Føringatíðindi - 07.07.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 07.07.1898, Blaðsíða 3
uttangarðs, hevði hann almikið av ognajørð. Ei undur í, um Hanus var heldur enn ikki stoltur av sær sjálvum. Væl hevði hann fingið tað mesta av síni ogn ettir pápa og roammu og festið við konuni, men hann hevði tó víst, at hann var maður til at halda uppá tað, íð hann fekk og halda tað í góðum líkindum. Hann átti eina vakra dóttur o. u. 17 ár tá íð søgan birjar. Vøkur var hon, tað er satt, men hon var líka góð sum hon var vøkur. Hon hevði av mammuni lært at elska Gud og menniskir og alt tað, íð Gud hevur skapt, og hon gjørdi tað við. Faðir og móður vóru ikki minst stolt av dóttrini. x Hanus sá í ondini tann vakrasta, prúðasta unga mannin í bigdini sum fríggj- ara til Karinar (soleiðis nevndist gentan) og hann málaði firi sær, hvussu óført eitt ríki- dømi dótturin fekk at ráða ivir. Dánial á brekku, tann størsti ognabóndi, íð fanst í bigdini, skuldi eisini eiga nógvar peningar, bæði her og der, hann hevði ikki meiri enn ein son. Henđan drongin, Thomas, ætlaði Hanus dóttur síni. Ein dagin var Dánial komin í tos við Hanus. Teir tosaðu um mangt og kvat, og endin uppá spælið varð, at Hanus kemur uppá mál við, at tað vildi verið sær ein stór gleði, um tað bleiv eitt par av Thomasi og Karini. Dánial helt við honum. »Men,« sigir Dánial, »Karin sigist jú at halda so nógv av Trónda kjá Sissal.« -- »Nú er tú dólskur,« sigur Hanus, »heldir tú at gentan er so tápulig, at hon fer at bíða ettir Trónda. Hann er ein skikkiligur drongur, tað er vist og satt, og eg eri hjartans góður við hann, men ein fátækur drongur, sum hann, fær ikki dóttur mína.« — »Tað er gott,« sigir Dánial, »eg hugsi, at sonur min vildi verið fegin. um hann kundi væntað sær Karini, tí hann hevur, sum tú veitst, leingi havt hug á henni.« Tróndur kjá Sissal var ein evnagóður drongur, men, sum Hanus segði, fátækur. Hann hevði góðan hug til at læra, men tað hevði hann edla mamman ikki ráð til, og tí fór hann til skips. Karin og hann høvdu kenst frá badni av. Tróndur var 4 ár eldri og nú vóru 3 ár síðani hann fór út at sigla burtur i øðrum londum. Hann hevði altíð hildið nógv av Karini sum badn og Karin eisini av honum. Síðani hann kom til manns, tók kærleiki til Karinar altíð meiri ivirhond kjá honum, og í sama bili tankin um, kvussu hann skuldi arbeiða seg so mikið fram, at hann kundi siga Karini, kvussu góður hann var við hana. Men Tróndur var stoltur, firr enn hann var blivin til nakað edla var væl á veg at blíva til nakað, firr vildi hann ikki lata nakran vita, kvat hann føldi, og Karini minst. Tó hevði hann umhugsan firi at vísa, at hann virdi hann meiri enn gentur flest. Tað síntist eisini firi honum, sum Karin helt meir enn almindiliga nógv av honum, og hann var tí ikki so tungur um hjartað, tá íð hann fór avstað. Hann fór jú út í verðina firi at arbeiða seg fram til ein mann, íð var Karini verdur. Tróndur átti fleiri siskin, bæði brøður og sistrar. sum vóru heima kjá mammuni. Nú og tá frættu tey frá honum og altið var heilsa við til Karina. Alt gekk honum væl og hann var við gott mót. Fíra ár runnu og tað fimta við ettir tað, Hanus og Dánial høvdu tosað saman um giftarmál midlum bødnini, tá frættist í bigdini, at Karin og Thomas skuldu til at giftast. Thomas var lukkuligur, Karin var lukkulig, Hanus og Dánial vóru glaðast av ødlum. Sissal var tað einasta, sum kúrdi, hon hevði grunað tað. at Tróndur helt meiri av Karini enn gott var undir slíkum viðurskiftum, og hon stúrdi firi, at sonurin enn sum firr helt av Karini, tí hon visti, at trúgvur var hann sum tann føroyski kletturin. (Niðurlagt.) Tíðindir úr Førjum. Síslumaður í Streym- oyar sisli (við búðstað i Vestmanna) verður frá 1. oktober komandi at rokna N. C. Winther, nú verandi síslumaður í Sandoy. — Norðstreymoyarprestur J. K. Madsen hevur fingið breyð í Jútlandi (Mariemalene og Koed prestagjald). — Grøn hevði mánadagin fingið 21 kvalir. Tveir teir seinastu vóru reykemb- ingar (norðkaparir), annar óføra tjúkkur. Hetta kvalaslagið er sjaldsamt um Førja -leiðina; tó vóru her iq í flokki. — Hvalaveiðumaðurin Michelsen, sum hevur veiðustøđ við Fossá á Borðoynni, legði Jóansøkuaftan firstu ferð út við sínum níggja skipi »Norddeble«. Seinast, íð frættist, hevði hann veitt 5 kvalir. LÍSINGAR. Lærara-fund er ætlan at hava í Havn Ólavsøkudag. Hús og tími seidni. Joen Poulsen. altid ^ Chr.Y.MendesbeiSr„tde aromatiske Jern-Likør anerkendt som et fortrinligt styrkende Middel (Højesteretsdom af i4de December 1896) efter Influenza, for Træthed, Blodmangel, Blegsot, svækket Fordøjelse osv. osv. Kronprinsensgades ny Materialhandel q, København K. Ene-Udsalg i Thorshavn hos Hr. Køb- mand J. P. Evensen.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.