Føringatíðindi - 07.07.1898, Qupperneq 1
FØRINGATIÐINDI
Nr. 13.
7. JULI 1898.
9. Ár.
Latið smafuglar og heiðafuglar hava frið!
Sjálvbjargin.
Á einum kirkjuligum møti hevur ein
danskur prestur M. Pontoppidan viðvíkjandi
religiøsa uppaling midlum annað sagt:
í staðin firi at uppala menniskir til í
blindum at geva seg inn undir eina makt,
ræður tað í ødlum trússakjum júst um at
læra tey til at hava egna meining: at
kunna velja og vraka. Ein uppaling, sum
ikki leggur dent heruppá, men tvørt ímóti
roynur at innpota teimum ungu mistrú til
egið tikki og heilt venjur tey av við at
brúka tað, ein sovorðin uppaling er ófor-
svarlig. Kirkjan er nú á døgum ikki ment
at halda trúsfríheit burtur. og um kirkju-
maktin vildi roynt at strika út tey lógboðini,
íð sikra trúsfríheit og prentufríheit, so mugu
ødl vera við, at tað var firi uttan hop um
sigur. Nú sleppast úlvar út midlum fárini.
Ja. júst soleiðis er vorðið: Fólk verða í
trússakjum gjørd til fár, soleiðis meint:
evnan til sjálv at duga á at skina verður
tikin frá teimum. Og so sleppast tey út
midlum úlvar — katolikkar og baptistar —
midlum adlar tær røstir, sUm kvør firi seg
sigur at eiga sannheit og tala í Guds navni.
Einki kann vera meiri óforsvarligt,
enn at taka andliga sjálvbjarginheit frá
menniskjum nú á trúsfríheitins og talufri-
heitins døgum, kvar brúk av hodn og
tonnum gerst neyðugt. Ein er ikki førur
firi at filgja bødninum við góðum ráðum
til teirra deyðsdag, ein noyðist at sleppa
teimum, og tá er at inskja teimum andliga
sjálvbjarginheit, skullu tey ikki standa heilt
hjálpasleys. Eru tey uppald til religión
viðvíkjandi bara at vera sum vøkstir, sum
tumma firi tumma mugu hava okkurt at
stiðja seg við, so hanga tey brátt hjálpa-
leys og bleiktra firi ødlum vindum. Eg
trúgvi, at grundin firi, at mong menniskir
liða so nógv andiliga, er hon: frá badns-
beini av hava tey bara lært at stidja seg
fram við, nú hanga tey sum leysar greinir
og rópa: Kvar skulu vit halda framat?
Kvør vil hefta okkum attrat einum kvørjum?
Um tey høvdu ein lítlan stuðul í sjálvum
sær. Tað er her til onga nittu at tala um
menniskjans hjálpaloysu. Tí tað verður
meira og meira neyðugt, at menniskjan
lærur at lurta ettir og halda ettir tí, íð
liggur í hans egna brósti. At læra tey
hetta má first og síðst verða málið firi
religiøsari uppaling. Og eg trúgvi, at vit,
um vit ganga hendan vegin, vilja fáa eina
trúgv, meira livandi og sum meira spirst
burtur úr, enn sum úr henni, vit høvđu,
meðan bókstavtrúgvin ráddi.
Grindadráp.
„Raske Drenge, Grind at dræbe,
det er vor Lyst.“
Tá, íð drápið er ivirstaðið, selarnir eru
útkomnir, kvalirnir eru uppskornir og inn-
skipaðir, — tá fer kvør attur heim til sín
við skoðsmálsbókum, sum vísa, kvussu at-
burðurin hevur verið í drápinum. Skoðs-
málsbøkurnar eru spikið, sum kvalvopn,
sóknaronglar og knívar hava prentað sína
skilligu skrift í.
Spikið vísur, um grindamenninir hava
borið seg at sum reystir, dugandi dreingir,
edla sum framfúsandi óvitar.
Tí verri er stundum ein partur av
spikinum so útgataður, at stikkini, tá íð
tey eru turr, vísa seg at vera meiri kantur
enn nakað annað. Slíkt vísur, at vopnini
eru havd á hondum av óvitum edla ódugna-
dírum, sum hava lagt sær eina við at prika
so títt, sum møguligt.
Ein rættur maður ger ongan sting,
uttan at hugsa um, kvat hann kann gagna.
Hann dugur at raka, har, sum hann ætlar,
og so meint, sum hann vil.
Tá, íð til kann bera í firstu atløgu at
stinga so, at ødl grindin edla stórur partur
av henni ger lanđgongd, so verður drápið
skjótast endað, kvalirnir liða minst pínu
og tvøstið verður minst innpotað við smittu-
evni, sum kann volda, at tað verður brunnið
edla spilt.
Stundum er grindin vend útattur edla
komin í meldur, áðrenn tað ber til at stinga.
[ Tá ræður tað um, at meinstinga teir kvalir,
sum eru á ferð útettir, og annars sum
skjótast at »gera blóð í grindina*. í hesum
viðfangi má ikki gloymast, at tað eru bít-
lingar, sum oyða sína megi til at saksa
spikið sundur ístaðinfiri at gera færri stingir,
sum volda líkliga bløðing.