Føringatíðindi - 18.03.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 18.03.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. 6. 18. MARS 1897. 8. Ár. Lond og foik. (Av J.) IV. Asar, Gotar. Sunnanfiri Svartahavið gongur ein langur og høgur (til 18,000 føtur) fjadla- riggur, sum menn kadla Kavkasus, eystur og vestur edla i landsunning og útnorðing. Við eystara endan av hesum fijadlariggi er eitt ógvuliga stórt vatn, sum er kadlað »kaspiska havið«, tað er størsta vatn í verðini, tí tað er 7400 ? mílir stórt (tað er meira enn 10 ferðir so stórt sum Danmark og meira enn 4 ferðir so stórt sum ísland); dípið er i støðum meir enn 550 favnar, og vatnið er nakað salt. Nakað norður frá hesum vatni er slæt land, men so kemur attur ein langur fjadlariggur, sum gongur suður og norður; han eitur Ural og skiljir Europa frá Asia. Slættan ímidlum fjadla- riggin og vatnið kadlá menn: »uralska fólka- liðið« og munnu mong fólkasløg í Europa hendan vegin vera komin frá Asialandi. Nakrar áir renna í hetta vatnið, ein av teimum er rættuliga stór og er nú kadlað Válga; hon kemur norðanettur vestantil við Ural-fjødlini og mann vera tann áin, sum »Heimskringla« sigur at renna í Svartahav. Søgumaðurin i íslandi kann væl hava verið somikið vidlur i landafrøði, um lond, sum eru so langt burtur. Hiðani munnu osara forfedrar vera komnir. Herum stendur í »Heimskringlu«: ». . . . Nor^an frá teimum fjødlum, sum eru eystanfiri adla bigdir, rennur á um Svítjóð (Rusland), áin eitur at røttum Tanais; hon var áður kadlað Tanakvísl edla Vanakvísl; hon rennur í Svartahavið (Kaspiska havið?). I Vanakvíslum var tá kadlað Vanaland edla Vanaheimur. Henda áin skilur ímidlum heimstriðjung- anar: eitur firi eystan Asia og firi vestan Europa. Firi eystan Tanakvísl í Asia var kadlað Asialand edla Ásaheimur, men høvuðsstaðurin (-borgip) í landinum var kadlaður Asgarður. I borgini var høvdingi tann, sum Óðin var kadlaður; har var stórur offurstaður (hof). Tað var siður, at tólv oífurprestar (hofgoðar) vóru hægstir; teir skuldu ráða firi ofringum (blótum) og døma manna ímidlum. Teir eru kadlaðir diar edla drottnar (harrar); teimum rskuldu alt fólk veita tænastu og lídni. Óðin var herma^ur tnikil, fór víða um og ognaðist mong rikir. Hann var so sigursælur, at í kvørjum striði (orrostu) fekk hann gagn, og harav kom, at menn hansara trúðu tí, at hann altíð átti sigurin. Tað var hansara háttur, tá ið hann sendi menn sínar í bardagar edla til aðrar ferðir, at hann legði hendur á høvdið á teimum og vælsignaði teir; trúðu teir tá at alt mundi ganga teimum væl. So var eisini við monnum hansara, at kvar teir vóru staddir í neyð, á sjógv edla landi, so kadlaðu teir á hansara navn, og hildu teir seg javnan fáa lætta av tí; har, sum hann var, tóktist teir hava alt treysti. Hann fór ofta so langt burtur, at ferðin vardi mong ár........Firi sunnan fjadlið [Kavkasus] er ikki langt til Turkalands, har átti Oðin stórar ognir. Um tann tíma fóru Romara-høvdingar víða um heimin og løgdu undir seg ødl fólk, og mangir høvdingar flíddu undan hesum ;ófriði frá ognum sínum. Men av tí, at Óðin var ógvuliga vitugur (alvitur) og framsíggin, so visti hann, at avkom hansara átti at biggja í norðurlondum. Hann setti tá brøður sínar Ve og Vila ivir Ásagarði; men hann fór, og Diar adlir við honum, og nógv fólk. Fór hann first vestur í Garðaríki og siðani suður í Saksland. Hann átti mangar sinir; honum ognaðist ríkir vfða um Saksland, og setti hann har sinir sínar til landagoymslu. Tá fór hann norður til sjóar og tók sær bústað á einari oyggj; tað eitur Óðinsoy í Fjóni (Fyn)...... Men tá ið Oðin frætti, at góðir landa- kostir vóru eystur kjá Gilfa, fór hann hagar, og gjørdu teir, Gilfi, sætt sína midlum, ti Gilfi heh seg ikki hava kraft til at standa ímóti Ásunum......Óðin tók sær bústað við I .øgin (Mælaren), har sum nú eitur fodnu Sigtúnir, og gjørdi har stórt hof (offurstað) og stórt blót (offur) ettir siðvenju Ásana.....Hann gav hofgoðunum bústaðir: Njørður búði í Nóatúnum, Freyr í Upsølum, Heimdadlur á Himinbjørgum, Tórur á Trúðvangi, Baldur á Breiðabliki; ødlum gav hann teimum góðar bústaðir.« Soleiðis sigur henda gamla søgan frá, at Ásanir komu til norðurlondini. Kvussu mikið av hesum, ið nú er satt, og kvussu

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.