Føringatíðindi - 21.07.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 21.07.1898, Blaðsíða 2
tað var rímuligt; men at »Dúgvan« skuldi filgja somu slóð, tað var harmuligt. Príðuligari var táð, um »Dúgvan«, kvørja ferð hon flagsar út, hevði eina lísing við størstu skrift, í prentsmiðjuni er, um, at 150,000 kr. fara árliga til óhent og skaði- ligt drekka. Kvørki fitfuglum edla klófuglum man tað sterka drekka vera til nakran frama. Tí mátti ein »Fuglaframi«, sum vil bera navnið av sonnum, roynt at mála drekkingina um ikki verri, so tó ivaleyst so ringa sum hon er. Attaná tað peningaspedl, sum stendst av tí heilsuspidlandi rúsdrekkanum, eigur eisini at nevnast imisligt meir edla minni óhent drekka, sum stundum ger skaða og sjaldan gagn og ikki hevur peningsvirði sum føðievni. Kaffi, tevatn og imisligt brúsvatn volda beinleiðis mikið peninga- spedl, kannske ikki minni enn rúsdrekka; tó gera tey lítið gagn ímóti »mjølksopanum« og »súpanaspóninum«. í »Fuglafr.« stendur ferðabræv úr Leith. Harí er roknað út, at Føringar ettir ein- gilskum prísi eta firi 500.000 kr. av kjøti. Tí verri, tað er ikki so væl, atkvørtFørja badn árliga etur 35 krónurs virði av kjøti. Sum seyða- og neytarøktin nú er, verður neyvan í meðal árum skorið meir enn 600,000 pd. av kjøti, og sum kjøtið alt er skikkað, tarvaðist góðar handilsgávur til at senda alt til Einglands og fáa 25 oy. til vinning uppá pundið. Tað sanna handils- virðið av kjøtinum, Føringar hava til matarát, ætlast harettir at vera u. 150,000 kr.; — annað slíkt, sum brúkt verður til rúsdrekka. Og kvat setur meiri treysti i knoturnar? Kvussu nógv ið verður brúkt av aðrari føðivaru er ikki greitt at finna skil á. Inskiligt var tað, um kvørt slagið kundi roknast út í sínum peningavirða, so at Føringar kundi haft spegling av, kvussu teirra húshald ivir høvur er. Hesi seinastu árini hava ađlar inntøkur í Førjum verið midlum 2 og 3 milliónur krónur. Harav eigur at vera ráð til at bruka nøkur hundrað túsund til kjøt. Betri var tó um vit høvdu dugnaskap til at ala upp so nógv og góð nítsludjór av seyði og neytum, attaðkundi fingist avlopskjøt, sum loysti seg at senda til útlonđini. Bróstsjúka kjá neytum. Til at granska sjúkur kjá aludjórunum og serskilt bróstsjúku kjá neytum hevur ríkisstírilsið sent hegar díradoktarin Z. Djurhuus. Sum áður er frágreitt her í blaðnum er funnin vissur máti til at vita, antin neyt eru fongd við bróstsjúku (tuberkulose). Ein løgur, sum nevnist »tuberkulin< verður um kvøldið sprændur inn í neytini ettir tað, at blóðsvarmin er mettur við gradglasi. Dagin ettir verða hesi neytini gradað annan edla triðja kvønn tíma. Er tá nakar titil í kroppinum fongdur av sjúkuni, verður blóðið skilliga heitari av tuberkulininum, meðan tey neyt, sum eru frí, ikki rørast av tí. Tuberkelsjúkan er so skaðilig, so sníkjandi og viðfongin, at ødl áttu at lagt sær eina við at koma til lcunnskap um, antin teirra neyt eru fongd edla ikki, helst sum hetta nú kann fáast í lag uttan peningaútlegg. Firi fyrst hevur amtmaðurin útgivið lísing til neytaeigara í Havn og á Argjum til at melda seg kjá Z. Djurhuus, um teir vilja hava hann til at undirsøkja neyt kjá teimum. Ein »Hans Rossness« hevur i »Dim.« skrivað eina grein um »Fuglafr.« og tað, íð har var skrivað um Normannin Tambs Lyche. »H. R.« sigur. at hevur hann skilt »Fuglafr.« rætt, so hóskar T. L.’s inski um í sameining at fremja »nordisk kultur« ikki væl við tað endamál, »Fuglafr.« hevur sett sær. Eg havi eisini lisið »Fuglafr.« og haldi meg hava evnir til at skilja tað so frætt sum nakar annar. Eg finni einki í »Fuglafr.«, sum strevar ímóti sameining av ødlum greinum av tí fornu norrøna ættini. Tað, sum »H. R.« helđur vera skilarúmsveggir, haldi eg vera grundfestar brúgvar millum tær skildu deildurnar. Eg inski ikki minni enn »H. R.«, at tær skildu greinur nærkast attur og grógva saman; men eg vildi ógvuliga fegin at tað svenska og tað íslenđska, sum »H. R.« ikki tekur við, eisini má verða til streingir í tí fullbúni harpuni. Havn, 17. Juli 1898. R. Effersø. Uppá egna og bátskipans vegnar má eg frambera tøkk til skiparin Jacob A. Olsen og mannskap hansara firi at hann við skipinum »Ternan« legði til okkara ein ódnardag í vár úti á havi. Ødl vón um at vinna upp land síntist køvd, av tí at vegrið var so sterkt og vit høvdu knossað so leingi, at vit vóru úttiknir. Vit vóru umborð í »Ternan« næstan ein heilan dag, og tann blíðskapur og um-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.