Føringatíðindi - 20.01.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 20.01.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI Nr. 2. 20. iANUAR 1898. g. Ár. Føringafelags ársgildi var sum vant er hildið trettandađag. O. u. 130 limir vóru til steðar. Til gildið var irkt: Lag: Eg minnist úr gomlum d^gum. Hoyr’, vinir, lat’ okkum kvøða ein sang í hesu stund, um hjartað enn birjar at gløða, tað sømur við slíkan fund, vit singja um kvørja kvinnu, á Førjalandi bír, íð eigur eitt føroyskt sinni, tí hon er ein perla dír. H,on stiðjar mannin í stríði firi tí, sum er vakurt og gott, hon stendur við hansara síðu, um brimið tað brítur hátt. Og kvørja ferð logn man vera — eg hugsi um fundin her — og maðurin gildi skal gera, so boð ettir kvinnuni fer. í okkara felag er hildið kvønn trettanda dag ettir jól so stuttligt eitt føðidagsgildi, kvar kvinnan var ljós og sól. At kokkast og stákast her inni, kvør mundi sær tikið uppá, um ikki tað føroyska sinnið bak kokkasvintuna lá. Ein kvinna við kokkasvintu, sum bakka í hondum ber, er allarvakrasta pintið, vit síggja við gildir her. Tí lat okkum adlar inskja ■— várt inski so ljóða skal — at kokkarnir teir mugu liva, ja liva bæði leingi og væl. A. Á Føringafelags aðalfundi annan sunnu- dag ettir níggjár varð viðtikið at biðja ta gomlu sjeymannanevndina taka sær uppá at vera sitandi (verandi) málnevnđ. Ársrokning varð framløgd og góðkend. í nr. 24 av »Føringat.« í fjør hevur »ein broytingamaður« biðið meg og J. Patursson at siga okkara meining um eitt uppskot, sum skal vera framkomið, til at fáa eina sitandi málnevnd til at avgera ødl spursmál um føroyska stavseting. Eg kann ikki svara firi aðrar enn meg sjálvan. Ettir teimum royndum. sum gjørdar eru, havi eg lítla vón um at fáa a d 1 a r Føringar til at geva seg inn undir nevnđarđóm; tó vil eg firi mín part ikki verða ímóti at lata teir somu menn, sum seinast, sita sum nevnd og, at nevndin, tá íð ein feđlur frá, útfidlir seg sjálvan. Hugsast harímóti um at velja níggja nevnd, man meira fara at vera ansað ettir, kvørjum parti menninir eru i, enn kvat dugur íð í teimum er; so fedlur av- gerðin í tann partin, sum ta løtuna hevur flest av teimum, ið eru gingin til, á fundi; men slíka avgerð haldi eg, eingin kann geva seg undir firi adlar ævir. Joen Poulsen. Tað einasta, sum nú reiðiliga kann sigast at sína, at Førjar hava verið eitt sjálvbjargið lanđ og Føringar eitt sjálv- bjargið fólk, er málið — Førjamálið. Alt annað hava vit í felag við Danmark. Ettir- sum nú Førjamálið er eitt tað besta og dírmettasta, sum fodnfedrar okkara hava goymt okkum frá hinum ljósu døgum, er tað okkara plikt sum góð bødn, at goyma móðurmálið og goyma tað væl. Enn tosa vit ødl føroyskt, men ikki so rætt, sum inskjandi er, tí fleiri sjálvsmíða orð og nógv fremmind orð eru komin inn í Førjamálið gjøgnum tíðirnar, ja nógva staðnis er málið í fólkamunni ein neyðar skíggi av tí, tað var, men sum tað stendur í rímuni: senn vit eiga bót í kjadli«, enn kann málið reinsast, men kvussu? Summi meina, at vit kunnu reinsa málið við at koma saman at tosa, og ein, ið kringur er í Føroyskum, so hartar tey, sum tosa rangt. Hetta kundi ivaleyst hjálpt, um fólk var komið til tað erkennilsi, at bót er firi neyðini, og so taka við lærdómi. Tey allarbestu ráðini eru tó óivað at læra at skriva málið reint og rætt. Ein sum kann at skriva reint og rætt vil neyvan hava nógv stríð við at tosa tað rætt. Enn má sigast, at um Føringar nakrantíð skulu fáa minstu nittu av málinum sín ímidlum, og um tað skal goymast væl, so mugu vit duga at skriva tað. At goyma móðurmálið og at reinsa móðurmálið er Føringafelags endamál; at

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.