Føringatíðindi - 07.07.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 07.07.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATIÐINDI Nr. 13. 7. JULI 1898. 9. Ár. Latið smafuglar og heiðafuglar hava frið! Sjálvbjargin. Á einum kirkjuligum møti hevur ein danskur prestur M. Pontoppidan viðvíkjandi religiøsa uppaling midlum annað sagt: í staðin firi at uppala menniskir til í blindum at geva seg inn undir eina makt, ræður tað í ødlum trússakjum júst um at læra tey til at hava egna meining: at kunna velja og vraka. Ein uppaling, sum ikki leggur dent heruppá, men tvørt ímóti roynur at innpota teimum ungu mistrú til egið tikki og heilt venjur tey av við at brúka tað, ein sovorðin uppaling er ófor- svarlig. Kirkjan er nú á døgum ikki ment at halda trúsfríheit burtur. og um kirkju- maktin vildi roynt at strika út tey lógboðini, íð sikra trúsfríheit og prentufríheit, so mugu ødl vera við, at tað var firi uttan hop um sigur. Nú sleppast úlvar út midlum fárini. Ja. júst soleiðis er vorðið: Fólk verða í trússakjum gjørd til fár, soleiðis meint: evnan til sjálv at duga á at skina verður tikin frá teimum. Og so sleppast tey út midlum úlvar — katolikkar og baptistar — midlum adlar tær røstir, sUm kvør firi seg sigur at eiga sannheit og tala í Guds navni. Einki kann vera meiri óforsvarligt, enn at taka andliga sjálvbjarginheit frá menniskjum nú á trúsfríheitins og talufri- heitins døgum, kvar brúk av hodn og tonnum gerst neyðugt. Ein er ikki førur firi at filgja bødninum við góðum ráðum til teirra deyðsdag, ein noyðist at sleppa teimum, og tá er at inskja teimum andliga sjálvbjarginheit, skullu tey ikki standa heilt hjálpasleys. Eru tey uppald til religión viðvíkjandi bara at vera sum vøkstir, sum tumma firi tumma mugu hava okkurt at stiðja seg við, so hanga tey brátt hjálpa- leys og bleiktra firi ødlum vindum. Eg trúgvi, at grundin firi, at mong menniskir liða so nógv andiliga, er hon: frá badns- beini av hava tey bara lært at stidja seg fram við, nú hanga tey sum leysar greinir og rópa: Kvar skulu vit halda framat? Kvør vil hefta okkum attrat einum kvørjum? Um tey høvdu ein lítlan stuðul í sjálvum sær. Tað er her til onga nittu at tala um menniskjans hjálpaloysu. Tí tað verður meira og meira neyðugt, at menniskjan lærur at lurta ettir og halda ettir tí, íð liggur í hans egna brósti. At læra tey hetta má first og síðst verða málið firi religiøsari uppaling. Og eg trúgvi, at vit, um vit ganga hendan vegin, vilja fáa eina trúgv, meira livandi og sum meira spirst burtur úr, enn sum úr henni, vit høvđu, meðan bókstavtrúgvin ráddi. Grindadráp. „Raske Drenge, Grind at dræbe, det er vor Lyst.“ Tá, íð drápið er ivirstaðið, selarnir eru útkomnir, kvalirnir eru uppskornir og inn- skipaðir, — tá fer kvør attur heim til sín við skoðsmálsbókum, sum vísa, kvussu at- burðurin hevur verið í drápinum. Skoðs- málsbøkurnar eru spikið, sum kvalvopn, sóknaronglar og knívar hava prentað sína skilligu skrift í. Spikið vísur, um grindamenninir hava borið seg at sum reystir, dugandi dreingir, edla sum framfúsandi óvitar. Tí verri er stundum ein partur av spikinum so útgataður, at stikkini, tá íð tey eru turr, vísa seg at vera meiri kantur enn nakað annað. Slíkt vísur, at vopnini eru havd á hondum av óvitum edla ódugna- dírum, sum hava lagt sær eina við at prika so títt, sum møguligt. Ein rættur maður ger ongan sting, uttan at hugsa um, kvat hann kann gagna. Hann dugur at raka, har, sum hann ætlar, og so meint, sum hann vil. Tá, íð til kann bera í firstu atløgu at stinga so, at ødl grindin edla stórur partur av henni ger lanđgongd, so verður drápið skjótast endað, kvalirnir liða minst pínu og tvøstið verður minst innpotað við smittu- evni, sum kann volda, at tað verður brunnið edla spilt. Stundum er grindin vend útattur edla komin í meldur, áðrenn tað ber til at stinga. [ Tá ræður tað um, at meinstinga teir kvalir, sum eru á ferð útettir, og annars sum skjótast at »gera blóð í grindina*. í hesum viðfangi má ikki gloymast, at tað eru bít- lingar, sum oyða sína megi til at saksa spikið sundur ístaðinfiri at gera færri stingir, sum volda líkliga bløðing.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.