Føringatíðindi - 07.01.1897, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 07.01.1897, Blaðsíða 4
embætismonnum, men eg kann forstanda, at t. d. ein Danskur síslumaður vildi vera ómetuliga »óheldigur«. Ikki forstanda eitt orð av tí, sum tað fólk tosar, hann skal liava við at gera, ikki forstanda seg petti uppá viðurskiftini og ongan at hava at ráðføra seg við, uttan hann tekur frá hond, kvussu vildi tað verði vorið? Embætis- menninir í Havn hava teir flestu Føringar einki við at gera, men síslumannin hava ødl meiri og minni við at gera. Eg las firi kortum, at eitt íslandskt síslumannsembæti var at fáa, men hann, ið tað vildi hava, mátti kunna íslandskt mál til fudlnar. Er tað neyðugt, at íslendskir embætismenn kunna íslandskt, er tað eisini neyðugt, at Føriskir kunna Føriskt, í kvørt fadl síslumenninir. Kunnu íslendingar hava fingið tað í lag kjá sær, at adlir teirra embætismenn skullu kunna íslandskt, trúgvi eg ikki annað, enn Føringar mugu kunna fáa tað i lag, at teirra síslumenn í tað minsta skullu kunna Føriskt og kenna Førisk viðurskiftir. I øgtingið mátti tikið sær av hesum og fingið tað í lag og tað sum skjótast. Ein Føringur. »Førjamál í æru« er Føringafelags firsta boð. Felagslimir í bí og bigd eiga at hava hetta í minni og sína tað í lívinum. »Føringatiðindi« bar firi kortum fram upp- skot til lóg firi Føringafelag, og harí stóð midlum annað nakað um smáfeløg í Før- ingafelag. Hetta dámdi mær væl; men um eingin lóg er firi tí, biði eg teir Før- ingafelagslimir, sum halđa málið í æru og sum vilja stiðja tað arbeiði, Føringafelag hevur tikið sær uppá: Komi ofta saman til at tosa um viðurskiftini, so væl tit, í teimum bygdum, kvar fáir limir eru, sum tit, ið búgva har sum nógvir eru. Vil Førjafólk taka sær av Føringafelags ar- beiði, so leypa ikki nógv ár inntil málið kemur til sín rætt. Ein limur. Eina ferð firr havi eg klagað ivir tann óskikk, at fiskiskip liggja edla ferðast her um landið í mirkri í vártíðini og ikki føra firiskrivað ljós. Enn er einki komið til mín kunnskap, um nakað er gjørt firi at straffa hetta óskil, sum er til stóran vanda firi skip og mannalív. Eg má tí enn eina ferð spirja, kví vit ikki líka sum onnur sjófarandi fólk skula føra nummar á fiski- skipum okkara. Ivaleyst var tað lættari at uppdaga teir, sum eru sekir í ólógligari Ijósføring, tá ið nummar var á teirras skipum. H. H. FRÁ ÚTLONDUM. í ríkisdeginum gongur alt við sama gamla lag. Oberstløjtnant Bærent Bærentzen er deyður í Kjøpinhavn 6. decbr. í fjør 72-ára gamalur. Bærentzen var føddur á Sundi; han var fólkatingsmaður kjá Føringum í 12 ár. Tíðindir úr Førjum. Sjólátin á Havnar- vág níggjársnát er Joen Magnus Henriksen úr Havn. Saman við einum øðrum manni av skonnert »Frederiksvaag« (J. M. Henrik- sen sigldi við »Frederiksvaag«) var hann níggjársnátt um kl. 2 farin út á*eitt skip, ið liggur her á Havnarvág. Annar maðurin, ein Danskari, var komin upp á dekkið og J. M. Henriksen var á veg, tá ið hann vai'ð varður við, at báturin ikki var gjørdur fastur. J. M. Henriksen, sum var góður svimjari, sprakk á sjógvin ettur bátinum, menn ið kvussu var edla ikki, maðurin á dekkinum sá einki attur til Jóan Magnus, meðan hann sá bátin fara firi vág og vind út móti tinganesi. Soleiðis sigst at vera tilgingið. J. M. Henriksen var evnagóður maður í bestu árum. Úr Suðroy skrivast 3. jan. 1897: Hegartil eru komin fiskiskipini »Waste Not« (80 tons), kapt. D. Beck, og »City of York« (88 tons), kapt. Olsen, sum eru keypt í Einglandi firi tvey feløg i Trongis- vági. Vegrið hevur verið baldranđi. I Vági hava flest ødl hús tikið skaða uppá tak og tílíkt. Skipini, á Trongisvág lóu, tóku ongan skaða. Tey, sum lóu á Vágsfjørði, fóru fleiri at dríva, og »H. M. Stanleyt var næstan komin heilt út av fjørðinum. LlSINGAR. Generalforsamling i Aktieselskabet »RoyndÍn« (Slup »Amaranth«) holdes Mandagen den iste Febr. Form. Kl. 11 i Thorshavns Klub. Bestyrelsen. (Ýrøøt* tøaffc flí (i*. ^CMtfc & (£0.3 gflbrif, fluevfeubt fom bct bcbfte ftnffejuvvogat, fflflá tií rnbcve gflvtjaiibling gennem £)ouebiovl)aublcveu, $itlttt§ fí. Srincibcđ, Kobeul)flUu K. Prentað hjá „Fær® Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Blaðstýrari: R. Efferso.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.