Føringatíðindi - 07.07.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 07.07.1898, Blaðsíða 2
Tá íð blóð er komið í og rættur meldur, ræður tað nógv um at stinga, so at grindin otast nærri landi, har sum grinri er — so at kvalírnir hava lítið rúm til at vera undir — og stitri vegur til at føra til lands teir kvalir, sum verða avlivaðir úti á floti. Óveningar stinga grindini lika nógv frá sum at landi. Slíkir átti av formonnum edla høvuðsmonnum at verið riknir burt úr drápinum. Hvalir kunnu meinstingast so, at teir doyggja við firsta sting. Tá. íð hetta verður gjørt við lít og sóknarkrókurin er til reiðar, so at kvalurin ikki søkkur, er hesin mátin pris verdur, tí so verður kvalurin ikki píndur til ónittu, og drápið gongur skjótt firi seg. Rættur maður søkir ikki livandi kval uttan soleiðis, at hann ikki sleppur at renna við bátinum við vanda til at volda bátaskaða og mannskaða. Tað var orð við æru sagt. sum tigum. harri blaðstýrari, bóru fram í »Føringat.« um at fáa so nógv av ferðafólki, sum vegir standa til, til Føroyar. Ikki er tað mín meining, atFøringar skulu laða grot upp í dyrnar og ikki lova nøkrum ókunnigum fólki til landið; men at leggja sær eina við at fáa »turistar« í hópatali til landið, tað kann hann, sum hevur gott hjartalag av sonnum til landið, ikki ráða til. Tí hvat er tað fyri fólk. sum summar eftir sumri strýkur heimin runt? Er meginparturin verdur at fjeppast uppi i? Tað man vera so langt í frá. Og bera teir av sonnum nakað gott til tey pláss, sum teir leita til? Idtið man hava at týða. Summi kunna halda, at teir hava nógvar pengar við sær og lata teir út til fólkið, teir ferðast ímillum; tað kann væl vera, men lítið ríkidømi, hugsi egr skapast av tí. Eisini man tað sigast, at tað ikki er góður gamal føroyskur siður at bjóða ferðandi fólki til sín — fyri at fáa pengar frá teimum; slíkt mátti ikki verið sett fram av teimum, sum halda uppá tað góða gamla. At stórur ótrivnaskapur og mangt annað illt fylgir við. har sum streymurin av turistum er størstur, tað við- ganga tey flestu; fólk, sum t. d. hava ferðast eitt syndur í Noreg og Sveits, hava ivaleyst borið eyga við nógv ódámligt, sum fær innpass hjá fólkinum. Ikki fá hava sagt tey orð: »Guđ givið aldrin, at mítt heimbýli skal verða »turistland«.« Heldur ikki kann eg siga annað, enn tað tykist mær ódámligt, at annarhvør Føringur um summarið var »uppvartari« ella fylgisneyt hjá útlendskum renkarum, fyri so kanske at liggja á leti síni um veturin og ikki røra peningsverk, hvørki á landi ella á sjógv. Hvat var vunnið, um nógd av Førjafólkinum gekk um, fyri at fáa fætur á »turistum« og harvið vinna nakrar skilingar? Og so at ganga við húgvuni í hondini og rigginum boygdum sum gjørð, sigandi til høgri og vinstri: »Til Tjeneste. mine Damer og Herrer.« — »Sie wiinschen, meine Herr- schaften?« — »1 am at jour service, ladies and gentlemen« o. s. fr. Nei, nei, ikki dugur; heldur síggji eg Føringin á sinum vinniveg til fjalls og fjøru. Ein smásøga ljóðar soleiðis. — um hon sigur satt, veit eg ikki. Ein maður í Noreg spyr eina smágentu, hvat pápi nennara ger í dag. »Hann oysur vatn oman av klettinum; »turistarnir« vilja hvønn dag síggja, hvussu eiti fossur er skikkaður.« — »Men hvat ger so mamma tín?« — »Hon gongur inni í dalinum og rópar; »turistarmr« vilja so grúliga fegin hoyra ekko; teir siga, at tað minnur um hulđufólk.« — I at vera, at søgan er smíðað; men satt man tað vera, at fólk ganga frá sínum dagliga verki og geva seg til slíkt, sum ikki kann kallast annað enn fjantavesin. Turistflokkar bøta ikki um góðar siðir; sjálvsagt eru hampulig fólk ímillum teirra; men ein størri partur er tann, sum varla er verdur tað salt, hann nýtur, og enn minni teir skógvar, hann slítur. Harfyri meini eg, at Føringar skulu lata »turistarnar« vera teir menn, teir eru; vilja teir koma til landið, so lat teir koma, men gerið ikki meir »stás« av teimum, enn teir eru verdir, og ofta og tíðin er tað ikki nógv. Eru teir verdir blíðskap, so verði blíð við teir. _ , T Fætur Hanusson. Harri blaðstírari! í einum nr. av »Dimmalætting« hevur P. D. V. Louis Berg sett fram firi ein bigdamann, sum skrivaði í »Føringat.« nr. 11 ein spurning viðvíkjandi sparukassanum í Havn. Eg vil fegin lata hendan P. D. V. L. B. vita, at er tað meg, hann meinar við og er tað min spurning, hann skrivar um, so sigur hann ósanheit uppá meg. Eg havi ikki skrivað til »Føringat.«, at eg havi fingið bræv frá einum keypmanni um, at seta teir peningarnar, sum eg eigi í sparukassanum, inn í hansara handil. Eg veit míkið gott, at gøtan midlum sann- heit og ikki sannheit er smøl, men eg vil ikki vera við til at grópa hana heilt burtur. — Annars takk firi svar uppá spurningin. Ein bigdamaður. Karin. (A.v S.1 Hanus bóndi var múgvandi maður. Firi uttan festi, 7 góðar merkur innan og

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.