Føringatíðindi - 20.01.1898, Side 1
FØRINGATlÐINDI
Nr. 2.
20. iANUAR 1898.
g. Ár.
Føringafelags ársgildi var sum vant er
hildið trettandađag. O. u. 130 limir vóru
til steðar. Til gildið var irkt:
Lag: Eg minnist úr gomlum d^gum.
Hoyr’, vinir, lat’ okkum kvøða
ein sang í hesu stund,
um hjartað enn birjar at gløða,
tað sømur við slíkan fund,
vit singja um kvørja kvinnu,
á Førjalandi bír,
íð eigur eitt føroyskt sinni,
tí hon er ein perla dír.
H,on stiðjar mannin í stríði
firi tí, sum er vakurt og gott,
hon stendur við hansara síðu,
um brimið tað brítur hátt.
Og kvørja ferð logn man vera
— eg hugsi um fundin her —
og maðurin gildi skal gera,
so boð ettir kvinnuni fer.
í okkara felag er hildið
kvønn trettanda dag ettir jól
so stuttligt eitt føðidagsgildi,
kvar kvinnan var ljós og sól.
At kokkast og stákast her inni,
kvør mundi sær tikið uppá,
um ikki tað føroyska sinnið
bak kokkasvintuna lá.
Ein kvinna við kokkasvintu,
sum bakka í hondum ber,
er allarvakrasta pintið,
vit síggja við gildir her.
Tí lat okkum adlar inskja
■— várt inski so ljóða skal —
at kokkarnir teir mugu liva,
ja liva bæði leingi og væl.
A.
Á Føringafelags aðalfundi annan sunnu-
dag ettir níggjár varð viðtikið at biðja ta
gomlu sjeymannanevndina taka sær uppá
at vera sitandi (verandi) málnevnđ.
Ársrokning varð framløgd og góðkend.
í nr. 24 av »Føringat.« í fjør hevur
»ein broytingamaður« biðið meg og J.
Patursson at siga okkara meining um eitt
uppskot, sum skal vera framkomið, til at
fáa eina sitandi málnevnd til at avgera ødl
spursmál um føroyska stavseting. Eg kann
ikki svara firi aðrar enn meg sjálvan.
Ettir teimum royndum. sum gjørdar eru,
havi eg lítla vón um at fáa a d 1 a r Føringar
til at geva seg inn undir nevnđarđóm; tó
vil eg firi mín part ikki verða ímóti at lata
teir somu menn, sum seinast, sita sum nevnd
og, at nevndin, tá íð ein feđlur frá, útfidlir
seg sjálvan. Hugsast harímóti um at velja
níggja nevnd, man meira fara at vera ansað
ettir, kvørjum parti menninir eru i, enn
kvat dugur íð í teimum er; so fedlur av-
gerðin í tann partin, sum ta løtuna hevur
flest av teimum, ið eru gingin til, á fundi;
men slíka avgerð haldi eg, eingin kann geva
seg undir firi adlar ævir.
Joen Poulsen.
Tað einasta, sum nú reiðiliga kann
sigast at sína, at Førjar hava verið eitt
sjálvbjargið lanđ og Føringar eitt sjálv-
bjargið fólk, er málið — Førjamálið. Alt
annað hava vit í felag við Danmark. Ettir-
sum nú Førjamálið er eitt tað besta og
dírmettasta, sum fodnfedrar okkara hava
goymt okkum frá hinum ljósu døgum, er
tað okkara plikt sum góð bødn, at goyma
móðurmálið og goyma tað væl. Enn tosa
vit ødl føroyskt, men ikki so rætt, sum
inskjandi er, tí fleiri sjálvsmíða orð og nógv
fremmind orð eru komin inn í Førjamálið
gjøgnum tíðirnar, ja nógva staðnis er málið
í fólkamunni ein neyðar skíggi av tí, tað
var, men sum tað stendur í rímuni: senn
vit eiga bót í kjadli«, enn kann málið
reinsast, men kvussu?
Summi meina, at vit kunnu reinsa
málið við at koma saman at tosa, og ein, ið
kringur er í Føroyskum, so hartar tey, sum
tosa rangt. Hetta kundi ivaleyst hjálpt,
um fólk var komið til tað erkennilsi, at
bót er firi neyðini, og so taka við lærdómi.
Tey allarbestu ráðini eru tó óivað at læra
at skriva málið reint og rætt. Ein sum
kann at skriva reint og rætt vil neyvan
hava nógv stríð við at tosa tað rætt. Enn
má sigast, at um Føringar nakrantíð skulu
fáa minstu nittu av málinum sín ímidlum,
og um tað skal goymast væl, so mugu vit
duga at skriva tað.
At goyma móðurmálið og at reinsa
móðurmálið er Føringafelags endamál; at