Føringatíðindi - 07.01.1897, Qupperneq 4
embætismonnum, men eg kann forstanda,
at t. d. ein Danskur síslumaður vildi vera
ómetuliga »óheldigur«. Ikki forstanda eitt
orð av tí, sum tað fólk tosar, hann skal
liava við at gera, ikki forstanda seg petti
uppá viðurskiftini og ongan at hava at
ráðføra seg við, uttan hann tekur frá hond,
kvussu vildi tað verði vorið? Embætis-
menninir í Havn hava teir flestu Føringar
einki við at gera, men síslumannin hava
ødl meiri og minni við at gera.
Eg las firi kortum, at eitt íslandskt
síslumannsembæti var at fáa, men hann, ið
tað vildi hava, mátti kunna íslandskt mál
til fudlnar. Er tað neyðugt, at íslendskir
embætismenn kunna íslandskt, er tað eisini
neyðugt, at Føriskir kunna Føriskt, í kvørt
fadl síslumenninir. Kunnu íslendingar hava
fingið tað í lag kjá sær, at adlir teirra
embætismenn skullu kunna íslandskt, trúgvi
eg ikki annað, enn Føringar mugu kunna
fáa tað i lag, at teirra síslumenn í tað
minsta skullu kunna Føriskt og kenna
Førisk viðurskiftir. I øgtingið mátti tikið
sær av hesum og fingið tað í lag og tað
sum skjótast. Ein Føringur.
»Førjamál í æru« er Føringafelags
firsta boð. Felagslimir í bí og bigd eiga
at hava hetta í minni og sína tað í lívinum.
»Føringatiðindi« bar firi kortum fram upp-
skot til lóg firi Føringafelag, og harí stóð
midlum annað nakað um smáfeløg í Før-
ingafelag. Hetta dámdi mær væl; men
um eingin lóg er firi tí, biði eg teir Før-
ingafelagslimir, sum halđa málið í æru og
sum vilja stiðja tað arbeiði, Føringafelag
hevur tikið sær uppá: Komi ofta saman
til at tosa um viðurskiftini, so væl tit, í
teimum bygdum, kvar fáir limir eru, sum
tit, ið búgva har sum nógvir eru. Vil
Førjafólk taka sær av Føringafelags ar-
beiði, so leypa ikki nógv ár inntil málið
kemur til sín rætt. Ein limur.
Eina ferð firr havi eg klagað ivir tann
óskikk, at fiskiskip liggja edla ferðast her
um landið í mirkri í vártíðini og ikki føra
firiskrivað ljós. Enn er einki komið til
mín kunnskap, um nakað er gjørt firi at
straffa hetta óskil, sum er til stóran vanda
firi skip og mannalív. Eg má tí enn eina
ferð spirja, kví vit ikki líka sum onnur
sjófarandi fólk skula føra nummar á fiski-
skipum okkara. Ivaleyst var tað lættari
at uppdaga teir, sum eru sekir í ólógligari
Ijósføring, tá ið nummar var á teirras
skipum. H. H.
FRÁ ÚTLONDUM.
í ríkisdeginum gongur alt við sama
gamla lag.
Oberstløjtnant Bærent Bærentzen er
deyður í Kjøpinhavn 6. decbr. í fjør 72-ára
gamalur. Bærentzen var føddur á Sundi;
han var fólkatingsmaður kjá Føringum í
12 ár.
Tíðindir úr Førjum. Sjólátin á Havnar-
vág níggjársnát er Joen Magnus Henriksen
úr Havn. Saman við einum øðrum manni
av skonnert »Frederiksvaag« (J. M. Henrik-
sen sigldi við »Frederiksvaag«) var hann
níggjársnátt um kl. 2 farin út á*eitt skip,
ið liggur her á Havnarvág. Annar maðurin,
ein Danskari, var komin upp á dekkið og
J. M. Henriksen var á veg, tá ið hann vai'ð
varður við, at báturin ikki var gjørdur
fastur. J. M. Henriksen, sum var góður
svimjari, sprakk á sjógvin ettur bátinum,
menn ið kvussu var edla ikki, maðurin á
dekkinum sá einki attur til Jóan Magnus,
meðan hann sá bátin fara firi vág og vind
út móti tinganesi. Soleiðis sigst at vera
tilgingið. J. M. Henriksen var evnagóður
maður í bestu árum.
Úr Suðroy skrivast 3. jan. 1897:
Hegartil eru komin fiskiskipini »Waste
Not« (80 tons), kapt. D. Beck, og »City
of York« (88 tons), kapt. Olsen, sum eru
keypt í Einglandi firi tvey feløg i Trongis-
vági.
Vegrið hevur verið baldranđi. I Vági
hava flest ødl hús tikið skaða uppá tak og
tílíkt. Skipini, á Trongisvág lóu, tóku
ongan skaða. Tey, sum lóu á Vágsfjørði,
fóru fleiri at dríva, og »H. M. Stanleyt
var næstan komin heilt út av fjørðinum.
LlSINGAR.
Generalforsamling i Aktieselskabet
»RoyndÍn« (Slup »Amaranth«) holdes
Mandagen den iste Febr. Form. Kl. 11
i Thorshavns Klub. Bestyrelsen.
(Ýrøøt* tøaffc
flí (i*. ^CMtfc & (£0.3 gflbrif,
fluevfeubt fom bct bcbfte ftnffejuvvogat, fflflá tií
rnbcve gflvtjaiibling gennem £)ouebiovl)aublcveu,
$itlttt§ fí. Srincibcđ,
Kobeul)flUu K.
Prentað hjá „Fær® Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Blaðstýrari: R. Efferso.