Føringatíðindi - 20.01.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 20.01.1898, Blaðsíða 3
Um bráðsótta-innsproytingina flitur »Dim.« fram tey tíðindi, 'at fleiri av teimum inn- sproytaðu lombunum. sum greinuligari sigist frá, eru deyð av bráðasótt. Tó at eg ikki kann koma út firi at finnast at ødlum teimum lignsmannsboðum, »Dim.« breiður út í verðina, so haldi eg tað hesn ferð vera firi neyðini at greiða frá, kvussu til stenđur. í He.stoy vóru nógv lomb đeyð av bráða- sótt, áðrenn Hestmenn læntu sproytu og tilfar frá Kirkjubøbóndanum og sproytaðu inn í stóran part av teimum lombinum, íð ettir livdu, og einki av hesum lombinum man enn vera deytt av bráðasótt. Tvey av teimum eru đeyð, annað í sætta og hitt í sjeynđa samdøguri attaná innsproytingina, men tey doyði av svødling i tjónum og huppinum, har sum innsproytað var. Iva- leyst hevur sproytan ikki verið rein. Tó má drongurin, sum fekkst við sproytingina, ikki lastast firi hetta óhapp; hann reinskaði sproytuna við karbolvatni, sum hann fekk frá jarðamóðurini, og helt so væl til standa. Helst man Velbastaðmonnum gangast idla at bera prógv firi at nakað av teimum lombunum, har vóru innsproytað, eru deyð av bráðasótt. Av tí tilfari, sum landbrúks- konsulenturin fekk upp í hendur, eru inn- sproytað úti við 400 lomb úr ringastu bráða- sóttaplássum, og enn eru ikki til »Før- ingatiðindi« komin boð um, at nakað av teimum 400 er deytt. Hetta sinist at geva monnum rætt til at gita, at innsproytingin hjálpir líka væl til at verja seyð firi bráða- sótt, sum koppseting hjálpir fólki firi at j doyggja av pokunum, og tað nítist meir enn øltos til at stoyta niður hesa giting. Hevur »Dim.« við sínum túnatosi ikki haft i akt at klikkja teir vísmenn og natúr- granskara, sum hava givið út tilfarið til innsproytingina, tá man hon — sum lesarnir ivir høvur gita sær til — hava ætlað at fáa fólk til at trúgva, at landbrúkskonsu- lenturin hevur verið gáloysin, skitligur edla samvitsleysur i hesum sum í mongum øðrum, íð vant er at skjóta til. Hevur tað verið aktin, so kann eg heilsa, at ikki rínur víð. Rasmus. »Ein skúlavinur«, sum f seinasta »Før- ingatiðindi« skrivaði um realskúlan, setti fram tað inski, at fáa at síggja i okkara blaði tær reglur, lærarnir hava at ganga ettir. Tær reglur eru so vakurt stílaðar, at blaðstírarin idla troystar sær at útleggja tær til Føroyskt, og vil tí skjóta til »Dim.« at lata tær prenta, sinum lesarum til upp- lísing og serskilt til lætting av tí dimmi, sum tikist at kvíla ivir okkara skúlavini. Vónir firi Førja gudli. 1779 vóru á Av- stralialandi av tí fínudlaða Merino-slagnum 29 seyðir. Nú eru har 124 milliónur av seyði, og úr landinum førdist frá ista Júli 1896 til ista Júli 1897 721 milliónur pund av udl. Meginparturin av hesu udl er líka fín og. sterk sum góð nappað føroysk udl, og hon er seld í stórum har í landinum firi 54 oy. pundið (óvaskað). Veðurlagið er so turrligt, at eingin broddur verður í udlini. Har verður eisini so nógv lagt dent uppá at fáa fínudlað slag, at ein vegrur er seldur firi 28,800 krónur og ein annar firi 18,000 krónur. Tí fæst nú so nógv og góð udl í Avstralialandi, at onnur lond ikki kunna hugsa um at koma har upp ímóti. Brúdleypsskjóting hevur verið mangum manni at skaða, sjaldsamt er tó, at skaðin berst á ettir at brúdleypið er ivirstaðið. So barst tó á í Trongisvági firi jól. Til brúdleypsskjóting vóru har havdar dinamit- perlur, sum fjústráður var settur í og tendr- aður í endanum áðrenn skjótarin slongdi tráð og perlu frá sær. Ein tráðurin slóknaði og varð liggjandi í einum runudíki. Ein óvitadrongur fann perluna við fjústráðnum í, bar hetta til hús og setti endan av tráð- num inn í eldin. Sistur hansara gramdi seg, at hon toldi ikki kjararoykin, tí tók hann perluna midlum tummil og fremsta- fingur og bar út firi dir. Tá var tráðurin útbrendur og perlan brast og smildraði teir itstu liðirnar av báðum fingrunum. FRÁ ÚTi .ONDUM. ÍTurkalandi skal eitast at vera friður, men tað kókar undir loki víða kvar. — í Indialanđi .sínist uppstandurin móti Eingilskmonnunum at vera køvdur. — Tað, sum nú setur mest røring í sinnini, er, at Tískarnir frá Kinamonnum hava fingið góða skipahavn og fitligt um- lendi, kvará teir gera sær sterka borg. Henđan gloypubita hava Tískarnir trúgað sær til frá Kinamonnum attur firi at ein heidningaflokkur har í landinum hevði dripið tískar menn. Nú eru Russar, Ein- gilskmenn og fleiri avundsjúkir ivir at Tfskarnir fáa so stórt veldi í Eysturlondum. Tíðindir úr Førjum. Yeðurlagið hevur verið so missátt, at lítið edla einki er komið út av fiskiskapi i hesum níggja árinum. í jólavikuni varð veitt almikið av smáfiski firi norðan. Smábátar fingu um 40 og meir av frálika stórum torski ímidlum smáfiskin.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.