Føringatíðindi - 20.01.1898, Síða 3
Um bráðsótta-innsproytingina flitur »Dim.«
fram tey tíðindi, 'at fleiri av teimum inn-
sproytaðu lombunum. sum greinuligari sigist
frá, eru deyð av bráðasótt. Tó at eg ikki
kann koma út firi at finnast at ødlum teimum
lignsmannsboðum, »Dim.« breiður út í
verðina, so haldi eg tað hesn ferð vera firi
neyðini at greiða frá, kvussu til stenđur.
í He.stoy vóru nógv lomb đeyð av bráða-
sótt, áðrenn Hestmenn læntu sproytu og
tilfar frá Kirkjubøbóndanum og sproytaðu
inn í stóran part av teimum lombinum, íð
ettir livdu, og einki av hesum lombinum
man enn vera deytt av bráðasótt. Tvey
av teimum eru đeyð, annað í sætta og hitt
í sjeynđa samdøguri attaná innsproytingina,
men tey doyði av svødling i tjónum og
huppinum, har sum innsproytað var. Iva-
leyst hevur sproytan ikki verið rein. Tó
má drongurin, sum fekkst við sproytingina,
ikki lastast firi hetta óhapp; hann reinskaði
sproytuna við karbolvatni, sum hann fekk
frá jarðamóðurini, og helt so væl til standa.
Helst man Velbastaðmonnum gangast
idla at bera prógv firi at nakað av teimum
lombunum, har vóru innsproytað, eru deyð
av bráðasótt. Av tí tilfari, sum landbrúks-
konsulenturin fekk upp í hendur, eru inn-
sproytað úti við 400 lomb úr ringastu bráða-
sóttaplássum, og enn eru ikki til »Før-
ingatiðindi« komin boð um, at nakað av
teimum 400 er deytt. Hetta sinist at geva
monnum rætt til at gita, at innsproytingin
hjálpir líka væl til at verja seyð firi bráða-
sótt, sum koppseting hjálpir fólki firi at j
doyggja av pokunum, og tað nítist meir
enn øltos til at stoyta niður hesa giting.
Hevur »Dim.« við sínum túnatosi ikki
haft i akt at klikkja teir vísmenn og natúr-
granskara, sum hava givið út tilfarið til
innsproytingina, tá man hon — sum lesarnir
ivir høvur gita sær til — hava ætlað at
fáa fólk til at trúgva, at landbrúkskonsu-
lenturin hevur verið gáloysin, skitligur edla
samvitsleysur i hesum sum í mongum øðrum,
íð vant er at skjóta til. Hevur tað verið
aktin, so kann eg heilsa, at ikki rínur víð.
Rasmus.
»Ein skúlavinur«, sum f seinasta »Før-
ingatiðindi« skrivaði um realskúlan, setti
fram tað inski, at fáa at síggja i okkara
blaði tær reglur, lærarnir hava at ganga
ettir. Tær reglur eru so vakurt stílaðar,
at blaðstírarin idla troystar sær at útleggja
tær til Føroyskt, og vil tí skjóta til »Dim.«
at lata tær prenta, sinum lesarum til upp-
lísing og serskilt til lætting av tí dimmi,
sum tikist at kvíla ivir okkara skúlavini.
Vónir firi Førja gudli. 1779 vóru á Av-
stralialandi av tí fínudlaða Merino-slagnum
29 seyðir. Nú eru har 124 milliónur av
seyði, og úr landinum førdist frá ista Júli
1896 til ista Júli 1897 721 milliónur pund
av udl. Meginparturin av hesu udl er líka
fín og. sterk sum góð nappað føroysk udl,
og hon er seld í stórum har í landinum firi
54 oy. pundið (óvaskað).
Veðurlagið er so turrligt, at eingin
broddur verður í udlini.
Har verður eisini so nógv lagt dent
uppá at fáa fínudlað slag, at ein vegrur
er seldur firi 28,800 krónur og ein annar
firi 18,000 krónur. Tí fæst nú so nógv og
góð udl í Avstralialandi, at onnur lond ikki
kunna hugsa um at koma har upp ímóti.
Brúdleypsskjóting hevur verið mangum
manni at skaða, sjaldsamt er tó, at skaðin
berst á ettir at brúdleypið er ivirstaðið.
So barst tó á í Trongisvági firi jól. Til
brúdleypsskjóting vóru har havdar dinamit-
perlur, sum fjústráður var settur í og tendr-
aður í endanum áðrenn skjótarin slongdi
tráð og perlu frá sær. Ein tráðurin slóknaði
og varð liggjandi í einum runudíki. Ein
óvitadrongur fann perluna við fjústráðnum
í, bar hetta til hús og setti endan av tráð-
num inn í eldin. Sistur hansara gramdi
seg, at hon toldi ikki kjararoykin, tí tók
hann perluna midlum tummil og fremsta-
fingur og bar út firi dir. Tá var tráðurin
útbrendur og perlan brast og smildraði teir
itstu liðirnar av báðum fingrunum.
FRÁ ÚTi .ONDUM.
ÍTurkalandi skal eitast at vera friður,
men tað kókar undir loki víða kvar.
— í Indialanđi .sínist uppstandurin móti
Eingilskmonnunum at vera køvdur.
— Tað, sum nú setur mest røring í
sinnini, er, at Tískarnir frá Kinamonnum
hava fingið góða skipahavn og fitligt um-
lendi, kvará teir gera sær sterka borg.
Henđan gloypubita hava Tískarnir trúgað
sær til frá Kinamonnum attur firi at ein
heidningaflokkur har í landinum hevði
dripið tískar menn. Nú eru Russar, Ein-
gilskmenn og fleiri avundsjúkir ivir at
Tfskarnir fáa so stórt veldi í Eysturlondum.
Tíðindir úr Førjum. Yeðurlagið hevur
verið so missátt, at lítið edla einki er komið
út av fiskiskapi i hesum níggja árinum. í
jólavikuni varð veitt almikið av smáfiski
firi norðan. Smábátar fingu um 40 og meir
av frálika stórum torski ímidlum smáfiskin.