Føringatíðindi - 07.07.1898, Side 3
uttangarðs, hevði hann almikið av ognajørð.
Ei undur í, um Hanus var heldur enn ikki
stoltur av sær sjálvum. Væl hevði hann
fingið tað mesta av síni ogn ettir pápa og
roammu og festið við konuni, men hann
hevði tó víst, at hann var maður til at halda
uppá tað, íð hann fekk og halda tað í
góðum líkindum.
Hann átti eina vakra dóttur o. u. 17
ár tá íð søgan birjar. Vøkur var hon, tað
er satt, men hon var líka góð sum hon
var vøkur. Hon hevði av mammuni lært
at elska Gud og menniskir og alt tað, íð
Gud hevur skapt, og hon gjørdi tað við.
Faðir og móður vóru ikki minst stolt av
dóttrini. x Hanus sá í ondini tann vakrasta,
prúðasta unga mannin í bigdini sum fríggj-
ara til Karinar (soleiðis nevndist gentan) og
hann málaði firi sær, hvussu óført eitt ríki-
dømi dótturin fekk at ráða ivir. Dánial
á brekku, tann størsti ognabóndi, íð fanst
í bigdini, skuldi eisini eiga nógvar peningar,
bæði her og der, hann hevði ikki meiri
enn ein son. Henđan drongin, Thomas,
ætlaði Hanus dóttur síni. Ein dagin var
Dánial komin í tos við Hanus. Teir tosaðu
um mangt og kvat, og endin uppá spælið
varð, at Hanus kemur uppá mál við, at
tað vildi verið sær ein stór gleði, um tað
bleiv eitt par av Thomasi og Karini. Dánial
helt við honum. »Men,« sigir Dánial, »Karin
sigist jú at halda so nógv av Trónda kjá
Sissal.« -- »Nú er tú dólskur,« sigur Hanus,
»heldir tú at gentan er so tápulig, at hon
fer at bíða ettir Trónda. Hann er ein
skikkiligur drongur, tað er vist og satt, og
eg eri hjartans góður við hann, men ein
fátækur drongur, sum hann, fær ikki dóttur
mína.« — »Tað er gott,« sigir Dánial, »eg
hugsi, at sonur min vildi verið fegin. um
hann kundi væntað sær Karini, tí hann
hevur, sum tú veitst, leingi havt hug á henni.«
Tróndur kjá Sissal var ein evnagóður
drongur, men, sum Hanus segði, fátækur.
Hann hevði góðan hug til at læra, men tað
hevði hann edla mamman ikki ráð til, og
tí fór hann til skips. Karin og hann høvdu
kenst frá badni av. Tróndur var 4 ár
eldri og nú vóru 3 ár síðani hann fór út
at sigla burtur i øðrum londum. Hann
hevði altíð hildið nógv av Karini sum badn
og Karin eisini av honum. Síðani hann
kom til manns, tók kærleiki til Karinar
altíð meiri ivirhond kjá honum, og í sama
bili tankin um, kvussu hann skuldi arbeiða
seg so mikið fram, at hann kundi siga
Karini, kvussu góður hann var við hana.
Men Tróndur var stoltur, firr enn hann var
blivin til nakað edla var væl á veg at
blíva til nakað, firr vildi hann ikki lata
nakran vita, kvat hann føldi, og Karini
minst. Tó hevði hann umhugsan firi at
vísa, at hann virdi hann meiri enn gentur
flest. Tað síntist eisini firi honum, sum
Karin helt meir enn almindiliga nógv av
honum, og hann var tí ikki so tungur um
hjartað, tá íð hann fór avstað. Hann fór
jú út í verðina firi at arbeiða seg fram til
ein mann, íð var Karini verdur. Tróndur
átti fleiri siskin, bæði brøður og sistrar.
sum vóru heima kjá mammuni. Nú og tá
frættu tey frá honum og altið var heilsa
við til Karina. Alt gekk honum væl og
hann var við gott mót.
Fíra ár runnu og tað fimta við ettir
tað, Hanus og Dánial høvdu tosað saman
um giftarmál midlum bødnini, tá frættist í
bigdini, at Karin og Thomas skuldu til at
giftast. Thomas var lukkuligur, Karin
var lukkulig, Hanus og Dánial vóru glaðast
av ødlum. Sissal var tað einasta, sum
kúrdi, hon hevði grunað tað. at Tróndur
helt meiri av Karini enn gott var undir
slíkum viðurskiftum, og hon stúrdi firi, at
sonurin enn sum firr helt av Karini, tí hon
visti, at trúgvur var hann sum tann føroyski
kletturin. (Niðurlagt.)
Tíðindir úr Førjum. Síslumaður í Streym-
oyar sisli (við búðstað i Vestmanna) verður
frá 1. oktober komandi at rokna N. C.
Winther, nú verandi síslumaður í Sandoy.
— Norðstreymoyarprestur J. K. Madsen
hevur fingið breyð í Jútlandi (Mariemalene
og Koed prestagjald).
— Grøn hevði mánadagin fingið 21
kvalir. Tveir teir seinastu vóru reykemb-
ingar (norðkaparir), annar óføra tjúkkur.
Hetta kvalaslagið er sjaldsamt um Førja
-leiðina; tó vóru her iq í flokki.
— Hvalaveiðumaðurin Michelsen, sum
hevur veiðustøđ við Fossá á Borðoynni,
legði Jóansøkuaftan firstu ferð út við sínum
níggja skipi »Norddeble«. Seinast, íð
frættist, hevði hann veitt 5 kvalir.
LÍSINGAR.
Lærara-fund er ætlan at hava í Havn
Ólavsøkudag. Hús og tími seidni.
Joen Poulsen.
altid ^ Chr.Y.MendesbeiSr„tde
aromatiske Jern-Likør
anerkendt som et fortrinligt styrkende Middel
(Højesteretsdom af i4de December 1896)
efter Influenza, for Træthed, Blodmangel,
Blegsot, svækket Fordøjelse osv. osv.
Kronprinsensgades ny Materialhandel q,
København K.
Ene-Udsalg i Thorshavn hos Hr. Køb-
mand J. P. Evensen.