Føringatíðindi - 07.07.1898, Page 2
Tá íð blóð er komið í og rættur meldur,
ræður tað nógv um at stinga, so at grindin
otast nærri landi, har sum grinri er — so
at kvalírnir hava lítið rúm til at vera
undir — og stitri vegur til at føra til lands
teir kvalir, sum verða avlivaðir úti á floti.
Óveningar stinga grindini lika nógv frá sum
at landi. Slíkir átti av formonnum edla
høvuðsmonnum at verið riknir burt úr
drápinum.
Hvalir kunnu meinstingast so, at teir
doyggja við firsta sting. Tá. íð hetta verður
gjørt við lít og sóknarkrókurin er til reiðar,
so at kvalurin ikki søkkur, er hesin mátin pris
verdur, tí so verður kvalurin ikki píndur
til ónittu, og drápið gongur skjótt firi seg.
Rættur maður søkir ikki livandi kval
uttan soleiðis, at hann ikki sleppur at
renna við bátinum við vanda til at volda
bátaskaða og mannskaða.
Tað var orð við æru sagt. sum tigum.
harri blaðstýrari, bóru fram í »Føringat.«
um at fáa so nógv av ferðafólki, sum vegir
standa til, til Føroyar. Ikki er tað mín
meining, atFøringar skulu laða grot upp í
dyrnar og ikki lova nøkrum ókunnigum
fólki til landið; men at leggja sær eina við
at fáa »turistar« í hópatali til landið, tað
kann hann, sum hevur gott hjartalag av
sonnum til landið, ikki ráða til. Tí hvat
er tað fyri fólk. sum summar eftir sumri
strýkur heimin runt? Er meginparturin
verdur at fjeppast uppi i? Tað man vera
so langt í frá. Og bera teir av sonnum
nakað gott til tey pláss, sum teir leita til?
Idtið man hava at týða. Summi kunna
halda, at teir hava nógvar pengar við sær
og lata teir út til fólkið, teir ferðast ímillum;
tað kann væl vera, men lítið ríkidømi,
hugsi egr skapast av tí. Eisini man tað
sigast, at tað ikki er góður gamal føroyskur
siður at bjóða ferðandi fólki til sín — fyri
at fáa pengar frá teimum; slíkt mátti ikki
verið sett fram av teimum, sum halda uppá
tað góða gamla. At stórur ótrivnaskapur
og mangt annað illt fylgir við. har sum
streymurin av turistum er størstur, tað við-
ganga tey flestu; fólk, sum t. d. hava
ferðast eitt syndur í Noreg og Sveits, hava
ivaleyst borið eyga við nógv ódámligt, sum
fær innpass hjá fólkinum. Ikki fá hava
sagt tey orð: »Guđ givið aldrin, at mítt
heimbýli skal verða »turistland«.« Heldur
ikki kann eg siga annað, enn tað tykist
mær ódámligt, at annarhvør Føringur um
summarið var »uppvartari« ella fylgisneyt
hjá útlendskum renkarum, fyri so kanske
at liggja á leti síni um veturin og ikki røra
peningsverk, hvørki á landi ella á sjógv.
Hvat var vunnið, um nógd av Førjafólkinum
gekk um, fyri at fáa fætur á »turistum« og
harvið vinna nakrar skilingar? Og so at
ganga við húgvuni í hondini og rigginum
boygdum sum gjørð, sigandi til høgri og
vinstri: »Til Tjeneste. mine Damer og
Herrer.« — »Sie wiinschen, meine Herr-
schaften?« — »1 am at jour service, ladies
and gentlemen« o. s. fr. Nei, nei, ikki
dugur; heldur síggji eg Føringin á sinum
vinniveg til fjalls og fjøru. Ein smásøga
ljóðar soleiðis. — um hon sigur satt, veit
eg ikki. Ein maður í Noreg spyr eina
smágentu, hvat pápi nennara ger í dag.
»Hann oysur vatn oman av klettinum;
»turistarnir« vilja hvønn dag síggja, hvussu
eiti fossur er skikkaður.« — »Men hvat ger
so mamma tín?« — »Hon gongur inni í
dalinum og rópar; »turistarmr« vilja so
grúliga fegin hoyra ekko; teir siga, at tað
minnur um hulđufólk.« — I at vera, at
søgan er smíðað; men satt man tað vera,
at fólk ganga frá sínum dagliga verki og
geva seg til slíkt, sum ikki kann kallast
annað enn fjantavesin. Turistflokkar bøta
ikki um góðar siðir; sjálvsagt eru hampulig
fólk ímillum teirra; men ein størri partur
er tann, sum varla er verdur tað salt, hann
nýtur, og enn minni teir skógvar, hann
slítur. Harfyri meini eg, at Føringar skulu
lata »turistarnar« vera teir menn, teir eru;
vilja teir koma til landið, so lat teir koma,
men gerið ikki meir »stás« av teimum, enn
teir eru verdir, og ofta og tíðin er tað ikki
nógv. Eru teir verdir blíðskap, so verði
blíð við teir. _ , T
Fætur Hanusson.
Harri blaðstírari!
í einum nr. av »Dimmalætting« hevur
P. D. V. Louis Berg sett fram firi ein
bigdamann, sum skrivaði í »Føringat.« nr.
11 ein spurning viðvíkjandi sparukassanum
í Havn. Eg vil fegin lata hendan P. D. V.
L. B. vita, at er tað meg, hann meinar við
og er tað min spurning, hann skrivar um,
so sigur hann ósanheit uppá meg. Eg
havi ikki skrivað til »Føringat.«, at eg havi
fingið bræv frá einum keypmanni um, at
seta teir peningarnar, sum eg eigi í
sparukassanum, inn í hansara handil.
Eg veit míkið gott, at gøtan midlum sann-
heit og ikki sannheit er smøl, men eg vil
ikki vera við til at grópa hana heilt burtur.
— Annars takk firi svar uppá spurningin.
Ein bigdamaður.
Karin.
(A.v S.1
Hanus bóndi var múgvandi maður.
Firi uttan festi, 7 góðar merkur innan og