Føringatíðindi - 20.01.1898, Blaðsíða 2
fáa so mikla nittu av ti. sum møguligt,
eisini. Tí kunnu vit aldrin ov ofta leggja
leggja Førjafólki uppá sinni, at læra at
skriva Føroyskt. í nógvum bigdum í
Førjum eru menn, sum kunna at skriva
Føroyskt, og til teir venda vit okkum við
tí bøn, at teir vilja taka sær av at læra
ungdómin at skriva og lesa Føroyskt, og
íiri tey ungu bera vit bønarorð fram:
leggi tikkum ettir at læra at skriva og
lesa Føroyskt.
Ødl tey í Havn, sum vilja læra at
skriva Føroyskt. kunnu vitja út í gomlu
fútahús um tórskvøldarnar midlum kl. g og
io, kvar fólk kemur saman at skriva
okkara gamla kæra móðurmál. A.
25-ára høgtíð sum lærari í Miðvágs og
Sandavágs sóknum helt Jákup Jákupsson
níggjársdag.
Ein firr verandi skúladrongur hevði
firi dagin skrivað eitt bræv til »Føringa-
tíðindi«. Hetta bræv kom av óskili ikki
til prentingar sum til ætlað. Her skulunú
úr tí upptakast ettirfilgjandi reglur:
Væl eg minnist ta ferðina góða,
firstu ferð eg at skúlanum gekk,
hoyrdi songin mót bimlinum ljóða,
tá so vakurt eitt minni eg fekk.
Av heilum huga og hjarta
má eg takka tær lærari mín;
tú mær vísti til ljósið tað bjarta;
tú mær vísti til frelsara min.
Ja, takka má eg lærara mínum, at
hann við móðurmálinum 'vegleiddi okkum j
skúlabødn til at vita og kenna skaparins
og frelsarins kærleika. Takk eigur hann
firi tað tol, hann vísti í bađnatiktini. Takk
eigur hann firi at hann lærdi okkum tað
danska málið og mangt av tí besta, tað
kann frambera. Takk eigur hann firi ta
jólagleði, hann veitir smábødnum, sum hann
árliga samlar um sítt jólatræ, og takk firi
songin, sum hann leiður so væl í skúlanum
og í kirkjuni.
Eg inski Jákupi at liva mong ár her
á fold, og at Harrin leingi má unna honum
evnir til at standa firi skúlanum til væl-
signilsi firi tey ungu í Miðvági og Sandavági.
O.
Takk, góði »F.«, firi at tú hevur so
mikla umhugsan firi landsmonnum tínum.
Av tí tú skrivar í »Dim.« nr. 3 má ætlast,
at tú ert Suðringur, og norðanskipini koma
at kadla aldrin uppá beding her, so um tú
eisini er frálíka klókur, kann tú ikki vita,
kvussu tey eru vorðin, við tí skili mugu
Suðroya skipseigara taka inn at sær av
tí bjarta men óhugnaliga málningi, tú
breiður út firi »Dim.«s lesarum.
I at okkum royna at káva tínar glógv-
andi litir burt og síggja. kvat ettir verður.
8 Suðroyaskip eru ikki forsikraði. Av
tsimum hava 2 ligið inni alt tað framfarna
árið og eitt triðja mesta partin av árinum.
Trúligt kann vera, at teir, íð eiga hesi 5
skip ikki eru so samvitsleysir, atteirsenda
skip út við lítlum vónum um at tey kunna
koma attur til lanđs; teir mátti heídur ikki
vilja vágað tað tilfar, sum neyðugt er; men
lat okkum so siga, at teir eru samvitsleysir
edla so bíttir, at teir ikki vita kvussu góð
og kvussu væl útgjørd skip mugu vera, sum
skulu ferðast út á hav. Hesu 5 skipini
hava tó ikki meir enn um hálvt hundrað
av mannskapi. Kvar fáa vit so tey fleiri
hundrað, sum »F.« dømir at fara til botns,
tá íð slíkur stormur verður attur. sum í
i8g2? Her mugu tá tey 24 forsikraði
Suðroyaskipini roknast uppá! Góði »F.»,
miss tú ikki svøvnin firi teirra skuld, tey
eru ivaleyst digg og forsvarliga útgjørd;
harfiri borga okkara dugandi sínsmenn og
okkara kløkki. ópartíski umboðsmaður firi
forsikringsfelagið. Teir lata kvørki stappa
sær blár í eygur edla nakað annað í lumma,
sum tú sjítur til, tvørt ímóti krevja teir
meir umvælingar, enn mangir skipseigara
halda teir hava rætt til, og verða tí stundum
idla kendir.
Hitt makkaboraða skipið, tú nevnur
um, man ikki hava nakran vanda- »Tend-
stikkaplankin«, sum tú skrivar um, má jú
vera úttikin og ein níggjur settur inn attur.
Tað sama skipið stóð jú uppi á landi í
slíkum frosti, at teir makkar, sum vóru í
tí, ivaleyst eru sovnaðir við alla. Eisini
er tað eitt skikkiliga nítt, sterkt bigt skip,
og eitt slíkt kann bliva nakað idla makk-
etið, uttan harav at koma í vanda firi at
ganga burtur. Annað er. at makkar, tá íð
teir fáa frið, volda so miklan leka, at skipið
ikki verður til at fara við. Tí hava Suðr-
ingar fingið sær »beding« og væla so íðu-
liga um síni skip, at tey ikki kunna sigast
at ganga burtur av órøkt.
Til endan vil eg, góði »F.«, geva tær
eini tvey ráð. Far norður til Vestmanna,
tá ið skipsanstaltirnar eru komnar í lag,
og smíða »tendstikkar« av teimum plankum,
har verða tiknir út úr norðanskipum. Her
kjá okkum hóskar tær ikki at búgva. —■
Lat so vera at skjóta til álitismenn, at teir
lata sær »stappa blár í eygur edla nakað
annað i lumma«, tí slíkt kundi komið firi
dómara, sum ikki letur stappa sær blár í
eygur.
Suðringur.