Føringatíðindi - 20.01.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 20.01.1898, Blaðsíða 2
fáa so mikla nittu av ti. sum møguligt, eisini. Tí kunnu vit aldrin ov ofta leggja leggja Førjafólki uppá sinni, at læra at skriva Føroyskt. í nógvum bigdum í Førjum eru menn, sum kunna at skriva Føroyskt, og til teir venda vit okkum við tí bøn, at teir vilja taka sær av at læra ungdómin at skriva og lesa Føroyskt, og íiri tey ungu bera vit bønarorð fram: leggi tikkum ettir at læra at skriva og lesa Føroyskt. Ødl tey í Havn, sum vilja læra at skriva Føroyskt. kunnu vitja út í gomlu fútahús um tórskvøldarnar midlum kl. g og io, kvar fólk kemur saman at skriva okkara gamla kæra móðurmál. A. 25-ára høgtíð sum lærari í Miðvágs og Sandavágs sóknum helt Jákup Jákupsson níggjársdag. Ein firr verandi skúladrongur hevði firi dagin skrivað eitt bræv til »Føringa- tíðindi«. Hetta bræv kom av óskili ikki til prentingar sum til ætlað. Her skulunú úr tí upptakast ettirfilgjandi reglur: Væl eg minnist ta ferðina góða, firstu ferð eg at skúlanum gekk, hoyrdi songin mót bimlinum ljóða, tá so vakurt eitt minni eg fekk. Av heilum huga og hjarta má eg takka tær lærari mín; tú mær vísti til ljósið tað bjarta; tú mær vísti til frelsara min. Ja, takka má eg lærara mínum, at hann við móðurmálinum 'vegleiddi okkum j skúlabødn til at vita og kenna skaparins og frelsarins kærleika. Takk eigur hann firi tað tol, hann vísti í bađnatiktini. Takk eigur hann firi at hann lærdi okkum tað danska málið og mangt av tí besta, tað kann frambera. Takk eigur hann firi ta jólagleði, hann veitir smábødnum, sum hann árliga samlar um sítt jólatræ, og takk firi songin, sum hann leiður so væl í skúlanum og í kirkjuni. Eg inski Jákupi at liva mong ár her á fold, og at Harrin leingi má unna honum evnir til at standa firi skúlanum til væl- signilsi firi tey ungu í Miðvági og Sandavági. O. Takk, góði »F.«, firi at tú hevur so mikla umhugsan firi landsmonnum tínum. Av tí tú skrivar í »Dim.« nr. 3 má ætlast, at tú ert Suðringur, og norðanskipini koma at kadla aldrin uppá beding her, so um tú eisini er frálíka klókur, kann tú ikki vita, kvussu tey eru vorðin, við tí skili mugu Suðroya skipseigara taka inn at sær av tí bjarta men óhugnaliga málningi, tú breiður út firi »Dim.«s lesarum. I at okkum royna at káva tínar glógv- andi litir burt og síggja. kvat ettir verður. 8 Suðroyaskip eru ikki forsikraði. Av tsimum hava 2 ligið inni alt tað framfarna árið og eitt triðja mesta partin av árinum. Trúligt kann vera, at teir, íð eiga hesi 5 skip ikki eru so samvitsleysir, atteirsenda skip út við lítlum vónum um at tey kunna koma attur til lanđs; teir mátti heídur ikki vilja vágað tað tilfar, sum neyðugt er; men lat okkum so siga, at teir eru samvitsleysir edla so bíttir, at teir ikki vita kvussu góð og kvussu væl útgjørd skip mugu vera, sum skulu ferðast út á hav. Hesu 5 skipini hava tó ikki meir enn um hálvt hundrað av mannskapi. Kvar fáa vit so tey fleiri hundrað, sum »F.« dømir at fara til botns, tá íð slíkur stormur verður attur. sum í i8g2? Her mugu tá tey 24 forsikraði Suðroyaskipini roknast uppá! Góði »F.», miss tú ikki svøvnin firi teirra skuld, tey eru ivaleyst digg og forsvarliga útgjørd; harfiri borga okkara dugandi sínsmenn og okkara kløkki. ópartíski umboðsmaður firi forsikringsfelagið. Teir lata kvørki stappa sær blár í eygur edla nakað annað í lumma, sum tú sjítur til, tvørt ímóti krevja teir meir umvælingar, enn mangir skipseigara halda teir hava rætt til, og verða tí stundum idla kendir. Hitt makkaboraða skipið, tú nevnur um, man ikki hava nakran vanda- »Tend- stikkaplankin«, sum tú skrivar um, má jú vera úttikin og ein níggjur settur inn attur. Tað sama skipið stóð jú uppi á landi í slíkum frosti, at teir makkar, sum vóru í tí, ivaleyst eru sovnaðir við alla. Eisini er tað eitt skikkiliga nítt, sterkt bigt skip, og eitt slíkt kann bliva nakað idla makk- etið, uttan harav at koma í vanda firi at ganga burtur. Annað er. at makkar, tá íð teir fáa frið, volda so miklan leka, at skipið ikki verður til at fara við. Tí hava Suðr- ingar fingið sær »beding« og væla so íðu- liga um síni skip, at tey ikki kunna sigast at ganga burtur av órøkt. Til endan vil eg, góði »F.«, geva tær eini tvey ráð. Far norður til Vestmanna, tá ið skipsanstaltirnar eru komnar í lag, og smíða »tendstikkar« av teimum plankum, har verða tiknir út úr norðanskipum. Her kjá okkum hóskar tær ikki at búgva. —■ Lat so vera at skjóta til álitismenn, at teir lata sær »stappa blár í eygur edla nakað annað i lumma«, tí slíkt kundi komið firi dómara, sum ikki letur stappa sær blár í eygur. Suðringur.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.