla i Havn. Eg đugi
sjálvur einki at dóma um hendan skúla,
hvussu hann er nú í tíðíni, men eg havi
lítíð annað enn ringt at minnast á hann.
E'yri at vit skuldí fingið prpstar, sum
vildu heftst í E'órjum og verið bestír við
E'óringar, máttu vit fyrst av óllum haft ein
skúla, hvarí bórnini fingu hug at læra,
|' hvarí tey fingu eítt stóðugt kristiligt grund-
arlag at standa á, og hvar tey i góðari
tíð kunclu tikið sína preliminærexamen.
Hava vit ein sovorðnan skúla, er tað gott,
men hava vit hann ikki, mugu vit royna
at fáa hann, og tað kann eíngin stór prak-
tísk vanskelígheit vera, tí tilfarið er jú.
Tað er so ógvuliga nógv at róða um
skúlar her í E'órjum, at einki kann nertast
við tað í hesum stykki, men eg vil tó siga
so mikið, at hevði verið rætt atborið, var
tað unđarligt — nú, skúlar so leingi hava
virkað í Fórjum—, um ikki nóg nógvur E'ór-
ingar skuldr viljað studerað og um ikki
nógvur skuldi kunna lisið síni ár út. Tað